Sonnergaard (1963-2016)

Posted on 21 November 2016

0


20101104-140955-263018_0

Í morgun frættust so tey feigdarboð, at Jan Sonnergaard var deyður av hjartaslagi, bara 53 ára gamal. Forleggjari hansara, Johannes Riis, skrivaði í morgun, at Jan hevði verið á bókaturne í Beograd, og tá ið bókin skuldi leggjast fram, kom ongin Sonnergaard. Seinni varð hann funnin lívleysur á gólvinum í íbúðini.

Jan Sonnergaard var føddur í Virum í 1963. Hann búði meginpartin av sínum vaksna lívi í útnyrðingpartinum av Keypmannahavn. Nógvar av søgum hansara eru úr hesum sama býarparti. Hann lýsir persónar, sum eru har. Fyrsta bóka hansara, stuttsøgusavnið, Radiator (1997) fekk heitið, tí at táverandi stjórin á Rithøvundaskúlanum, Niels Frank, varð spurdur í viðtali, um eitt orð fanst, sum hann aldri hevði brúkt í eini yrking. Frank svarar: Radiator. Tí eitur eftir Sonnergaard soleiðis. Har er ongin søga, sum eitur Radiator í savninum.

Sonnergaard skrivaði sjónleikir og eina skaldsøgu, men mest er hann kendur fyri sínar beinraknu stuttsøgur. Sonnergaard var samfelagsviðmerkjari og eisini stuttsøgurnar, um tær so eru um fátæk ella rík, so eru hesi fólkini ólukkulig og illa fyri.

Nógvir danskir høvundar hava víst Jan Sonnergaard virðing í dag. Hann hevði stóra virðing millum rithøvundar í Danmark og í øðrum londum við. Sonnergaard var ein høvdundur, sum altíð royndi at skriva um tað øvugta av tí, sum rørdi seg millum menniskju. Hann lýsti tað slagið av menniskjum, sum ikki eru tey, sum vit hava sumhug við. Sonnergaard var nærlagdur og arbeiðssamur høvundur. Tað er forbannað tíðliga at seta pennin í blekkhúsan, men gott er tað, sum liggur eftir hann.

Ein søga eftir Jan Sonnergaard hevur staðið í Vencli, tað er søgan “Frels tey frísku – skjót tey sjúku”, sum er úr savninum Sidste søndag i oktober frá 2000.

Portræt Jan Sonnergaard

Frels tey frísku – skjót ein sjúkan

Jan Sonnergaard

Tá ið eg fyrst rendi meg í Svenn á Vesterbrogade, var tað sum um ein náttúrulóg var sett í gildi, og óumberiliga í stundini fór ein kenningur at koma aftrat. Tí at alt kemur í bylgjum. Man kann ganga og ganga og ganga og …

Umaftur: Tú kanst vera so grúiliga einsamallur í mánaðir, fleiri mánaðir á rað, brúka alla tína megi at koma í samband við onkran. Og onki nyttar. Onki hendir. Men hinvegin, so eru tíðir, har tú veitst, at óansæð hvagar tú so verður førdur, kemst ikki undan, at tú møtir onkrum, tú kennir.

Soleiðis var fyrr. Og soleiðis er nú. Fimm minuttir eftir, at Svenn hevði otað seg fram á meg, so at hann kundi reypa um pengar sínar, og tá ið eg í tíggju minuttir hevði hoyrt hann skotið mær í skógvarnar um øll konufólkini, hann plagdi at fáa upp á pinnin, og øll, hann nú fekk upp á pinnin. So merkti eg tað. Onkur klípti meg í armin, og tá ið eg vendi mær, sá eg beint upp í andlitið á Lovisu. Og sjálvt um hon royndi alt, hon var før fyri at geva mær fatanina av, at hon var glað fyri at síggja meg. Og sjálvt um síða hárið klæddi henni betur enn nakrantíð, og hon var klænkað og sá rætt og slætt yndislig út. So lýsti andlit hennara týðiliga, at nú hevði hon aftur gjørt tað liðugt við onkran drong, og uttan so, at tú ikki hevur eygu í heysinum, var tað eyðsæð, at nú skuldu vit hoyra hvørt orð um flepri, og at undirteksturin frá byrjan til enda fór at ljóða: Tað var hansara skuld. Menn eru svín. Hetjan er altíð tann sterka kvinnan. Hon stýrir øllum og er altíð ósigrandi. Tí at Lovisa er jú sjálv ein kvinna.

