Útlagin – ein yrking um menniskju

Posted on 21 juni 2016

0


 

útlagin

(ein yrking um menniskju)

bylgjur bróta børn
blá sum køld eygu

flóttar flóta
sum fingramerki

á villum reikandi
vatndropa

bjargingarvestar
sum tigandi tungur

millum sandkornini
á ræddarbandi mínum

 

Oddfríður Marni Rasmussen

 

Advertisements
Posted in: ikki bólkað