Send inn til Vencil!

Posted on 16 juli 2017

0


solv5

Freistin at senda inn tilfar til átjanda nummarið av Vencli er 1. august. Hvør kann senda inn tilfar til Vencil?

Jú.

Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt. Lýst verður á heimasíðuni við tíðarfreistini, sum vanliga er 1. august.

Treytirnar fyri upptøku er, at talan er um skaldskap á bundnum ella óbundnum máli, uppíroknað essays, ella stutt ummæli av nýggjari føroyskum skaldskapi, og at tað er væl og virðiliga arbeitt ígjøgnum og stórt sæð liðugt, áðrenn tað verður sent okkum.

Teksturin, sum verður sendur inn skal verða sendur teldutøkur til vencil@vencil.fo.

Vit geva síðani boð um, hvat kann gerast við tekstin, og um hann kemur við ella ikki.

 

Vinaliga

AÓD og OMR

Advertisements
Posted in: tíðindi