Ein dagur í Amerika

Posted on 22 november 2017

0


_71296609_bobjackson-oswald

22. november í 1963, klokkan 12.30 lokala tíð í Dallas, Texas í USA var ein skottilburður, sum skakaði allan heimin. Spyrt tú fólk, sum lurtaðu eftir føroyska útvarpinum tann dagin, so siga tey seg væl og virðiliga minnast, hvar tey vóru, tá ið John Fitzgerald Kennedy varð skotin.

Nógv rumbul varð um morðið, um hvør ið skeyt, hvør ið varð dømdur, hvør ið veruliga var tann, sum trýsti á avtrekkjaran, og hvør ið skipaði fyri morðinum. Og fyri stuttum vórðu skjøl latin almenninginum, sum skuldu hjálpa at uppklára morðið. Tað segðist, at morðið longu varð uppklárað í 1963, men …

Í átjanda Vencli, sum kemur í vikuni, har stendur ein søga, sum Vagnur Streymoy hevur skrivað um tíðina kring morðið. Hetta er við vissu fyrsta søgan av sínum slag, sum ein føroyskur hvøundur hevur skrivað.

Góðan lesihug.

Ein dagur í Amerika

Vagnur Streymoy

Tað var einsligt at sita inni. Hann hevði sitið leingi, og nógv ár vóru eftir; kanska fleiri ár, enn hann átti. Allir høvdu teir síni loyndarmál, eingin tosaði um tey brotsverk, teir vóru dømdir fyri; allir vóru teir jú ósekir. Best var at lurta, ikki spyrja, ikki tosa; kanska lúgva. Hann vildi ikki lýst seg sjálvan sum gamlan; eldri kanska. Hevði hann verið fríur maður, hevði hann skjótt verið pensjónistur, men tað bleiv hann neyvan; heilsan var farin at bila. Eitrið í vatninum, ið teir fingu her inni, skuldi nokk syrgja fyri, at hann bleiv borin út; ella tað var í øllum førum tað, ið fleiri av teimum tosaðu um.
Ikki hevði hann nakrantíð tikið ábyrgd av nøkrum, ið vanlig fólk gleddust um. Hann hevði altíð tikið uppgávurnar og túrarnar fram um familjuna. Hann hevði bara seg sjálvan nú, men eitt lyfti hevði hann givið, og tað lyftið hevði hann hildið í nógv ár. Men hann var farin at hugsa um at fortelja, hvat tað var, ið hendi tann dagin fyri skjótt 40 árum síðani. Hann helt ikki, at tað kundi kallast at slatra, tí teir, ið hann hevði framt illgerðina saman við, vóru ikki til longur. Teir vóru fyribeindir á allar hugsandi mátar. Og skuldi hann fingið ein deyðadóm nú, ja, hvør fór so at taka hann fyrst; vatnið ella ein óboðin gestur?
Kl. 15:00 fór kanningarleiðarin, West, at koma at vitja, og tá skuldi hann fáa alt at vita um víðagitna drápið, ið skjótt var 40 ára gamalt. Ein 40 ára gomul gáta fór at verða loyst í einum lítlum, skitnum vitjanarrúmi í Statevillefongslinum. West hevði fingið eitt prei frá einum loyniligum FBI-manni um, at hann hevði verið við í heimsins kendasta drápi. Og alt hetta hendi, tí at hann hevði verið við til at stjala góðs úr lastbilum og ein av hesum veiku sálunum, ið var við, ikki dugdi at tiga. Ein skjót viðmerking, ein dagin teir koyrdu fram við Dealey Plaza, gjørdi, at hesin fýrurin tosaði; og hann ikki bara tosaði, nei, hann stóð og gorraði framman fyri einum loyniligum FBI-manni, sum síðani setti seg í samband við West.
Tað var kanska ikki so býtt at siga sannleikan. Tá ið hann framdi illgerðina, var hann ungur og líkasælur, men nú hevði hann fingið eina aðra lívsáskoðan. Hann var ikki eitt gott menniskja, tað visti hann, men við árunum var hann farin at hugsa um lívið eftir hetta, og hann var farin at taka synd í einkjuni og faðirleysu børnunum, ið nú langt síðani vóru blivin vaksin. Hann sat inni fyri nakað, ið hann hevði gjørt og hevði viðgingið. Hann rakti ikki politistin, men hann ætlaði at drepa hann, tað var vist, og tað var hann heldur ikki bangin fyri at viðganga. Men hann var ongantíð dømdur fyri víðagitna morðið, ið hann var ein partur av. Mafian dugir væl at halda síni loyndarmál, og hættirnir til tess vóru nógvir, men higartil hevði hann tagt og var sloppin at liva, men hann mintist týðiliga, hvussu alt fór fram …
Hann sat í egnum tonkum inni á Harlogrillini, tá ið Nicoletti knappliga kom inn. Teir báðir vóru farnir út í bilin, og har hevði Nicoletti fyri fyrstu ferð sagt, at teir fóru at gera okkurt við „vin- mannin“. Nicoletti hevði eisini nevnt, at Roselli fór at koma við, men Files sat bara og hugdi at honum; skilti ikki reiðiliga, hvat hann meinti við. Men tað kom so spakuliga; Nicoletti tosaði um forsetan.