Eg smíltist aftur, tí at so løgið tað ljóðar, so varð eg óvanliga glaður at síggja hana aftur. Tað var jú so langt síðani seinast. So eg segði:

– Sum tað var stuttligt … sært tú, segði eg og peikaði eftir Svenn. – Eg havi júst møtt Svenn … í áðni, fyri tíggju minuttum síðani …

Men hon svaraði heldur svinn, sum um hon kortini ikki vildi halda á fram at snakka við meg og her var onki at gera. Tað slapst ikki undan, at plátan spældi í somu rillu dagin á tamb, og onki kundi gerast fyri at sleppa undan at hoyra alt um tað seinasta frá Lovisu, og hesaferð var hon listamálari, og tað var næstan ikki til at halda út. Eg visiti onki um orsøkina til, at tað neyðturviliga mátti vera soleiðis. Men tað mátti tað. Kanska var tað tí, at veturin av álvara hevði bitið seg fastan, og at alt í óyvirlítandi tíðir hevði verið grátt, dapurt og keðsamt, soleiðis sum tað bara ber til at vera í hesum lorta býnum. Ella var tað tí, at vit ikki høvdu orku at gloyma, at vit í roynd og veru og í botn og grund vóru troytt hvør av øðrum, øll trý. Hóast tað er sjáldan, vit síggjast. Ella var orsøkin sera einføld; at vit øll trý innast inni vóru nøkur einastandandi reyvarhol. Og mótsetningar stoyta sum kunnugt hvønn annan frá sær.

Ið hvussu so er og ikki, so bleiv tónin harður, og mín samtala við Lovisu og Svenn hevði ikki vart meira enn nakrar minuttir, fyrr enn eg visti, at hetta var ein av hesum døgum, har ein vissuliga skal vera ansin og ikki siga ov nógv. Eittans mistak, og tú veitst, at tú blívur endurgivin komandi trý árini.

– Vit noyðast helst at fáa okkum eitt seinnapartsglas, noyddi eg meg tó at siga í teirri vón, at ið hvussu so er henda viðmerking ikki rakti meg í nakkan sum ein boomerangur. Og hóast Svenn var mitt í eini frágreiðing um, akkurát hvussu nógv hann hevði vunnið burtur úr seinastu søluni, og hvagar hann ætlaði sær at ferðast fyri ágóðan, og hvørja gentu hann ikki fór at taka við, og hvussu hon hevði grátið, tá ið hann segði henni, at hann annars eisini gjørdi tað liðugt, so breyt hann einarøðu sína av, tá ið hann hoyrdi uppskotið frá mær. Hann nikkaði, fyrikomandi og professionelt sum ein vertur, og hann smíltist um alt høvdið og segði:

– Sjálvsagt. Tað er sjálvsagt. Hvar?

Men sjálvandi bleiv Lovisa uppaftur tvørari og súrari av hesum, og hon segði bara:

– Aftur nú? Álvaratos, er tað ikki heldur fantasileyst?

Undirtónin var sjálvandi hann, at eg var ein býttlingur og eitt neyt, og at heimurin hevði verið henni órættur, at lata hana møta júst mær í dag. Men samstundis smíltist hon – eitt andarhald – so hon ongantíð hevur sæð vakrari út, og ein og hvør annar hevði straks forelskað seg í henni. Men hetta vardi bara eina lítla løtu – so kom aftur tann súri skorturin til sjóndar, sum altíð hevði rætt meg, eisini sjálvt um vit onki høvdu gjørt, ið líktist tí fúla. Orsakirnar vóru nógvar. Og hon segði:

– So lat fara, meðni. Men eg komi mótmælandi við!

