Framsýning við Williami Heinesen

Posted on 3 mai 2017

0


William Heinesen, Spælimaður og Tarira, 1979, pappírsklipp

William Heinesen- Myndlistamaður

  1. mai – 23. juli 2017

Listasavn Føroya

Fríggjadagin 5. mai kl. 16 letur framsýningin “William Heinesen – Myndlistamaður” upp á Listasavni Føroya.

Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin.
Malan Marnersdóttir, professari, setur framsýningina.
Svaboino við Angeliku Nielsen og Ólavi Jakobsen spæla nøkur løg.
Savnið bjóðar ábit.
Øll eru vælkomin.

 

Um framsýningina:

William Heinesen (1900-91) var fyrst og fremst orðlistamaður. Tað er einki at taka seg aftur í, men alt sítt lív var hann eisini virkin myndlistamaður og arbeiddi í tøkni so sum pastellkrit, tekning, málarí og pappírsklipp. Tær munnligu myndirnar í ritverki hansara fingu her fylgi av tí sjónliga.

Sjálvt um William Heinesen lítillátin kallaði seg sjálvan “billedmager”, var list hansara á høgum stigi. Tað er tó samstundis ein sannroynd, at rithøvundurin setti dám á myndlistamannin á tann hátt, at hansara myndir fyrst og fremst siga eina søgu, eru fabulerandi og stundum gera gjøldur burturúr onkrum.

Seinastu ártíggjuni av lívi sínum royndi William Heinesen seg við pappírsklippinum, har list hansara náddi eitt nýtt hámark, eisini í mun til originalitet.

Tey mest nágreiniligu og torgreiddu pappírsklippini hjá Williami Heinesen er ein røð við frábrigdum av einum violinleikara og eini dansandi gentu í einum fruktagóðum skógi, bæði nakin eins og í aldingarðinum í Eden. Eisini listaliga hoyra hesi klippini til tey glæsiligastu og best eydnaðu, bæði koloristiskt, prýðiliga og grafiskt.

Íblásturin til myndevnið kemur úr kendu skaldsøguni Glataðu spælimenninir (1975) hjá Williami Heinesen. Spælimaðurin er tann ungi, evnaríki Orfeus, meðan Tarira bæði er hansara dreymasjón og ein stevnismynd! Tá Orfeus til endans fer uttanlands, renna tær tvær útgávurnar av gentuni saman – dreymur og veruleiki eru endiliga sameindir.

Í pappírsklippinum ræður dreymaheimurin. Hendingin er tó ikki nevnd í skaldsøguni. Tarira minnir tó um eina lýsing av mammu Orfeus sum “ung og glað sum ein Afrodite nýliga komin á land.” Og fruktagóði og litríki skógurin í klippunum er ikki langt frá lýsingini av dreyminum hjá unga manninum, sum byrjar við: “tað byrjaði at kava við marglittum eldi, glæsiligar blómur sprettu.”

Pappírsklippið er bert eitt av teimum mongu listaverkunum – umleið 60 tilsamans – sum størsta partin av summarinum eru at síggja á Listasavni Føroya á eini framsýning, sum snýr seg um týðandi myndlistamannin William Heinesen.

At framsýningin er so stór í vavi er vegna ta stóru vælvild, sum Listasavnið hevur hitt, serliga frá teimum mongu privatu eigarunum. Tað er teimum at takka, at teirra gerandisgleði nú kann deilast við okkum øll.

Listasavn Føroya

Advertisements
Posted in: ikki bólkað