Browsing All Posts published on »juli, 2016«

Licentia Poetica 2016 í myndum

juli 31, 2016

0

Aftur í ár skipaði Vencil saman við Býarbókasavninum, Háskúlanum, Steinprenti og Gamla bókahandli fyri poetiskari rundferð í Havn ólavsøkudag. Her eru nakrar myndir frá tiltakinum. Vencil takkar øllum, sum vóru við, ikki minst Róa Dam Dalsgarð, sum tók myndirnar. Vit síggjast aftur á næstu ólavsøku! AÓD Advertisements

Upplestrarhúsagongd á G!

juli 16, 2016

0

Eitt er at fáa eitt hugskot til eina yrking, eitt annað er at skriva hana niður og geva henni skaldsligar eginleikar, eitt triðja er at geva hana út til ein lesara, og tað fjórða, tað sum eg her fari at umrøða, tað er at lesa yrkingina upp. Ikki øll duga at lesa yrkingar upp. Verri […]

NICE

juli 15, 2016

0

  Nice meðan blóðugu klæðini torna í tungheitu náttini í Nice ganga tankar heimleysir vilstir og spyrja um veg leita eftir orðum sum fáa blómur at spretta úr stadnandi blóði   Oddfríður Marni Rasmussen

LabORÐatoriið á G!

juli 12, 2016

0

Rithøvundar hita upp leygardagin á G! Kl. 15-16.30. Áðrenn konsertirnar byrja á sandinum bjóða rithøvundar poetiska rundferð í Syðrugøtu, har lisið verður á svalum, á trappusteinum og undir onkrum snóri. Um illa viðrar, verður farið inn í stovurnar at lesa. Tveir rithøvundar lesa upp á hvørjum staði, umleið 10 minuttir hvør, síðan verður gingið til […]