Browsing All Posts filed under »hugleiðingar«

Altjóða yrkingadagur og eitt lokalt róp

mars 21, 2014

0

Eg havi tey seinastu mongu árini undirvíst í bókmentum í fólkaskúlanum. Serliga væl dámar mær at undirvísa í yrkingum, hetta inniligasta, ærligasta, bæriligasta og tignarligasta av øllum tekstasløgum. Tá ið eg taki eina yrking fram til næmingarnar at greina og tulka, er ógvuliga vanligt, at tey huffa og suffa og onkur grenjar og tútar um, […]

Upplesturin í Kálvmannarætt

juni 18, 2013

0

Í gjár, tann 17. juni, tjóðardag íslendinga, tá fylti amerikanski yrkjarin og týðarin, Ron Padgett , (f.1942) 71 ár. Hann er sostatt ein dag eldri enn Sir Paul McCartney. Ron Padgett hevur givið út yrkingasøvn, hann hevur skrivað ritroyndir um at læra ung at skriva skaldskap, hann hevur skrivað undirvísingartilfar, og eisini hevur hann millum […]

Jóanes Nielsen 60 ár

apríl 5, 2013

0

Í dag fyllir skaldið, verkamaðurin, samfelagsrevsarin, øsingarmaðurin og menniskjað, Jóanes Nielsen, 60 ár. Jóhanes Nielsen er føddur 5/4 1953. Hann skrivar soleiðis um seg sjálvan á heimasíðuni hjá rithøvundafelagnum (www.rit.fo): Eri farin undir seinnapartin av lívinum, og gangi framvegis í skúla. Fyrstu sjey árini lærdi eg úti á Landavegsleiðini. Næstu sjey árini í stóran mun […]

A HUMUMENT

september 11, 2012

0

Kennir tú tað, at tú hevur lisið um eina bók í ørðum bókum, og tú hevur lisið á netinum um bókina, og tú kennir nógv úr bókini, og tú veit, hvussu hon er vorðin til, hvat hon er um, men bókina sjálva hevur tú ikki fingið fatur á? Eg visti tað! Tú kennir eisini til […]

Niels Jákup á Bókadeildini í 25 ár

august 30, 2012

0

Tá ið eg var níggju ár, var ikki so lætt at fáa eina føroyska bók í hondina, sum tað er í dag. Yngri sonur mín er níggju ár, og hann hevur longu lisið eina rúgvu av føroyskum bókum. Nógvar fleiri, enn eg hevði lisið, tá ið eg var á hansara aldri. Eldri sonurin, ið er […]

Einfeldin í orðum

august 9, 2012

1

Øll, sum eru áhugað í yrkingum, spyrja ofta seg sjálv, hvat er við hesum tekstaslagi, ið fær okkum at dyrka tað? Til hetta kunnu vit spyrja garnarnar úr okkum, men eg rokni ikki við, at vit nakrantíð semjast – tíbetur. Hvat er tað, sum ger, at ein yrking er góð? Soleiðis kunnu vit spyrja, og […]

Íblástur og úrblástur

november 9, 2011

0

Vit hava biðið nakrar hvøundar um at huglaeiða um íblástur. Fyrsta royndin er eftir Katrina Reinert. Myrkur, regn og stormur úti. Liðið er væl út á heystið. Hann oysir úr sær, ruskar í takskeggið og hvínir undir vaðingini. Í teldupostbrævkassanum liggur eitt bræv frá í gjár við áheitan um at skriva um íblástur. Blástur úti […]