So er Vencil 15. klárur!

Tá ið langt er millum snapsarnar, eru trý sløg av fólki til: tey, sum sita og tutla í krókunum, um at her dettur man ikki av, tey, sum rýma avstað, og tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Vónandi eru tit tey seinnu; tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Nú er skeinkjarin klárur aftur, og glasið fer víðari.

Leingi hevur verið bíðað eftir Vencli. Tað má sigast. Ongin umbering er fyri, hví hann er so seinur á veg. Bara ein steðgur, ein umhugsunartíð, ein ósjónligur millumleikur. Ongin harmaleikur. Bara ein steðgur.

Vit fara nú aftur at arbeiða regluliga við Vencli. Fimtan Venclar eru higartil gjørdir. Í hesum Venclum eru umleið 1600 blaðsíður við dygdargóðum skaldskapi, sum hava sín uppruna í móðurmálinum, og sum eru fluttir úr einum fremmandum máli og í okkara fagra móðurmál – 1600 síður við yrkingum, stuttsøgum, ritroyndum og fotomyndum. 15 snøggar permur eftir 15 ymisk listafólk, sum flestar eru prentaðar í samstarvi við ótrúligu fólkini á Steinprenti.

Um stutta tíð kemur Vencil 15. út. Síðani fara vit undir at gera ein Vencil um árið og ikki tveir, sum vanligt hevur verið. Tann fyrsti kemur út í oktober í ár, og tann næsti kemur í oktober í 2016.

Vit umbera fyri seinkanina, og vit vóna so inniliga, at tit fara at taka eins væl móti Vencli eftir sólarmyrkingina sum tit gjørdu undan sólarmyrkingini.

Við fagrastu venclakvøðu

Arnbjørn & Oddfríður

Advertisements
Be the first to start a conversation

Íkast ella viðmerking til grein

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s