Minst til at lata inn til Vencil

Posted on 24 juni 2018

0


Ja, so nærkast innlatingafreistin aftur. 1. august 2018 skulu tekstirnir vera Vencli í hendi.

Hvør kann senda inn tilfar?

Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt.

Treytir fyri upptøku er, at talan er um skaldskap á bundnum ella óbundnum máli, uppíroknað essays, ella stutt ummælir av nýggjari føroyskum skaldskapi, og at tað er væl og virðiliga arbeitt ígjøgnum og stórt sæð liðugt, áðrenn tað verður sent okkum.

Teksturin, sum verður sendur inn skal verða sendur teldutøkur til vencil@vencil.fo.

Síðani gera vit viðmerkingar til tekstin og senda hann aftur, so at høvundurin kann arbeiða tekstin lidnan.

Snoopy

OMR/AÓD

Advertisements
Posted in: ikki bólkað