Ver sterk mín sál

Posted on 18 mars 2018

0


IMG_3941_edit_edit

Foto: Oddfríður Marni Rasmussen

Ver sterk mín sál

1905

Janus Djurhuus

Lagið hevur Kari Sverrisson skrivað

 

Ver sterk mín sál á køldu náttarvakt,

har eingi altarljós til gudar brenna,

har hvør ein vón av fannkava var takt,

og hjartað ongan hita meir kann kenna;

ver stór mín sál sum rúmdar kalda tøgn,

ið eina er, tá slóknar lívsins søgn.

 

Ver sterk mín sál á mjørkatungu ferð,

har tættar fylkjast um teg gráar gátur –

tín barnaflokkur – úttærdur hann er,

og sárur kennist hans sólsvangi grátur;

ver stór mín sál í dagsins royndarstund,

holl veitir nátt hin dreymaleysa blund.

 

IMG_3942_edit

Foto: Oddfríður Marni Rasmussen

 

Tey fara framvið

Janus Djurhuus

 

Tey fara framvið, á sumri í sól,

so vónrík og flúgvandi glað;

ein gullglæma sveipar og signar taðlið,

sum í vóndreymi sveimar avstað.

 

Ta lukku, ið ger tey so læandi løtt,

lívgevandi kærleikur ól,

hon kenst sum hitt unga áarsús,

hjá børnum av sumri og sól.

 

So hittast tey saman, tvey og tvey,

og skelvandi reiða sær ból –

men sorgsveipta náttin gav heystbleikan dreym,

ið várið og summarið fjól.

 

Tey fara framvið sum tað følnaða leyv,

ið miðleyst á heiðunum fleyg,

sum mammur, ið syrgja, tá dýrasta ogn –

børnini, ov tíðliga deyð.

 

IMG_3944_edit

Foto: Oddfríður Marni Rasmussen

 

Útlegd

Janus Djurhuus

 

Nær verður heimferð mín?

Tá ravnur flýgur í brúðarlín,

og reyniðrodnar av rósum og vín –

– tá verður heimferðmín –

 

Nær verður heimstund sæl?

Tá Pan sær skemtar viðfloytuspæl,

og dísar dansa um fjalladal –

– tá verður heimferð sæl –

 

Nær man eg fjøllini sjá?

Tá móðir mín veittrar handan á

við mildum brosi og baldursbrá –

– tá fyrst – fyrstani tá.

 

 

IMG_3946_edit

Foto: Oddfríður Marni Rasmussen

Songur um lívið

Janus Djurhuus

 

Blíð byrjar lívsins siglingsferð

barnarøddir umborð

so við eitt eru flesjar og sker,

lúnskir boðar og undirgerð

– alt í sorl og í sor –

– uttan søgu og spor –

– grá eru mannakor –

 

Vón vekur lívsins siglingsferð

sveinar og sprund umborð

bróta tá brátt um flesjar og sker

lúnskir boðar og undirgerð

– alt í sorl og í sor –

– grátur í suður og norð –

– sár eru mannakor –

 

Strúkandi lívsins siglingsferð

reystmenn og brøgd umborð

boðabrot um flesjar og sker,

sjóvaródn, hav og gjálv og gerð

– alt í sorl og í sor –

– myrkur og niður og norð –

– mein eru mannakor –

 

Fullfíggjað lívsins siglingsferð

aldrandi manning umborð

mutlar milt um flesjar og sker,

vestfallið líðandi hagar ber

– gnaddast so smátt í sor –

– glógva ei minni og orð –

– grá eru mannakor –

 

Geislandi lívsins siglingsferð

skaldamanning umborð

syngjandi sær hon flesjar og sker,

óttast ei hav og gjálv og gerð

– fer so í sorl og í sor –

– skapti tó søgu og orð –

– stór eru mannakor –

 

OMR

Advertisements
Posted in: ikki bólkað