NICE

Posted on 15 juli 2016

0


 

Nice

meðan blóðugu klæðini torna
í tungheitu náttini í Nice

ganga tankar heimleysir
vilstir og spyrja um veg

leita eftir orðum
sum fáa blómur

at spretta úr
stadnandi blóði

 

Oddfríður Marni Rasmussen

Advertisements
Posted in: ikki bólkað