Og vit funnu eina barr við Ráðhúsplássið og skundaðu okkum innum. Barrin var virðilig, men eisini heldur myrk, full innan við bleyt- um leðurmøblum og spakmæltum tosi, og ongin okkara hevði verið her áður. Tí samdust vit skjótt um, at staðið var lítið vert, og nógv verri enn tað, sum Svenn í gomlum døgum plagdi at kalla „okkara støði“.

Men viðurskifitini vóru í lagi, og teir báðir tænararnir vóru í vøkrum búnum og søgdu „Tygum“ og „Harri“ við meg, og vit fingu tað, vit bóðu um. Og eftir fleiri av hasum har fatølunum, og eftir at hava hund- dálkað gamlar vinir og teirra tápuligu unnustur í ein hálvan tíma. Og fólk sum heild. So fór Lovisa at ressast, og tað súra og tvøra og tvitna bráið hvarv á andliti hennara. Hóast hálvmyrkrið og allar fatølirnar broyttu umhvørvið nógv, varnaðist eg sum onki, at hennara sjónop víð- kaðust, og at hon smíltist, samstundis sum fingrar hennara uttan steðg fóru at trumma niður á borðið.

Tað var sólarklárt, at nú hevði hon sett sær fyri, at tíðin var komin til, at hon fór at gerast veruliga, veruliga andstyggilig. Ikki tí, at nøkur eyðsæð orsøk var til tess. Men kanska tí at Svenn hevði tendrað eina óhepna kontakt, ella tí at eg av óvart hevði sagt okkurt, ið setti nøkur hugmyndasambond í gongd í tilviti hennara. Og eitt av hesum sam- bondum fekk hana til at sannføra seg sjálva um, at nú var stundin komin til at vera perfid.

Hon hugdi meg beint inn í eyguni, og so vendi hon sær og fór at stara eftir Svenn. Og tað fyrsta, hon segði, var:

– Hevur tú, tá ið samanum kemur, verið við nøkrum, sum ikki var ein idiotur?

Svenn hveptist við, men í roynd og veru hveptist eg ikki við. Eg kenni hana helst ov væl. Eg dugi at lesa hana av, sjálvt tá ið hon er gátuførast. Men tað gippaði í Svenn, og hann spurdi fjálturstungin:

– Hví sigur tú nú soleiðis?

– Tí, – svaraði Louisa – Tí, tí, tí …
Tí at tú aldrin sjálv hevur roynt tað? royndi eg, í eini jánkasligari roynd at varðveita ágangandi tónan, ið tey hildu, at vit skuldu hava, tá ið vit nú endiliga sóu hvønn annan. Eisini sjálvt um, at tað hendi so sjáldan.

– Nettupp, svaraði hon, og vísti ikki minsta tekin um, at hon hevði fatað, at tað, sum eg segði, var meint sum ein háðan,

– Nettupp. Tað er devilin gali júst tí. Eg dragi altíð idiotar til mín, altíð idiotar, og um eg fyri hesa einastu ferð sjálv bleiv hugtikin í einum øðrum menniskja … so vísir tað seg beinanvegin, at hann eisini er ein idiotur.

– Soleiðis hevur tað altíð verið. Altíð! Tað hevur ongantíð verið øðrvísi!

So fekk hon sær ein smakk av ølini, og í eitt sekund førkaði hon seg sum eitt tólmenni, sum um hon ongantíð hevði verið annað. Ómenniskjaligt. Men samstundis sýntist tað, sum um hon bleiv ávirkað av tí, hon sjálv segði, tí at hon sakk saman og broytti stíl og segði kelin:

– Men sjálvt um eg ikki kann tola tað … so vil eg faktiskt helst hava tað á henda hátt …

Tað eydnaðist henni samstundis at vera barnslig og sera, sera jarð- bundin, tá ið hon teskaði:

– Eg taki mær ein mann, ið hevur eitt ella annað, sum eg kann brúka … Og síðani taki eg tað frá honum. Og stingi av, tá ið eg havi fingið tað!

– Hví tað! spurdi Svenn, alt ov naivur, og harafturat so góðtrúgvin, at hann enn eina ferð fekk Lovisu at broyta stíl og skríggja:

– Tí at hann er eitt dylhøvd … tí at hann er sjúkur í høvdinum … Tí at hann er ein kraftidiotur!