Hetta var fyri hálvum ári síðani, og nú hevði hann verið í Dallas í tíggju dagar. Tað fyrsta, hann gørdi, tá ið hann kom inn í býin, var at vitja ein gamlan vinmann, ið visti alt um patrónir. Teir kallaðu hann fyri Úlvin. Úlvurin umvældi pinballmaskinur, men fáur dugdi so væl við vápnum sum hann. Files kom inn á gólvið eftir seks kyksilvurkúlum, ið Úlvurin hevði snikkað til. Honum hevði altíð dámað kyksilvurkúlur best, tí tær fara í so smá petti, at at kalla einki er at finna og seta saman aftur hjá einum kanningarleiðara.
Hann hevði ongantíð sæð nakran trupulleika í at tæna tveimum. Philips tók hann við í CIA, og seinri, eftir at vera komin heim aftur frá loyndarfullum ferðum til Asia, kom hann í hóslag við Giancana- familjuna í Chicago, ið var undir leiðslu av Tony Arcado. Pengar vóru pengar, hugsaði Files, og at taka mannalív var ikki tað stóra fyri hann, so hetta umhvørvið dámdi honum.
Hann hevði koyrt beina leið frá Chicago til Lamplighter Inn, var farin við vápnunum upp á kamarið og hevði læst hurðina. Hann hevði koyrt langa leið og fekk sær tí eitt brúsubað. Alt tyktist so vanligt, friðarligt, tað gjørdi tað altíð, áðrenn eina uppgávu. Tað nyttaði ikki at ganga og óttast ella hugsa ov nógv. Gekk tað, so gekk tað. Gekk tað ikki, so gekk tað ikki.
Tað bankaði á dyrnar. Files hvakk við. Hann hevði ikki fortalt nøkrum øðrum enn Philips og Nicoletti, hvar hann var. Hann skuldi altíð lata Philips vita, hvagar hann var farin, men hetta var ikki Philips, tað visti hann. Spakuliga tók hann eina pistól og fór yvir móti hurðini. Einki kagihol var í hurðini. Hann kundi rópa ella lata upp. Hann læt hurðina upp og stardi beint inn í eitt andlit, ið hann kendi væl. Teir høvdu hitst ta fyrstu tíðina, teir báðir vóru í CIA eftir lokna hertænastu.

