Vencil sum rák og reki

Posted on 25 november 2017

0


 

Perma_jpeg

Sunnudagin, 26. november klokkan 14.00 fer Vencil og alt hansara harkalið á pallin í Norðurlandahúsinum. Ein heilur tími stendur í navni Vencils.

Henda tíman fáa áhoyrararnir møguleika at hoyra, hvat ritstjórarnir halda um Vencil, tað verður ikki bara reyp, siga teir, og tøl verða løgd á borðið, har vit fáa at vita, hvat er í innihaldinum, hvussu síggja tølini út. Spurningar verða svaraðir, sum kanska nógv hava undrast á.

Eisini fáa vit ein upplestrarsmakk frá Vencli 18.

Tey, sum fara at lesa upp eru: Anna Sofía Jørgensen, sum fer at lesa stuttsøguna, “Kamparænarin”, sum vann eina stuttsøgukapping í Miðnámsskúlunum. Stuttsøgan er hennara fyrsta á prenti. Eisini fer Laura Joensen at lesa stuttsøguna, “Trappan hjá Robertson” eftir Ebbu Hentze. Laura hevur sjálv týtt. Heðin M. Klein hevur yrkingar við í Vencli 18., sum hann sjálvur hevur skrivað, og hann hevur eisini týtt eina yrking eftir íslendska skaldið, Steinn Steinarr. Spennandi verður at hoyra, hvat hann fer at lesa.

Hjartaliga vælkomin øll somul.

 

OMR/AÓD/VENCIL

Advertisements
Posted in: tíðindi