Oddvør 75

Posted on 30 Oktober 2016

0


Oddvør Johansen

Foto: Randi Ward

Í dag fyllir ein av best umtóktu og mest lisnu prosa- og essayhøvundum føroyinga seinastu mongu árini, Oddvør Johansen, 75 ár.

Fyrsta bókin hjá Oddvør Johansen var Lívsins summar, sum kom í 1982, og fyri hana fekk hon longu í 1983 Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri. Somu virðisløn fekk hon aftur í 2002, tá fyri skaldsøguna Tá ið eg havi málað summarhúsið, sum kom út í 2001.

Í 2001 var hon í uppskoti til at fáa Norðurlendsku bókmentavirðislønina fyri skaldsøguna Í morgin er aftur ein dagur, sum kom út í 1998. Hetta var fyrstu ferð, at føroyingar innstillaðu eina kvinnu.

Oddvør dugir sjáldsama væl at lata frásøgurnar í ein málsligan búna, sum vekir evnini hjá lesaranum at liva seg inn í lív og hendingar hjá teimum persónum og tí umhvørvi, sum kemur fyri í søgum hennara, bæði í farnum tíðum og í samtíð okkara. Hetta er í sjálvum sær eitt bragd, tí hetta mál er samstundis nógv merkt av tí máli, sum varð talað í tí serliga umhvørvinum, sum Oddvør Johansen sjálv vaks upp í í Havn.

Umframt tær fimm skaldsøgurnar, fleiri teirra eru týddar til onnur mál, hevur Oddvør Johansen eisin skrivað og útgivið stuttsøgur til bæði vaksin og børn, barnabøkur, endurminningar og essays.

Nakrar av nýggjaru stuttsøgum hennara hava verið at sæð í Vencili.

Vit fara at ynskja Oddvør Johansen hjartaliga til lukku við teimum 75 árunum og takka fyri alt tað, sum hon hevur ríkað føroyska bókmenta- og mentanarlívið við.

Arnbjørn & Oddfríður