Vencil á veg til haldararnar

Posted on 5 Desember 2016

0


Vencil Nr. 17/2016

Vencil Nr. 17/2016

Onkur haldari heldur kanska, at djórið, sum prýðir permuna á nýggjasta Vencili, djórið kallast ein Axolotlur, heldur átti at verið eitt jólatrøll, nú Vencil framvegis ikki er komin fram til sínar trúgvu haldarar. Og tað við góðari grund, tí Vencil hevur longu fingist til keyps í bókahandlunum í meira enn eina viku.

Vit útgevarar mugu taka á okkum alla skyldina av hesum, og tað ger tað ikki betri, at hetta ikki er fyrstu ferð tað kemur fyri, at haldararnir enda í síðstu røð. Sakin er, at vit vilja so ómetaliga gjarna, at Vencil kemur út áðrenn bókadagarnar, ja so gjarna, at distibutiónsliðið hjá okkum – sum er Bókamiðsølan – ikki so væl klárar at fylgja við. Og tá ið talan frammanundan er um háárstíð fyri útgávu av bókum í Føroyum, so kunnu vit ikki lasta teimum fyri meira enn rímiligt er.

Vit mugu taka í egnan barm og lova, at tað ikki skal koma fyri aftur, at Vencil fæst til keyps, áðrenn haldararnir hava fingið hann. Men vit kunnu eisini lova, at Vencil 17. verður ikki jólatrøll, tí á Bókamiðsøluni siga tey nú, at hann verður sendur haldarunum í morgin (týsdagin 6. desember). So kæru haldarar: haldið okkum til góða enn eina ferð.

Vónandi fer innihaldið at viga eitt sindur upp ímóti longu bíðitíðini.

Ritstjórarnir

Posted in: tíðarrit, Vencil