Upplestrarhúsagongd á G!

Posted on 16 juli 2016

0


Eitt er at fáa eitt hugskot til eina yrking, eitt annað er at skriva hana niður og geva henni skaldsligar eginleikar, eitt triðja er at geva hana út til ein lesara, og tað fjórða, tað sum eg her fari at umrøða, tað er at lesa yrkingina upp.

Ikki øll duga at lesa yrkingar upp. Verri enn so. Summi duga so illa at lesa upp, at tað var betri ógjørt. Onnur duga so mikið væl at lesa upp, at tann sjáldsama røddin í yrkgingini er tann sama, sum lesur yrkingina hart. Tær eru óloysiligar.

Sjálvur dámar mær best, tá ið yrkjarar sjálvir lesa upp egnu yrkingar sínar. Ofta lesa sjónleikarar upp, og tað verður alt ov dramatiskt og karikerað.

Leygardagur er.

G! er!

IMG_9070

Eg eri ikki ein fastur G!-gestur. Verri enn so. Tó havi eg roynt at verið til bókmentatiltøkini, sum hava verið á G!.

Í gjár spældu veðurgudarnir við gestirnar. Royndu teirra tolni, og hvussu úthaldandi tey í roynd og veru er, tá ið hart, harðari, harðast leikar á.

Men í dag.

Í dag var friður.

IMG_9072

Eg kom norð til tað syðstu gøtuna um trý tíðina. Parkeringspláss fann eg ovast uppi við Gøtugjógv. Eg gekk oman á festivaløkið. Í urtagørðum og úr húsvindeygum ljómaði við kátum fólki, sum høvdu hætta sær at stoytt eitt sindur í aftur.

Fyrsti upplesturin skuldi vera á Gróvargøtu 9, hjá Rannvør og Páll. Eg hitti eina av upplesarunum, Marjuna Syderbø Kjælnes, sum heldur ikki visti, hvar hon skuldi lesa. Men staðsansinum bilti onki. Vit funnu, og hjúnini, Rannvør og Páll tóku fryntlig og blíð ímotí okkum. Her skuldu Marjun S. Kjælnes og Arnbjørn Ó. Dalsgarð lesa upp.

Fyrst las Marjun upp. Marjun hevur givið út øll hugsandi tekstasløg. Hon hevur skrivað til børn, til sjónleik, til film, til tónleik, skaldsøgu, yrkingar. Ikki er so nógv eftir. Hon hevur sagt í viðtal, at henni dámar best at skriva, og ikki so væl dámar henni at standa framman fyri fólki.

IMG_9081

Marjun las úr yrkingasavninum, Opna, og úr skaldsøguni, Óendaliga vera, báðar eru útgivnar í ár. Marjun hevur eina veika rødd, og hon kemur ikki heilt til sín rætt, tá ið hon møtir aldututli og bátamotorum. Tá gerst hon ov veik. Hon lesur ikki illa upp, men røddin er ov veik til ikki at hava eina mikrofon. Tað skal ikki so nógv til. Fyriskipararnir skuldu bara havt ein lítlar gittarforsterkjara og eina mikrofon, so var hetta bjargað. Innihaldið í skaldskapinum var gott. Hon las yrkingar úr Opnu, og so las hon byrjanina út skaldsøguni, sum er um at koyra norðureftir.

IMG_9087

Síðani las Arnbjørn. Arnbjørn hevur eisini eina veika rødd, men hann lesur ógvuliga væl upp, og tað var sum hevði hann vant seg við (ella gjørt sær greitt), at ljóðviðurskiftini vóru ein avbjóðing, og tí las hann týðiliga, seint og hart. Arnbjørn las úr einum komandi stuttsøgusavni, sum er um ein persón, sum eitur Albert. Albert er vit. Vit eru Albert. Vit øll. Hann vil stórt, men sættast við lítið.

IMG_9088

IMG_9089

Síðani gekk leiðin niðan á Gróvargøtu 8, har Rønn og Pól tóku ímóti okkum. Har lósu Kim Simonsen og Sissal Kampmann upp

Kim las fyrst. Eg havi altíð hildið, at Kim ikki er heimsins besti upplesari. Tað er sum um hann ikki tímir at lesa. Innihaldið í yrkingunum er akademiskt, og kann kanska ikki lesast øðrvísi. Og hann sat niðri, eins og Marjun og Sissal, og tað gevur ikki tað sambandið við áhoyrararnar, sum skal til. Eisini haldi eg, at fleiri av upplesarunum manglaðu uppsýnið. teir hugdu ikki at áhoyrarunum. Dynamikkurin millum upplesara og áhoyrarar manglaði.

Løtu seinni las Sissal Kampmann, og tað saman er galdandi fyri Sissal. Hon er ógvuliga monoton, tá ið hon lesur upp, og hyggur ov lítið upp á fólkið. Yrkingaperlurnar hjá Sissali eru so mikið góðar, og har er ein ávís uppreksan í yrkingunum, sum kann gera, at upplesturin gerst monotonur.

Síðani var lisið upp hjá Kim og Vónbjørt, Úti í Bø, 14. Har lósu Lív Maria Róadóttir Jæger og Anna Malan Jógvansdóttir. Lív er góður upplesari. Tekstirnir hjá henni eru soleiðis skrivaðir, og at teir bora seg inn í spurningar, sum aftur bora seg inn í spurningar, og tað krevur, at upplesturin hevur ein ávísan stíl. Eina rútmu, sum verður markera við andadrátti. Stílurin hjá Lív var øvaður, og tað lá væl fyri at geva framførslu og upplestri eina heild

Seinasti upplesarin, tá ið klokkan nærkaðist fýra, henda góða leygardagin hjá Kim og Vónbjørt, var Anna Malan. Yrkingarnar hjá Onnu Maluni eru ógvuliga organiskar, mikroorganiskar, og ofta liva hesar mikroorganismur í havinum, so kanska skuldi hon lisið fyrst, har havið (og Havið (snapsurin)) var. Anna Malan byrjaði væl. Gjørdi onki hóvasták burturúr. Yrkingarnar eru stuttar, og myndríkar, men røddin á Onnu Maluni var ov veik. Tað gjørdist ikki betri, tá ið Ævintýraferðin fór at leika í niðri á sandinum, og syngja um barnaball, mitt meðan Anna Malan royndi at forloysa okkum í mikroorganismum.

IMG_9071

Upplesturin vardi i ein tíma og nakrar minuttir.

Vit fingu ein gongutúr millum húsini. Sum heild ein væl eydnaður upplestur við nógvum góðum tekstum.

Á ólavsøku verður ein líknandi upplestur. Byrjað verður 29. juli klokkan 15.00 á Føroya Fólkaháskúla og síðani verður gingið til Steinprent, Boysensgarð og Býarbókasavnið.

 

OMR

Advertisements
Posted in: ikki bólkað