Browsing All Posts filed under »ikki bólkað«

Bókadagar

november 20, 2017

0

Vikuskiftið, sum nú kemur, verður stóra bókavikuskiftið. Komandi vikuskiftið verða bøkurnar, orðini og høvundarnir handan orðini í Norðurlandahúsinum. Fyri tann bókagóða er hetta sum at sleppa einum lesihesti inn í bókastallin. Sjálvandi er Vencil eisini á skránni. Sunnudagin klokkan 14.00 kunnu tit fáa nógv gott at vita um Vencil, og upplestur verður eisini. Nærri skrá […]

Føroyskar yrkingar á enskum

oktober 4, 2017

0

Aftur hevur Randi Ward týtt føroyskar yrkingar. Hesa ferð fyri nettíðarritið, Plume. Nú hevur Randi týtt yrkingar eftir Daniellu Louisu Andreasen, Sissal Kampmann, Vónbjørt Vang, Oddfríð Marna Rasmussen, Guðrið Helmsdal og Tórodd Poulsen. Sum týðari er Randi sjáldsama nærløgd, og hon rakar tónan og innihaldið væl.   Týðingarnar kunnu lesast her.     OMR

Tøgn

juni 27, 2017

0

Tøgn Faðir plagdi at siga: “Fólk, ið duga sær hógv, steðga ikki leingi, veri tað seg í grøvini hjá Longfellow ella í glasblómuhøllini í Harward. Lítandi á seg sjálvi sum kettan – ið dragsar fongin avsíðis, og lini halin á rottuni darlar úr kjaftinum sum ein lissa – dámar teimum viðhvørt einsemið og eru kanska […]

Framsýning við Williami Heinesen

mai 3, 2017

0

William Heinesen- Myndlistamaður mai – 23. juli 2017 Listasavn Føroya Fríggjadagin 5. mai kl. 16 letur framsýningin “William Heinesen – Myndlistamaður” upp á Listasavni Føroya. Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin. Malan Marnersdóttir, professari, setur framsýningina. Svaboino við Angeliku Nielsen og Ólavi Jakobsen spæla nøkur løg. Savnið bjóðar ábit. Øll eru vælkomin.   Um framsýningina: William […]

Tríggjar yrkingar

mars 29, 2017

0

Í gjár, 28. mars, hevði Karsten Hoydal fylt 105 ár. Vit kenna øll Karsten sum yrkjaran við sínum heilt serstaka, lýriska universi málar náttúruna inn í menniskjaligar kenslur. Yrkingar hansara spenna víða. Kanska vit ikki altíð hava givið okkum far um politiska menniskjað, Karsten, og tær politisku yrkingarnar, sum hann skrivaði undir krígnum, og sum […]

Paterson

februar 1, 2017

0

Nýggi filmurin eftir amerikanska filmsleikstjóran, Jim Jarmusch varð sýndur í Havnar bio í kvøld. Yrkingarnar til filmin hevur Ron Padgett skrivað. Her eru yrkingarnar.   Love Poem We have plenty of matches in our house. We keep them on hand always. Currently our favorite brand is Ohio Blue Tip, though we used to prefer Diamond […]

Føroyar heiðra

januar 26, 2017

0

Mikudagin 25. januar heiðraðu Føroyar trý listfólk. Í samkomu í Seglloftinum handaði mentamálaráðharrin hesar virðislønir við hesum grundgevingum. Hjartaliga til lukku tit Rúni, Jan og Fríða og Anna Malan. Hjartaliga til lukku Føroyar! Mentanarvirðisløn Landsins 2016 verður latin Rúna Brattaberg, operasangara Síðan aldarskiftið hevur Rúni Brattaberg virkað sum operasangari við operaleikhús kring stóran part av […]

Gleðilig jól

desember 25, 2016

0

Góðu tit øll. Vencil ynskir tykkum eini gleðilig jól. Óansæð, hvussu tit so hava tað við hesi høgtíð, so er tíðin komin, hóast ódnir berja landið og onkur líka haðrliga sum ódnirnar vísir, hvussu einsemið fer við menniskjum, so er tíðin komin. Jólini eru her, og hvørki garnatálg ella reyðkál ella snapsur ella annað leskiligt […]

Dagbókabløð

desember 2, 2016

0

Dagbókabløð Ebba Hentze Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð týddu   1 At sita á einum vongi høgt uppi. Trygd og ótti fyri at detta ígjøgnum óskygt myrkur ímóti mánans rísandi ljósi á vatninum, knúsa speglið og doyggja móti hørðum sorta. Løgnir fiskar fara at koma og eygleiða eina friðarspillu. Tað storknaða voksið sleppir […]

Vencil seytjandi er nú komin!

november 25, 2016

0

Nú veturin hevur fastatøkur á okkum, og skiftandi veðurløg leggja løgnar tankar í sinn, tá er gott at hava eina góða bók at lesa. Tú veitst ongantíð, hvat kann henda! ”Tað var ein tíð, tá ið eg hugsaði nógv um axolotlar. Eg vitjaði teir í sjósavninum í Jardin des Plantes og varð standandi í tímar […]