Dagbókabløð

Posted on 2 desember 2016

0


img_6420_hdr_edit

Foto: Oddfríður Marni Rasmussen

Dagbókabløð

Ebba Hentze
Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð týddu

 

1
At sita á einum vongi

høgt uppi.

Trygd og ótti fyri at detta
ígjøgnum óskygt myrkur
ímóti mánans rísandi ljósi á vatninum, knúsa speglið
og doyggja móti hørðum sorta.

Løgnir fiskar fara at koma
og eygleiða eina friðarspillu.
Tað storknaða voksið
sleppir hondunum.
Dreymur um ein dreym verður svølgdur av einum fiski, sum einki kann vita um Ikaros.

Tær heitu fjaðrarnar,
kílaskapað flýggjan uppi í tí høga og tann myrki taraskógurin.

 

2
Tíðliga ein morgun tekur tú eina avgerð.
Hálvvakin vón –
og kemur so langt út sum á ta longu strandargøtuna
og bíðar eftir sólini, sum sleppir havinum eins og ein hækkandi dropi,
eldbogaumskapan frá loga til skærandi hvítt,
meðan oyggin, sum var framman fyri dagsins byrjan,
aftur glíður inn í veruleika sín
út úr veruleikans speglmynd.

 

3
Hví er vegurin so langur og turrur. Hví bakar sólin ímóti høvdi mínum, náðileyst.
Og hví er hitakenslan
so ung og grøn og vóngóð.

Hví síggi eg ikki ein teirra,
sum syngur í teimum rútaleysu húsunum. Hví er vegurin so deyður og so tómur. Hví røkka bara røddirnar út.

Sundurskræddar glærmyndir við nøvnum á í veitunum, fyltum við dusti, brotnaðum stongum og flogseðlum
– fremmand nøvn, og yvir ruskdungar nær sangurin meg, meðan eg til fánytis leiti eftir mínum egna navni.

Her liggur ein nýliga deyður fuglur,
eyguni eru enn í høvdinum,
aftan fyri ta gráu hinnuna fari eg at hóma eitt vinaligt eygnabrá.

 

4
Tann ljósi dagurin og láturin og evnini at síggja.

Tað bleyta myrkrið og tann góði longsulin, sum tá alt var til.

Tær góðu hendurnar og trúgvin á, at alt heldur sær.

Tann reini angin av havi og furu
og spæli ímillum stórar steinar í summarskógum.

Tey búnaðu berini á heyggjunum og baraldsins myrku skuggamyndir, sum tá alt var.

Advertisements
Posted in: ikki bólkað