Sunnudagin, 26. november klokkan 14.00 fer Vencil og alt hansara harkalið á pallin í Norðurlandahúsinum. Ein heilur tími stendur í navni Vencils. Henda tíman fáa áhoyrararnir møguleika at hoyra, hvat ritstjórarnir halda um Vencil, tað verður ikki bara reyp, siga teir, og tøl verða løgd á borðið, har vit fáa at vita, hvat er […]
november 23, 2017
Hetta er tíðin, tá ið føroysku lesihestarnir draga bøkurnar heim. Forløgini hava spílað seg út, og tey royna tað dýrasta tey eru ment at fáa allar bøkurnar út til bókadagarnar, sum verða hildnir síðsta vikuskiftið í november. Á hvørjum ári kunnu lesihestarnir afturat øllum hinum bókunum gleða seg til, at ein nýggjur Vencil kemur […]
november 22, 2017
22. november í 1963, klokkan 12.30 lokala tíð í Dallas, Texas í USA var ein skottilburður, sum skakaði allan heimin. Spyrt tú fólk, sum lurtaðu eftir føroyska útvarpinum tann dagin, so siga tey seg væl og virðiliga minnast, hvar tey vóru, tá ið John Fitzgerald Kennedy varð skotin. Nógv rumbul varð um morðið, um hvør […]
november 20, 2017
Vikuskiftið, sum nú kemur, verður stóra bókavikuskiftið. Komandi vikuskiftið verða bøkurnar, orðini og høvundarnir handan orðini í Norðurlandahúsinum. Fyri tann bókagóða er hetta sum at sleppa einum lesihesti inn í bókastallin. Sjálvandi er Vencil eisini á skránni. Sunnudagin klokkan 14.00 kunnu tit fáa nógv gott at vita um Vencil, og upplestur verður eisini. Nærri skrá […]
november 18, 2017
Ársins seinna hefti av Varðanum er komið út. Mentanarritið er sent til haldarar og verður í bókasølum í næstu viku. Millum greinarnar hesaferð eru portrettsamrøða við Tórodd Poulsen, grein um býarvøkstur í Havn eftir Erland Viberg Joensen, grein um føroyavinin John West eftir Óla Olsen og fyrilestur um norska tilknýtið hjá Hans Andriasi Djurhuus eftir […]
november 25, 2017
0