Harðskapurin skein tvørtur ígjøgnum hana, tá ið hon slepti hesum frumskríggi, sum eg og onnur so við og við hava hoyrt nógvar ferðir. Men so broyttist hon aftur, og løtu seinni bleiv harðskapurin skiftur út við okkurt vakurt og næstan perverst – serliga tí at hon nústani sá veru- liga glað út. Sum um tað einasta, ið kundi fingið hana at livnað eitt sindur upp, var tankin um allar hasar menninar, hon hevði lumpað. Svenn flenti sjálvandi bara býtt og bílegði meira øl. Og meðan hann so gjørdi, sat hon har og smíltist óloysandi, sum um tað veruliga var sera gott at hugsa um, at hon altíð fekk sær sjeikar, ið vóru minni enn hon sjálv. Eg lyfti glasið, tí at eg eri altíð í teirri trúgv, at hon ein dag fer at broyta seg, um hon møtir veruligum kærleika, men tá ið gløs okkara geltu, segði hon:

– Teir eru idiotar, og so hart eisini, at øll í barrini hoyrdu.

I-d-i-o-t-a-r, rópti hon, – Fullir idiotar. Ríkir idiotar. Vitbornir idiotar. Miðlaidiotar.

Teir eru allir samlir idiotar. Uttan undantak! Teir koma har við sín- um stóra smíli og sínum murti … og hann er altíð so stórur. Altíð. Um teir sjálvir skulu siga tað …

– Hví roynir tú ikki at skáka tær undan teimum? spurdi Svenn, aftur var hann alt ov naivur, so Lovisa reistist í fulla longd úr leðursofuni og físti:

– Tað kann eg fanin gali eisini lova fyri, at eg royni …

– Men hví endar alt so kortini við, at tú fert við teimum?
– Tí at teir hava uppiborið at verða sviknir …
– Ber ikki til at siga, at tað synd í teimum … ella summum teirra … onkuntíð?
– Nei. Tað er akkurát hasum, teir hava gott av … uppblástu, sjálvhátíðarligu i-d-i-o-t-a-r.

– Ber ikki til at siga, at teir vísa tær eitt sindur av áliti … royndi eg at siga, men við tað sama breyt Lovisa meg av:

– Jú, tað kann man so avgjørt væl siga. Bæði tá ið teir koma og geva mær gávur og siga, at Ááá-sum-eg-altso-eri-deilig, og nú skulu vit bæði leggja ætlanir um bæði hetta og hatta, og Guuud, sum alt er undurfult …

Og eisini aftaná, tá ið teir koma grátandi inn gjøgnum brævsprekk- una og bøna og biðja á telefonsvararanum og senda mær blomstur og túta „hvussu kanst tú gera soleiðis“ … Idiotar!

– Hví heldur tú ikki, at tað er synd í teimum? Tú fært teir til at pilka seg niður …

– Teir hava ikki annað uppiborið! – Hví ikki tað?
– Tí, teir eru for brekaðir …

Sum sagt, so kenni eg hana rættiliga væl, so eg dugdi væl at síggja, at um eg helt fram á sama hátt eftir sama spori, fór hon at bíta so fast saman, at hon kloyvdi tríggjar jakslar. Muður hennara var ein bein strika, vøddarnir í kjálkunum bólgnaðu og eyguni vóru krympað saman til eina ógvuliga lítla rivu, so at tað var verri enn so heilt óveruligt, at hon kundi hugsað sær at sligið. Um onkur segði eitt orð skeivt. Hóast tað, helt eg fram:

– Tú kundi jú eisini bara valt at elska teir … akkurát sum teir altíð hava elskað teg … ella hvat?

Eg lenaði meg afturá í stólin og eygleiddi hana, og nú var nær við, at hon brast. Stuttligt. Eg smurdi eitt sindur meir á og legði afturat:

– Kundi tú ikki bara givið teimum eitt … sindur av kærleika?

Løgið. Hon fór at smílast – helst sum eitt aftursvar til ta høvisku heilsan- ina, ið lá fjald í viðmerkingini um, at teir allir samlir høvdu elskað hana. Tað høvdu teir eisini, og tað var júst tað, sum í eitt sekund skein í eygum hennara. Tí at sjálvandi høvdu teir einaferð „verið okkurt“. Sjálvandi høvdu teir jú tað.

