Vikuskiftið, sum nú kemur, verður stóra bókavikuskiftið. Komandi vikuskiftið verða bøkurnar, orðini og høvundarnir handan orðini í Norðurlandahúsinum. Fyri tann bókagóða er hetta sum at sleppa einum lesihesti inn í bókastallin.
Sjálvandi er Vencil eisini á skránni. Sunnudagin klokkan 14.00 kunnu tit fáa nógv gott at vita um Vencil, og upplestur verður eisini. Nærri skrá kemur seini í vikuni.
Posted in: ikki bólkað, tíðindi
Posted on 20 november 2017
0