Browsing All Posts filed under »kjak«

Listin í reinsanareldinum

juni 24, 2014

0

Eitt tað størsta framtak innan mentanarkjakið tey seinastu fýra árini, hevur verið ein persónligur og onkuntíð privatur bloggur. Tær báðar Kinna Poulsen og Inger Smærup Sørensen hava við sínum meiningum, greiningum, ummælum, frámælum, viðmælum, ferðafrásøgnum, jólakalendarum og mongum øðrum, góðum greinum lagt trýst á eitt stirvið og eintýðugt kjak um list, mentanarpolitikk og annað. Vit […]

Einfeldin í orðum

august 9, 2012

1

Øll, sum eru áhugað í yrkingum, spyrja ofta seg sjálv, hvat er við hesum tekstaslagi, ið fær okkum at dyrka tað? Til hetta kunnu vit spyrja garnarnar úr okkum, men eg rokni ikki við, at vit nakrantíð semjast – tíbetur. Hvat er tað, sum ger, at ein yrking er góð? Soleiðis kunnu vit spyrja, og […]

Tað sum sigast má

apríl 10, 2012

0

Í kjalarvørrinum á yrkingini “Was gesagt werden muss” eftir Günther Grass, sum hevur staðið í útlendskum bløðum, hevur tikið seg upp eitt hart tiltrongt kjak um innihaldið og formin í tí, sum Günther Grass hevur at siga um gýðingahatur og kjarnorkustøðuna í Ísrael og Iran. Eisini hevur verið tosað nógv um samfelagsligu støðuna hjá rithøvundum. […]