Góðu tit øll. Vencil ynskir tykkum eini gleðilig jól. Óansæð, hvussu tit so hava tað við hesi høgtíð, so er tíðin komin, hóast ódnir berja landið og onkur líka haðrliga sum ódnirnar vísir, hvussu einsemið fer við menniskjum, so er tíðin komin. Jólini eru her, og hvørki garnatálg ella reyðkál ella snapsur ella annað leskiligt […]
desember 2, 2016
Dagbókabløð Ebba Hentze Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð týddu 1 At sita á einum vongi høgt uppi. Trygd og ótti fyri at detta ígjøgnum óskygt myrkur ímóti mánans rísandi ljósi á vatninum, knúsa speglið og doyggja móti hørðum sorta. Løgnir fiskar fara at koma og eygleiða eina friðarspillu. Tað storknaða voksið sleppir […]
november 25, 2016
Nú veturin hevur fastatøkur á okkum, og skiftandi veðurløg leggja løgnar tankar í sinn, tá er gott at hava eina góða bók at lesa. Tú veitst ongantíð, hvat kann henda! ”Tað var ein tíð, tá ið eg hugsaði nógv um axolotlar. Eg vitjaði teir í sjósavninum í Jardin des Plantes og varð standandi í tímar […]
november 21, 2016
Í morgun frættust so tey feigdarboð, at Jan Sonnergaard var deyður av hjartaslagi, bara 53 ára gamal. Forleggjari hansara, Johannes Riis, skrivaði í morgun, at Jan hevði verið á bókaturne í Beograd, og tá ið bókin skuldi leggjast fram, kom ongin Sonnergaard. Seinni varð hann funnin lívleysur á gólvinum í íbúðini. Jan Sonnergaard var føddur […]
august 13, 2016
Turið Sigurðardóttir fylti 70 ár í gjár. Hesa yrkingina yrkti eg til 60 ára føðingardag hennara. Nakrar fláir eru lægstar til, men yrkingin hevur enn týdning. Hjartaliga til lukku við degnum, merkiskvinna. Fláirnar Tú tendrar lummalyktina og lýsir tað, sum tú ongantíð hevur sæð. Tað, sum hvarv í myrkrinum er enn til staðar, […]
juli 16, 2016
Eitt er at fáa eitt hugskot til eina yrking, eitt annað er at skriva hana niður og geva henni skaldsligar eginleikar, eitt triðja er at geva hana út til ein lesara, og tað fjórða, tað sum eg her fari at umrøða, tað er at lesa yrkingina upp. Ikki øll duga at lesa yrkingar upp. Verri […]
juli 15, 2016
Nice meðan blóðugu klæðini torna í tungheitu náttini í Nice ganga tankar heimleysir vilstir og spyrja um veg leita eftir orðum sum fáa blómur at spretta úr stadnandi blóði Oddfríður Marni Rasmussen
juli 12, 2016
Rithøvundar hita upp leygardagin á G! Kl. 15-16.30. Áðrenn konsertirnar byrja á sandinum bjóða rithøvundar poetiska rundferð í Syðrugøtu, har lisið verður á svalum, á trappusteinum og undir onkrum snóri. Um illa viðrar, verður farið inn í stovurnar at lesa. Tveir rithøvundar lesa upp á hvørjum staði, umleið 10 minuttir hvør, síðan verður gingið til […]
juni 22, 2016
Í 2007 gav Randi Ward út framúr góða yrkingasavnið, meditations on salt. Yrkingasavnið var skrivað á føroyskum, norskum og enskum, og Randi Ward, sum eisini er fotografur tók myndirnar í savninum. Randi hevur havt fleiri yrkingar við í Vencli. Tað, sum eyðkennir yrkingarnar er, at tær eru stuttar og tættar, og ikki ein bókstavur stingur út ella […]
juni 21, 2016
útlagin (ein yrking um menniskju) bylgjur bróta børn blá sum køld eygu flóttar flóta sum fingramerki á villum reikandi vatndropa bjargingarvestar sum tigandi tungur millum sandkornini á ræddarbandi mínum Oddfríður Marni Rasmussen
desember 25, 2016
0