Men so sá eg, at hon fór at hugsa um hatta har við at geva tað sama aftur, sum man fær. Og hon gjørdist ógvuliga ódámlig á at síggja, sum um hon bleiv sjúk, og eg bleiv bangin um hana, tí at tað ljóðaði sum vildi hon spýggja, tá ið hon svaraði:

– Hatta har var fanin gali tað mest sjúkuvamlisliga hugskotið, tú nakrantíð hevur fortalt mær.

Ert tú býttur?

– Íðan … íðan, hví ikki? spurdi eg, – hví brúkar tú ikki maktina, teir geva tær til … at … gera okkurt gott?

– Um man gevur fólki so nógva makt, so skal man fanin gali eisini sleppa at føla, hvussu tað er, tá ið hon verður framd í verki, rópti hon, Tú hevur ikki betri uppiborið um tú ert ein sovorðin naivur býttlingur … Hvør í allari víðu verð hevur sagt, at eg vil hava slíka makt? Hví pilla teir ikki bara av?

Tá ið teir koma og geva mær møguleikan … so skal eg eisini brúka hann, so langt sum hann røkkur …

Tað er ein rættvís viðferð!

Hon var við at hita upp, og eg sá á Svenn, at hann sá á mær, at eg væl visti, hvat Lovisa var við at hita upp til. Og eg sá á Svenn, at hann heldur ikki vildi hoyra um tað. Ikki aftur um hetta neyðardýrið, ið tók tað markleyst tungt, tá ið Lovisa ikki bara hevði givið honum eitt skilnaðarbræv, men eitt standardprent úr telduni, har hon harafturat ikki hevði tímað at rætta navnið. Í innganginum á hesum standardbrævi stóð rætt og slætt eitt annað navn, og í mánaðir eftir var hendingin hennara yndissøga, og besta dømi um tann toskin, hasin listamálarin var: At hann slett ikki skilti, at hon knappliga kallaði hann fyri Kasper, tá ið hann í veruleikanum æt okkurt heilt annað. Tað mesta av 1999 helt hon hov við hesi søguni, og hon fortaldi øllum, sum tímdu at lurta, at hetta var hin sanna lýsingin av, hvussu fáfongdur og býttisligur ein maður kundi vera.

Men vit vildu ikki hoyra um tað. Ikki aftur nú. So at Svenn royndi eina seinastu ferð at broyta gongdina:

– Hví roynir tú ikki ein við veruligum breki? smikraði hann, meðan hann varisliga skumpaði ein pakka við Sweet Afton yvir borðið,

– Hvat meinar tú við? spurdi hon og læt hann tendra sær sigarettina við sínum Dupond tendrara.

– Eg meini við … ein sovorðnan, sum tú hevur fult tamarhald á?

– Eg haldi ikki, at eg hevði kunnað gjørt tað við einum, ið burturav manglaði okkurt, segði hon, eitt sindur fjøtrað.

– Heldur ikki um tú hevði tamarhaldið … fult tamarhald? helt hann fram. – Hinir kunnu bara pilla av …

Lovisa skríggjaði:
– Tað er ongantíð nakar, sum er rýmdur frá mær. Ongantíð! Tað er altíð eg, ið rými fyrst!
Men so bleiv ein lítil steðgur, har hon sá út til at hugsa um okkurt.

Og Svenn fiskaði:
– Er tað ikki bara eitt sindur freistandi … blívur tú ikki bara eitt sindur grað?
– Líkist hatta ikki eitt sindur mínari søgu um hina, tú veitst, hina nítjan ára gomlu … sum eg pulaði dagin eftir, at eg hevði pulað lítlu- systur hennara?

Spakuliga legði seg sveitti og okkurt løgið gratt á hansara munnklova, í tí hann helt fram:

– Ella handa málarafyritøkan … hasir, sum eg fortaldi um, seinast vit hittust … greytheilarnir, eg turkaði so vakurt hina ferð, eg enn var hjá Klaus Riskær … Líkist tað ikki eitt sindur? Bara eitt sindur?

