Kjak
Eg vil spýggja av kjaki
”Tú tveitti smørið á pannuna”
”Tað gjørdi eg ikki tú læt tað smelta í ovninum”
”Tú herjaði á Turkaland og drapst allar armenararnar!”
”Tað gjørdi eg ikki! Tú herjaði á Kina og fekst tey bundin av opium!”
”Tú gjørdi eina størri H-bumbu enn eg”
”Tú brúkti eiturgass í Indokina”
”Títt agent orange avleyvaði ¼ av landinum Tað er ikki rímiligt”
”Tú sprændi Paraquat”
”Tú roykti feitar”
”Tú ert handtikin”
”Eg bjóði av í kríggi!”
Hví sløkkja vit ikki hátalararnar?
Allen Ginsberg, 5. september í 1983.
Oddfríður Marni Rasmussen týddi
Posted in: yrkingar
Posted on 19 juli 2017
0