Tøgn

Posted on 27 juni 2017

0


IMG_9026_edit

Foto: Oddfríður Marni Rasmussen

Tøgn

Faðir plagdi at siga:
“Fólk, ið duga sær hógv, steðga ikki leingi,
veri tað seg í grøvini hjá Longfellow
ella í glasblómuhøllini í Harward.
Lítandi á seg sjálvi sum kettan
– ið dragsar fongin avsíðis,
og lini halin á rottuni darlar úr kjaftinum sum ein lissa –
dámar teimum viðhvørt einsemið
og eru kanska ikki før fyri at tosa
av sinnisrørslu.
Djúpasta samkenslan sýnir seg altíð í tøgn,
nei, ikki í tøgn, men í lítilæti”.
Heldur ikki vóru tað lótir, tá ið hann segði:
“Gerið heim mítt til tykkara vertshús”.
Vertshús eru eingi hús.
Marianne Moore, 1887 – 1972
Alexandur Kristiansen týddi. Yrkingin er úr savninum, Veingir, 2000

Advertisements