Randi Ward við nýggjum savni

Posted on 22 juni 2016

0


Whipstitches_front_1024x1024

Í 2007 gav Randi Ward út framúr góða yrkingasavnið, meditations on salt. Yrkingasavnið var skrivað á føroyskum, norskum og enskum, og Randi Ward, sum eisini er fotografur tók myndirnar í savninum.

Randi hevur havt fleiri yrkingar við í Vencli. Tað, sum eyðkennir yrkingarnar er, at tær eru stuttar og tættar, og ikki ein bókstavur stingur út ella er har, sum ikki eigur at vera har.

Hon lesur sjálv fleiri av yrkingum sínum á Soundcloud.

Nú hevur hon so givið næsta savn sítt. Hetta eitur Whipstitches, og er tað MadHat-press, sum hevur givið út savnið, har savnið eisini kann keypast.

Randi Ward hevur eisini týtt Steinbjørn B. Jacobsen, Tórodd Poulsen, Oddfríð Marna Rasmussen, Gurðið H. Nielsen og aðrar til enskt, og er hon kanska týðarin, sum ger mest fyri, at føroyskir yrkjarar koma út á enskum máli. Týðingar hennara av Tóroddi Poulsen fingu American-Scandinavian Foundation’s Nadia Christensen Prize fyri bestu týðingar.

Ummælini hava verið nøkur, og brot úr einum ummæli av Whipstitches ljóðar soleiðis:

These poems are never merely pastoral, and their emotional range belies their small size. Here are poems that move from the lyrical and humorous to the acerbic, the rueful, and even the creepy. “Every little whipstitch,” we can hear Randi Ward’s haunted and haunting voice moving between worlds like a wily shape-shifter.

— Maggie Anderson, author of A Space Filled With Moving and Years That Answer

Ein sonn perla, ein tøtt og livandi yrking við stórum tilverutonkum, er henda, sum er at finna á heimasíðuni hjá Randi Ward:

My pupils sink back
into thought as I stare out
beyond the grey waves;
the colors run from my eyes
till i’m blind in all i see.

Randi Ward hevur sína egnu rødd. Hon er eitt ungt, spennandi listafólk, sum er dugnalig á nógvum listaligum pallum.

Eg gleði meg til at lesa Whipstitches, tá ið hon kemur við postinum.

Eitt eintak er eisini farið á Býarbókasavnið, so Whipstitches kann eisini lánast um stutta tíð.

 

OMR

Advertisements
Posted in: ikki bólkað