„Oswald,“ segði Files. „Hvat gert tú her?“
„Eg fekk at vita, at eg skuldi koma og vita, um tú hevur brúk fyri hjálp við nøkrum?“
Tað var óivað Philips, ið hevði sent Oswald, tí Nicoletti og Oswald kendust ikki.
„Ikki rættiliga enn, men vit kundu farið ein túr í býin og fingið okkum ein bita.“
Dagarnir gingu nokk so friðarliga. Teir koyrdu runt í býnum, vitjaðu ymisk støð og tosaðu um gamlar dagar. Tað hendi seg enntá, at Oswald og hann hittust nær við arbeiðsplássið hjá Oswaldi í døgurðatímanum. So sótu teir bara í bilinum og lurtaðu eftir útvarpinum og fingu sær eina sigarett.
Tann eina dagin vóru teir farnir út úr býnum til Mesquite at stilla Remington xp 100 Fireball-rifluna hjá Files. Oswald stóð við síðuna av Files og tók tómu patrónirnar, so hvørt tær komu sendandi út úr vápninum, tá ið Files trekti upp. Hvussu nógv Oswald visti um tað, ið lá fyri framman, visti Files ikki, og hann ætlaði sær heldur ikki at spyrja.
Morgunin eftir var Files tíðliga á fótum. Hann var á veg yvir á gistingarhúsið, Dallas Cabana, at hitta Nicoletti. Hann hevði verið á eini kaffistovu og fingið sær morgunmat og hevði síðani ringt til nummarið, ið Nicoletti hevið latið sær í Chicago. Hann skuldi skunda sær yvir til gistingarhúsið, har ið Roselli eisini var.
So skjótt sum hann kom inn á gistingarhúsið, kom Roselli ímóti honum. „Pínadoyðs flogtúrur í morgun. Kom, vit skulu koyra til Fort Worth.“ Files visti, at í hesum arbeiðinum spurdi tú ikki. Tú aktaði.
Á kaffistovuni í Fort Worth sat hálvskalluti Rubenstein og bíðaði. Hann hevði longu drukkið tveir koppar og var farin at ótolnast. Forbannaðu italienarar, tú kanst ikki hava álit á teimum. Eftir at hava bíðað í 45 minuttir sá hann ein Chevrolet Impala sneiða inn á parkeringsøkið framman fyri kaffistovuna. Tveir menn stigu út úr bilinum og komu inn. Tann eldri av teimum gekk fremst og kom beina leið yvir til borðið, har Rubenstein sat, og setti seg. Tann yngri setti seg yviri við langa diskin og snaraði á stólinum, so hann vendi móti teimum báðum, ið sótu við borðið. Rubenstein sá, at hann hevði ein revolvara innan fyri jakkan. Servitrisan kom yvir og spurdi, um teir vildu hava kaffi. Rubenstein keypti sín triðja kopp, og vælklæddi, myrkhærdi maðurin hinumegin borðið bað eisini um ein kopp.

„Eg síggi, at tú hevur tikið ein við tær, Roselli,“ segði Rubenstein.
Roselli segði einki, vendi sær við, sum um hann ótolnaðist eftir kaffikoppinum. Servitrisan kom skjótt yvir til teir og bað teir endiliga siga til, um teir skuldu hava meira.„Brævbjálvin!“ segði Roselli.
„Ja,“ svaraði Rubenstein. „Alt skuldi verið í honum.“
„Hetta er størri enn brennivínssmugling,“ segði Rubenstein. „Er harra Giancana 100% klárur? Tað snýr seg ikki bara um Dallas, men eisini um eitt stórt eftirspæl. Alt má ganga eftir ætlanini,“ segði Rubenstein.
„Giancana er klárur,“ segði Roselli. „Nicoletti og eg velja okkum ein bygning, og so skulu vit bara finna ein annan, ið kann skjóta frammanífrá.“
„Og hann hava tit ikki funnið enn?“ spurdi Rubenstein.
„Hugsa tú um títt, so skulu vit nokk hugsa um okkara,“ segði Roselli og reisti seg. „Vit hava kannað økið, og gongur alt, sum ætlað, so hittast vit ikki, fyrr enn uppgávan er loyst,“ segði hann, áðrenn hann gekk yvir ímóti Files, og teir báðir fóru útum.
Rubenstein festi sær í og drakk av koppinum. Hetta fór at verða fjórðu ferð, at ein forseti bleiv myrdur. Tað vóru ikki allir trupulleikar, ið kundu loysast diplomatiskt, og tað var løgið, sum tað á ein hátt hevði verið lætt at finna fólk til hesa uppgávuna. Hjólini vóru farin at mala, og hann kundi ikki steðga teimum. Tann allarsíðsti fundurin hjá høgu harrunum hevði verið í gjárkvøldið, og eingin hevði mutað ímóti. Tað fór at verða í dag.„Eigur tú nøkur vápn, ið eingin veit um?“ spurdi Roselli í bilinum.
„Ja, eg havi okkurt liggjandi,“ svaraði Files.