Sjálvandi risti Lovisa høvdinum, og Svenn flenti, og tað var eyðsæð, at vit høvdu flutt hana burtur frá evninum, sum hon annars hevði ætlað at undirhildið okkum við alt kvøldið. Tey, sum duga at lesa andlit hennara, vita, at tað ikki er ringt at varnast, at framsøgnin hjá Svenn, hevði sett okkurt í verk. Hon grundaði.

Og fyri at forða henni í at fortelja meiri um henda unga listamálaran, ið satt at siga hevði verið naivur, alt ov naivur. Men, sum vit eisini kendu, og í roynd og veru høvdu vit altíð verið samd um, at hann var í ordan. Hann var okey. Hann var ikki serliga sjálvglaður, og hann málaði í roynd og veru líkinda myndir, og harafturat segðist, at hann var blóðfátækur, og tað var so avgjørt ikki ein sovorðnan sum hann, man skuldi hata.

Fyri at forða henni í at tosa meir um hatta ólukkudýrið. Og um allar hinar, hon hevði pulað. Og kanska serliga fyri at forða henni í at fortelja meiri um hin, sum doyði av tí. So helt Svenn fram:

– Tú hevur ongantíð havt fult tamarhald … alt hevur jú bara verið sovorðið hálvhjartað …

– Eg dugi væl at síggja, hvat tú meinar við, segði Lovisa, og andlit hennara broyttist aftur. Sum um hon hevði fingið okkurt at gleða seg til. Hon var slett ikki so knýtt nú:

– Ein slíkan persón, sum er fullkomiliga bundin … at mær! – Ja. Sum tú hevði fult tamarhald á …
– Har eg avgjørdi, um hann átti at livað ella doyð,
– Ella um hann átti at grátið ella flent,

– Í høvuðsheitum ein, sum ikki yvirlivdi, um eg setti mær fyri at nokta,

– Netupp!

Svenn skálaði, og Lovisa smáflenti, áðrenn hon skálaði við honum, fullkomiliga nøgd. Og væl hýrd róptu tey aftur eftir tænaranum.

Men tá ið tey vendu sínum smílandi, glitrandi andlitum móti mær, sum um tey vildu mussa meg. So mátti eg taka tørn. Tí at eg var ikki samdur. Hvussu kundi eg tað? Á hvønn hátt kundi eg vera við í teirra felags sjálvsrósi?

– Tit fara skeiv, segði eg, hatta har endar ikki væl!
– Nú er hann vorðin svakur, gnisaði Svenn,
– Eisini hóast tað er so týðiliga rætt, skundaði Louisa sær at viðmerkja, og í kór sungu tey:
– Sum hann er tápuligur …

Hin smikursøti tænarin gav okkum tríggjar fatøl og eitt lítið krúss við ølnøtum, og hann smíltist javnt og beinasamt aftur, tá ið Lovisa blunkaði til hansara. Men eg læt ikki við meg koma. Tí at tey áttu at vitað betur.

Tí at tað var við vissu fínt og gott og vakurt, at Svenn hevði fingið Lovisu at broyta evni. Men tað var harafturímóti slett ikki væl gjørt, at hann vendi henni inn hesa villinigøtu, sum hon nú var komin á. Slett ikki gott. So eg var noyddur at bróta av.

– Tit gloyma eitt, manaði eg.
– Ein og hvør brekaður er meistari í manipulasjón!

– Ein spassari, rópti Lovisa,
 – Hvussu kann ein spassari duga til nakað sum helst?
 – Tí at tað eru treytirnar, um so er, at hann vil yvirliva, hvesti eg aftur.
 – Roynið at ímynda tykkum, hvussu tit sjálv vildu hugsað, um tit vóru

fullkomiliga bundin at øðrum menniskjum? Halda tit ikki, at tit høvdu lært tykkym eina snildu ella báðar tvær?

