Føroyar heiðra

Posted on 26 januar 2017

0


Mikudagin 25. januar heiðraðu Føroyar trý listfólk. Í samkomu í Seglloftinum handaði mentamálaráðharrin hesar virðislønir við hesum grundgevingum.

Hjartaliga til lukku tit Rúni, Jan og Fríða og Anna Malan.

Hjartaliga til lukku Føroyar!

runi-brattaberg-crop-37f7f680-fill-280x420

Mentanarvirðisløn Landsins 2016

verður latin Rúna Brattaberg, operasangara

Síðan aldarskiftið hevur Rúni Brattaberg virkað sum operasangari við operaleikhús kring stóran part av heiminum. Hóast hann lutfalsliga seint í lívinum valdi at halga seg operasangin, hevur hann við eyðsýndu evnunum og sterku, sermerktu rødd síni megnað at skapað sær eina undranarverda yrkisleið. Einamest hevur hann sligið sítt navn fast sum einastandandi tulkari av operum Wagners.

Tað lá kanska ikki í kortunum hjá bóndasoninum úr Fámará, at hann ein dag skuldi standa á mætasta operapallinum í heiminum, The Metropolitan Opera í New York og syngja Wagner – og tó. Á ungum aldri fór Rúni at syngja við kórinum Ljómi í Vági. Hóast upprunaliga útbúgvin dokumentarfotografur var tað alskurin til sangin, sum dró. Hann megnaði at fáa pláss í kórinum á Den Kongelige Opera í Keypmannahavn, áðrenn hann nam sær víðari útbúgving í sangi, fyrst á Sibelius Akademia í Helsinki og síðan á International Operastudio í Zürich.

Rúni hevur frá náttúrunnar hond eina serstakliga djúpa og orkufulla bassrødd og harumframt vilja og ágrýtni, sum ger, at hann í dag fær í boði  mest áhugaverdu operaleiklutirnar fyri bass. Við leiklutum so sum Gurnemanz og Titurel í Parsifal og König Marke í Tristan og Isolde eftir Richard Wagner, sum Baron Ochs í Der Rosenkavalier eftir Richard Strauss og sum Osmin í Die Entführung aus dem Seraileftir Wolfgang Amadeus Mozart hugtekur Rúni Brattaberg áhoyrarar og ummælarar um allan heim.

Fyri listaligu avrik síni fær Rúni Brattaberg

Mentanarvirðisløn Landsins 2016.

2

Foto: Bjarni Nygaard

Heiðursgáva Landsins 2016

verður latin Steinprent, grafiskum verkstaði

Í meldrinum á Skálatrøð við Vestaru vág í Havn, í hølum í gomlu fabrikkini hjá Öström, liggur Steinprent – listaligi savningarstaðurin hagar listafólk úr øllum ættum leita sær fyri at skapa, prenta og sýna fram list.

Grafiski verkstaðurin var settur á stovn í 1999. Eftir eitt tíggju ára skeið í hølum á Listasavni Føroya flutti verkstaðurin í 2009 oman á Skálatrøð og tók navnið Steinprent.

Her, mitt í Havnini, hava Jan Hartvig Andersson og Fríða Matras Brekku skapað eitt kveikjandi listaligt umhvørvi, ið dregur at sær bæði føroysk og altjóða listafólk. Steinprent, sum hevur útgerð í serflokki og góð framsýningarhøli, er karmur um eitt livandi umhvørvi, har listafólk hava góðar umstøður at virka og miðla sína list, og har listaáhugað kunnu uppliva list í heimsflokki.

Men mest av øllum eru tað fakligu førleikarnir, kreativu tilgongdirnar og arbeiðshugburðurin hjá Jan Hartvig Andersson og Fríðu Matras Brekku, sum draga listafólk at sær, og sum hava gjørt, at Steinprent í dag er eitt av fremstu grafisku verkstøðum í Norðurlondum.

Fyri mentanarligu avrikini fær Steinprent

Heiðursgávu Landsins 2016.

1

Foto: Bjarni Nygaard

Virðisløn til ungt listafólk 2016

verður latin Onnu Maluni Jógvansdóttur

Í  2015 gav Anna Malan Jógvansdóttir út yrkingasavnið

Undirfloyma, sum hon listprýddi sjálv.

Saman við myndum og yrkingum ferðast vit gjøgnum ein holdbundnan og stundum ræðandi vakurleika ímóti einum heimi, har eymleikin vónandi bíðar.

Anna Malan var millum tey heilt fáu, sum í fjør slapp inn á  Rithøvundaskúlan í Keypmannahavn.

Við hesum fær Anna Malan Jógvansdóttir

Virðisløn til ungt listafólk 2016.

 

Her eru røðan, sum Oddfríður Marni Rasmussen helt fyri Onnu Maluni.

Røða til Onnu Maluna Jógvansdóttir

Gott fólk, kæri landsstýrismaður í mentamálum, Tvøroyrar kommuna, góðu tit, sum eru komin her á Seglloftið og øll tit, sum sita framman fyri lurtið í kvøld, verið vælkomin.

Og góða Anna Malan.

Einfeldin í orðum

bíðar eftir okkum

ið yrkja

 

Finna vit hana?