Roselli læt brævbjálvan upp. Úr honum tók hann nøkur følsk Secret Service-skelti og eina tekning, ið vísti leiðina, ið bilafylgið koyrdi.
„Teir hava broytt rutuna eitt sindur,“ segði Roselli. „Teir koyra eftir Elm Street, men tað bilar einki. Tað er í veruleikanum ein fyrimunur hjá okkum. Koyr yvir til gistingarhúsið; Nicoletti bíðar eftir okkum,“ segði hann síðani. Tað var 22. november, og klokkan var skjótt 10, og menninir báðir vóru næstan komnir til Dallas aftur.
Í tøgn koyrdu báðir menninir móti miðbýnum. Files, ein her- maður við drúgvum royndum, hóast hann bert var 23 ára gamal, kendi býin væl. Tá ið teir vóru komnir á gistingarhúsið, parkeraði Files og bíðaði, meðan Roselli fór inn. Eina løtu seinri kom Nicoletti út. „Koyr yvir til Dealey Plaza, eg skal hyggja at nøkrum á Elm Street,“ segði Nicoletti. Files setti bilin í gongd og koyrdi avstað. Teir høvdu verið har og hugt fyrr, og Files koyrdi inn á sama parkeringsøkið, teir høvdu brúkt áður, nær við Daltex-bygningin. Teir stóðu báðir á Elm Street. Nicoletti hugdi at bygningunum, skimaðist eftir, hvørja leið man kundi taka við bili, og gekk síðani niðan á bakkan og hugdi aftur um trægirðingina. Aftanfyri lá jarnbreytin, men tú kundi eisini koyra við bili har.
„Um eg biði teg vera kláran at loysa eina uppgávu her saman við mær, ert tú so klárur?“ spurdi Nicoletti.
„Ja,“ segði Files. „Hvat snýr tað seg um?“
„Boðini koma frá hægsta staði, og fært tú at vita, hvat uppgávan snýr seg um, so kanst tú ikki bakka út. Borðið fangar.“
„Eg eri klárur,“ segði Files.
„Vit fara at skjóta forsetan,“ segði Nicoletti.
Files hugdi eina løtu at Nicoletti uttan at siga nakað. Hann hevði lært at bíða við at vísa, hvat hann veruliga hugsaði. Eitthvørt annað menniskja hevði óivað flent at einum sovorðnum aftursvari, men Files visti, hvussu man bar seg at millum slíkar menn. Nicoletti stardi at honum og bíðaði eftir svari. So var tað altso veruligt, meðni.
„Ok,“ segði Files. „Hvat skal eg gera?“
„Okkum manglar ein mann, ið kann skjóta frammanífrá. Bilurin kemur har yviri frá, so tú mást standa onkrastaðni her umleið. Hvat stað heldur tú vera best?“ spurdi Nicoletti.
Files hugdi rundan um seg. Har vóru ikki so nógv støð av velja ímullum, um hann skuldi skjóta frammanífrá.