– Tað er akkurát tað, sum er tað feita við tí, floytaði Lovisa hugtikin, – … Hava fult tamarhald … fult álit …
Og so bara knúsa og knúsa og knúsa!
– Har skal tú síggja, breyt eg av,

Hatta er júst maktin hjá tí sjúka: At man ikki ger tað. Tú hevur gjørt alt hugsandi, men júst tað gert tú ikki. Tú gert tað jú ikki. Tú hevur virðing fyri tí makt, sum sjúkan hevur …

– Eg havi ikki virðing fyri nøkrum helvitis lorti!
segði hon, sinniliga og kensluleyst. Og samstundis legði hon høvdið á skák og smíltist. Júst, sum hon ger, tá ið hon dálkar sær súnna. Eitt breitt og týdligt smíl. Slett ikki ósjarmerandi. Men hóast alt ikki nóg sjarmerandi til, at eg bara soleiðis læt hana oysa ein slíkan pástand út.

– Hatta er for smakkleyst, segði eg,

– Og for lætt. Tað er lætt at skumpa ein krypling út gjøgnum vind- eygað … Og helst eisini stuttligt … Men hvar er avbjóðingin við tí?

– Tað áhugaverda við makt er jú at vinna á eini mótstøðu. Finna eitt ella annað ríkt reyvarhol, sum er væl fyri, og finna hansara bleytu síðu og síðani trumla hann niður.

– Eins og tú gjørdi við handa filmsframleiðaran, ið altíð tosaði so nógv um dóttur sína … ella hasin lýsingamaðurin við síni teilendsku elskarinnu … ella teir við reinum mjøli í posanum …

– Tað eru jú teir, ið skulu fáa tað.

– Og annars, so kanst tú ikki brúka hasar barnagarðssnildurnar til ein, sum veruliga skilir, hvat manipulasjón er, legði eg afturat, tí at nú var eg longu blivin troyttur av evninum,

– Tú kanst aldrin manipulera ein, ið sjálvur er bundin at og hevur sum livibreyð at manipulera onnur!

Men Lovisa og Svenn høvdu longu undirskrivað samgonguskjalið, og hugdu uppgevandi eftir mær og sættaðust við at siga:

– Hitt er nógv lættari,
– Maktin er nógvar ferðir størri, um eg geri, sum Svenn sigur,
– Tú skalt altíð gera alt so innviklað … sjálvandi skal eg gera tað við einum brekaðum!
– Tit vinna ongantíð tann dystin, svaraði eg fjøtraður,
– Hugsið tykkum um: Fyri at yvirliva við einum breki, má man læra at manipulera umhvørvið. Tit fáa ikki tamarhaldið. Hin brekaði fær tað. Teir duga meir enn at mata seg. Teir læra slík spøl …

Tað er sum við teimum monnum, ið blivu bukaðir av pápanum allan uppvøksturin. Tit kunnu ikki hótta teir við, at tit skulu buka teir av. Ella lumpa teir við lyftum um álit. Teir hava rætt og slætt roynt tað alt ov ofta … Teir kenna spælið!

– Hasum trúgvi eg ikki, segði Svenn, – tú hevur eisini handa dreymin, ikki sannheit? Fullkomið tamarhald á einum øðrum menniskja?

– Tað er júst tað, sum eg sigi, rópti eg maktarleysur, – tak eitt annað dømi, ein sum ikki hevur venjing at klára seg í vónleysum støðum, ein frískur og hástórur, ein vinnari!

– Tú møsnar, hitt er nógv lættari, flenti Svenn og:
– Tú hevur ikki rætt!
segði Lovisa, næstan forsyndað, meðan hon læt seg úr jakkanum, nektaði ein hyldligan yvirkropp undir einari sera strammari t-skjúrtu. Og smílandi legði armin um Svenn.

Ongantíð fór tað at blíva øðrvísi. Onki fór at sannføra tey. Tey vóru ikki skikkað at taka støðu til sín egna leiklut í hesi verð, tey vóru glatað í utopium og fantasmum, og tey høvdu fullkomiliga mist allan sans fyri veruleikanum.

Tí havi eg allan moralskan rætt í hesi verð at bakka koyristólin beint inn í kolostomiina hjá Svenn, so hann fýkur við fullari ferð til síðuna og rullar beint inn í tumorin í høgra bróstinum á Lovisu.

Oddfríður Marni Rasmussen týddi

Posted in: ikki bólkað