Soleiðis tekur Christian Matras til í seinastu yrkingini úr yrkingasavninum, Úr sjón og úr minni, sum kom út í 1978, tá Christian var 78 ára gamal. Gomlu skøldini yrkja yrkingar, sum eru fullar av vísdómi, meðan tey ungu skøldini yrkja yrkingar, sum eru fullar av vitan.

Christian spyr, um vit finna einfeldina í orðinum?

Sum ungur yrkjari leitar tú ikki bara eftir tí einfalda orðinum, tú leitar kanska einamest eftir tíni egnu rødd, tínum formi og tínum máta at orða teg. Henda leitan og skapan endar í besta føri í einfeldini í orðunum.

Nógv verður tosað um fólk sum skapa, og nógvir føroyingar skapa, bæði ungir og gamlir. Vit eru ikki aftanfyri tey í útlondunum, tá ið ræður um at skapa góða list.

Hvar byrjar skapanin?

Onkustaðni byrjar alt.

Eg minnist, tá ið eg var heilt ungur og gekk í fólkaskúlanum, at eg sat og skrivaði smáar yrkingar í loyndum á kamarinum, at eg las bøkur í loyndum, tí at í eini fiskivinnubygd í 80 árunum skuldi ein ungur drongur hava áhuga í fiski og fiskivinnu og ikki brúka tíðina til at lesa bøkur. Tíbetur er hetta broytt. Ungdómurin í dag leggur egnar ætlanir fyri framtíðini, og flestir teirra mynda sína egnu framtíð innan tað teir duga best. Tíbetur

Eg haldi, at nógv menniskju verða fødd tvær ferðir. Ikki øll menniskju, men menniskju, sum skapa list, føðast tvær ferðir. Fyrstu ferð tey føðast, er tá tey kropsliga koma í verðini. Aðru ferðina, tey føðast er tá tey varnast, at hetta skal eg gera restina av lívi mínum, óansæð, hvat og hvussu. Eg skal yrkja restina av lívinum! Eg skal mála restina av lívinum! Eg skal gera tónleik restina av lívinum! … Vit skapa ikki list, tí at vit vilja gerast rík, tí at tað er ongin poetur, sum kann liva av at skriva yrkingar, men ein slík viðurkenning, sum henda hjálpir, og setur skeppuna á yrkingar og serliga yrkingarnar hjá Onnu Maluni, og tað ger, at alt gerst lættari.

Langt er ímillum, at góðar debutbøkur verða givnar út. Tá Anna Malan gav út debutsavnið, Undirfloyma, sum hon sjálv hevur myndprýtt, tá sá eg, at her var ein rødd, ein evnisviðgerð, sum ikki er sædd fyrr her á landi. Yrkjarar í Føroyum hava til allar tíðir verið ógvuliga tætt knýttir at náttúruni, og tað onki løgið í tí, hon er beint uttan fyri hurðina og altíð í eygnakrókunum. Anna Malan viðger náttúruna á ein heilt annan hátt, enn vit eru von við.

Savnið er býtt sundur í tríggjar partar.

Myrkur

Hav

Glas

Í myrkrinum eru myndir, sum bylgjast og karva ljósið sundur. Kjarnur goysa og verða til stein. Okkurt livnar og annað doyr. Vit ferðast inn móti deyðanum, sum er myrkur og sum ikki semist við gleðina. Allatíðina er okkurt sum er á veg inn móti tí myrka, sum borar seg inn í niðuna. Allatíðina er egið við at rotna og hvørva, gerast ein partur av náttúrunnar myrka gapi, til alt spreingist út í æðrar og endaleysan, myrkan frið.

Í havinum er sama upploysn. Tarin sum rotnar í havinum, er blaðið av trænum, sum rotnar í evjuni. Og mitt í øllum er egið. Vónleyst og havandi í huga havið, so er tað tungt at bera sorg. Sum at lyfta eitt hav, er tað at bera sorg. Til minnini lita alt reytt og fara út á hav og hvørva í djúpa myrkrinum – í undirstreyminum.

Ígjøgnum glasið sást myrkrið. Havið er so glaskent sum ljósið vil hava tað at verða. Rúturin er har, men er hann reinur, sást hann ikki, er hann skitin, sást hann. Men ongantíð er hann gullreinur. Tað skirvisliga harða, tað gjøgnumskygda harða, tað sjónliga og fjalda, alt hetta er í glasinum. Náttin, vónin og húð úr glasið. Og sandurin undir iljunum og eldurin gevur glasinum lív.

Fyri nøkrum árum síðani spurdi Anna Malan meg um, hvussu tað var at ganga á rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Eg segði, at tað var hart og gevandi. Nú ert tú har, og vónandi fært tú nógv burturúr, og at tú sýgur alt til tín, sum har verður sagt, og at tú fært roynt teg í ymiskum tekstasløgum, men at tú ert trúgv móti tíni egnu rødd.

Eg fari at enda við eini aðrari yrking úr áðurnevnda savni eftir Christian Matras:

Fundvíst er skald

sum finnur fram á orð

ið eiga aldur

og fagran ungdóm.

Hjartaliga til lukku við virðislønini, og blíðan byrð.

 

Advertisements
Posted in: ikki bólkað