„Eg rokni við, at man stendur væl aftan fyri hasa trægirðingina,“ segði Files og peikaði niðan móti bakkanum.
„Fínt, tú stillar teg har,“ segði Nicoletti.
„Hvar verður tú?“ spurdi Files.
„Hugsa ikki um tað! Eg rokni við, at Roselli og eg vera í Daltex-bygninginum. Tað verða fleiri skjúttar. Ver tú bara klárur. Roselli kom í morgun fyri at avlýsa, men til helvitis, vit gera tað kortini,“ segði Nicoletti.
„Vit hava ikki nógva tíð,“ segði Nicoletti. „Bilafylgið verður her um hálvanannan tíma ella so. Kom, vit fara eftir Roselli á gistingarhúsinum, og so koyra vit aftur til parkeringsøkið við Daltex- bygningin, og so fara vit har, sum vit skulu vera. Tað er møguligt, at fólk fara at síggja teg; kanst tú skifta klæðir ella okkurt?“
„Nei,“ segði Files, „men eg kann venda jakkanum, og harafturat fái eg fjalt vápnið undir honum.“
„Fínt, men ger skjótt av og kom yvir til bilin aftur. Roynir nakar at steðga tær, so mást tú skjóta. Hoyr, tú skalt ikki skjóta, um tað ikki er neyðugt. Vit skulu raka hann í høvdið, og er hann ikki raktur í heysin, tá ið hann kemur, har tú ert, so skalt tú skjóta; ikki fyrr. Og tú rakar ikki frúuna!“
Teir koyrdu yvir til gistingarhúsið eftir Roselli. Hann stóð klárur uttanfyri, og Nicoletti leyp úr bilinum at tosa við hann, áðrenn hann setti seg í bilin. Files hoyrdi ikki tað, ið teir tosaðu um, men onkur brot fekk hann við. Roselli tyktist at muta ímóti og nevndi Sam Giancana nakrar ferðir, men Nicoletti peikaði í andlit hansara og setti hann upp á pláss og nevndi okkurt um Tony Arcado, ið var ovastin í Chicago. Teir komu inn í bilin. Eingin segði eitt orð á veg yvir til parkeringsøkið. Teir stigu út úr bilinum, og tað einasta, ið Nicoletti segði, var: „Skjótt aftur higar!“
Files gekk einsamallur yvir til trægirðingina. Hann legði sær leiðina væl í geyma fyri at vera fullkomiliga greiður yvir, hvat hann skuldi gera, um onkur kom eftir sær, tá ið hann skuldi sleppa sær til rýmingar. Hann hugdi at jarnbreytini; har hendi ikki tað stóra. Onkur gekk langt har yviri, men annars var eingin at síggja. Um onkur hevði sæð hann, so høvdu tey óivað hildið, at hann arbeiddi á jarnbreytarstøðini. Hann hevði vent frakkanum á ranguna, so hann nú minti um ein regnfrakka, og tað var einki løgið við tí, tí tað hevði regnað fyri løtu síðani. Hann gekk niðan móti staðnum, ið hann hevði valt sær. Hann tók vápnið úr kassanum og gekk yvir móti trægirðingini og kikaði gjøgnum siktið. Hann hugdi oman móti vegnum og grasvøllinum, har nøkur fólk stóðu og bíðaðu spent eftir at síggja forsetan og sjarmerandi forsetafrúuna veittra til sín. Hann sá eisini, at fólk stóðu fram við vegnum á somu síðu, har hann var, men hann fekk ikki valt sær nakað annað pláss at standa, og tey stóðu nokk so langt niðan fyri hann, so tað fór nokk at ganga. Hann fór aftur frá girðingini.
Hann bíðaði. Hann var róligur; hetta var ikki fyrstu ferð, at hann bíðaði eftir sínum fongi. Hann gekk yvir aftur móti girðingini og kikaði yvir móti Daltex-bygninginum. Har vóru fleiri fólk, men hann sá einki til Nicoletti ella Roselli. Hann bakkaði aftur frá trægirðingini. Hvørja ferð hann fór frá trægirðingini, mátti hann skava runu av skónum, tí alt økið var tann bera runa.

Hann hevði roykt nakrar sigarettir ta tíð, hann hevði staðið og bíðað, men neyvan fóru nakrir stubbar í rununi at leiða løgregluna til hansara. Hann stóð eisini nokk so væl fjaldur har uppi. Á hansara høgru síðu stóð eitt stórt træ beint hinumegin trægirðingina, og longu greinarnar løgdu ein skugga, ið fjaldi hann rættiliga væl.
Hann gekk aftur fram til girðingina.
Nú hendi okkurt.
Fólk vóru farin at tosa hart, og kátu rópini søgdu honum, at forsetin var á veg. Hann hugdi yvir móti Daltex-bygninginum og sá, at bilafylgið sneiddi inn á Elm Street. Fremsti bilurin koyrdi skjótt út úr Dealy Plaza, meðan sjálvt bilafylgið koyrdi rættiliga spakuliga eftir vegnum. Forsetabilurin var púra berur; lívverjarnir hvørki stóðu á honum ella gingu fram við honum, og løgreglumotorsúkklurnar koyrdu eisini aftan fyri hann. Tað kundi ikki ligið betur fyri at rakt við einum skoti. Hann hoyrdi, at skot komu frá vinstru síðu, har ið Nicoletti og Roselli vóru, men hann taldi tey ikki. Hann eygleiddi bara forsetan í kikarasiktinum og bíðaði eftir, at hann bleiv raktur í høvdið. Hann sá væl, at hann var raktur, men framvegis var hann ikki raktur í høvdið, sum teir høvdu avtalað, og skjótt var ov seint, um avtalan skuldi haldast. Hann metti um støðuna og helt, at um hann ikki skeyt, so fór tað heila at miseydnast. Hann hugsaði skjótt og gjørdi av at skjóta.

