Vencil 19. komin

Posted on 23 november 2018

0


Bókadagar eru, og tað merkir, at Vencil eisini er komin. Hann varð liðugur seinnapartin í dag, og fer at liggja klárur Bókadagarnar. Vencil hevur tiltak á Bókadøgunum í morgin klokkan 14.00. Tiltakið eitur Ginsberg, Gunnar og Vencil. Bergur Djurhuus Hansen fer at tosa um yrkingina Ýl, og týðingina hjá Gunnari Hoydal, sum hevur 14 ár á baki. Yrkingin verður eisini lisin upp. Síðani sleppa tey, sum ragga sær niðan í Norðurlandahúsið eisini at smakka nakrar av góðu tekstunum, sum eru við í Vencli nítjanda.
Tíanverri var Vencilin ikki liðugur fyrr enn seinnapartin í dag, og tí mugu haldararnir geva tol og bíða eitt sindur, til hann liggur í postkassanum. Tey á Bókamiðsøluni fara at pakka hann og senda hann sum skjótast.

Advertisements
Posted in: ikki bólkað