Hann hevði fylgt forsetanum við kikarasiktinum allan vegin. Eitt stutt bil var bilurin aftan fyri eitt avlangt skelti, men tað var so skjótt, at hann kom undan aftur, og tá sá Files, at hann var raktur. Hann tók hendurnar upp fyri hálsin og fór so smátt at søkka saman yvir móti konu síni. Datt hann niður í fangið á henni, fekk hann ikki skotið hann í høvdið. Forsetafrúan varnaðist, at okkurt var galið, og bendi seg eitt sindur inn yvir hann, sum um hon spurdi hann um okkurt. Fanans, hetta fór at enda galið. Hann var noyddur at skjóta, men tað fór at verða ringt at raka soleiðis, at frúan ikki eisini bleiv rakt. Skeyt hann ikki nú, so fór forsetin út úr Dealy Plaza uttan at vera raktur í høvdið. Rakti hann forsetafrúuna eisini, so mátti hann bara taka ta skoluna, ið fór at koma.

Hann skeyt. Hann siktaði eftir høgra eyga, men rakti eitt sindur longri uppi við høgra tinning. Kyksilvurkúlan sló forsetan aftureftir og gjørdi sítt arbeiði til lítar í einum ógvusligum bresti inni í høvdinum á forsetanum, ið gjørdi, at blóðsprænur og heilabitar fóru sendandi út á lúkuna á viðførisrúminum og víðari afturum á ein løgreglumann á motorsúkklu. Lívleysur sakk forsetin saman og datt niður í fangið á konu síni.
Nú mátti hann gera skjótt av! Hann trekti vápnið upp, so hann fekk fatur í tómu patrónini, beit í hana og setti hana á trægirðingina. Hann vendi jakka sínum við aftur, tók vápnið sundur og legði tað í kassan og stakk síðani kassan upp undir jakkan og fór til gongu. Alt í honum segði við hann, at hann skuldi renna, skunda sær av stað, men gjørdi hann tað, bleiv hann avdúkaður. Hann gekk leiðina, ið hann hevði valt sær, yvir til parkeringsøkið, har bilurin stóð.
Tá ið hann kom yvir til bilin, sá hann, at Roselli og Nicoletti sótu longu í bilinum. Hann læt seg úr jakkanum og tveitti hann niður í viðførisrúmið. Kassan við rifluni fjaldi hann í einum loyni- ligum rúmi undir instrumentbrettinum. „Koyr yvir til Good Luck- bensinstøðina,“ segði Nicoletti. Teir høvdu ikki avtalað, hvar teir skuldu fara eftir arbeiðið, men Files hevði ímyndað sær, at teir skuldu vera saman. Men hann spurdi ikki. „Var hatta ikki í so ógvusligt?“ spurdi Nicoletti. „Tú skeytst næstan høvdið av honum.“
„Eg metti, at um eg ikki skeyt, so hevði hann sloppið avstað,“ svaraði Files. „Kyksilvurkúlurnar gera hatta har; tær bresta.“ Tá teir komu inn á parkeringsøkið við Good Luck-bensinstøðina, fóru Nicoletti og Roselli yvir í ein annan bil og koyrdu avstað. Files hevði fingið boð um at koyra eina aðra leið til Chicago, og tá ið hann kom til býin, skuldi hann beinanvegin siga Nicoletti frá, at hann var komin upp á pláss.

Nú vóru nógv ár liðin síðani handan dagin. Hann hevði ong- ar vinir, familjan vildi ikki kennast við hann, og lívið handan fongsulsmúrarnar longdi ikki júst um lívið. Hvørja ferð hann skuldi fáa sær eitt glas av vatni, stóð hann og stardi niður í glasið og mátti seta dirvi í seg, áðrenn hann drakk. Klára vatnið við sínum radiumi var ikki ringt at fáa niðurum, men hugaligt var tað ikki. Kanska hann ikki hevði uppiborið annað enn dálkað vatn. Og bleiv ein klaga frá honum kanska tikin í álvara? Neyvan! Tað fór óivað at verða soleiðis, at hann fór at verða tikin av onkrum so gerandisligum sum vatni úr krananum. Men hann var klárur at fara. Skuldi tað verða her, so skuldi tað verða her. Skuldi tað ikki verða her, so skuldi tað ikki verða her.

 

 

 

Advertisements
Posted in: Stuttsøga