Í dag fyllir ein av best umtóktu og mest lisnu prosa- og essayhøvundum føroyinga seinastu mongu árini, Oddvør Johansen, 75 ár. Fyrsta bókin hjá Oddvør Johansen var Lívsins summar, sum kom í 1982, og fyri hana fekk hon longu í 1983 Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fyri. Somu virðisløn fekk hon aftur í 2002, […]
apríl 5, 2015
Klaus Rifbjerg, ein av virknastu og mest umstríddu donsku rithøvudunum í nýggjari tíð, er deyður, 83 ára gamal. Tað sigst, at tá ið Rifbjerg eina ferð varð spurdur, hvat hann hevði gjørt, um hann varð raktur av skriviblokering, tá svaraði hann, at hann hevði skrivað eina bók um tað. Tá hevði hann givið út einar […]
mars 31, 2015
Tá ið langt er millum snapsarnar, eru trý sløg av fólki til: tey, sum sita og tutla í krókunum, um at her dettur man ikki av, tey, sum rýma avstað, og tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Vónandi eru tit tey seinnu; tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Nú er skeinkjarin […]
oktober 26, 2013
Myndir frá bókmentatiltakinum, sum var á Bókasavninum við Løkin fríggjakvøldið 25. oktober í sambandi við mentanarvikuna í Runavík. Kjartan Hansen debuteraði í Vencli í Vencli nr. 2/2007, og hann hevur síðan tá havt bæði yrkingar og stuttsøgur í Vencli. Kjartan gjørdist vinnari, tá ið fyrsta føroyameistaraheitið í Poetry Slam varð hildið í 2010. Vit hava […]
juli 24, 2013
Licentia Poetica – yrkingaupplestur á ólavsøku Hjá flestum fólkum er ólavsøkan ein høgtíð, har alt er tilrættalagt frammanundan. Eitt tiltak av teimum mongu, sum fara at lita ólavsøkuna, verður ólavsøkudag tann 29. juli. Tað eru Føroya Fólkaháskúli og Vencil, sum skipa fyri yrkingaupplestri á trímumu støðum. Vit eiga nógvar góðar yrkjarar í Føroyum, og teir […]
juni 25, 2013
Blóman Sum blóman elvi eg til spenning í einum skógi har eingin ferðast trúgvi eg. Hvørt sár er fullkomið, læsir seg inni í eini lítlari lítillætnari blómu, elvir til pínu. Pína er ein blóma sum hon, sum henda, sum hon, sum henda. Robert Creeley (1926.2005) Alexandur Kristiansen týddi. Yrkingin stendur í bókini Veingir, 99 týðingar […]
juni 18, 2013
Í gjár, tann 17. juni, tjóðardag íslendinga, tá fylti amerikanski yrkjarin og týðarin, Ron Padgett , (f.1942) 71 ár. Hann er sostatt ein dag eldri enn Sir Paul McCartney. Ron Padgett hevur givið út yrkingasøvn, hann hevur skrivað ritroyndir um at læra ung at skriva skaldskap, hann hevur skrivað undirvísingartilfar, og eisini hevur hann millum […]
juni 3, 2013
Ein av yrkjarum heimsins, sum hevur havt størstu ávirkan á heimsskaldskapin, er helst tann hárfagri og lívligi jødin, Allen Ginsberg. Hann hevði í dag fylt 87 ár. Ikki skal gerast nógv burtur úr tí her. Vit lata hann sjarmera seg fram í nøkrum fáum útvaldum klippum av jútúb. OMR
apríl 10, 2013
Tóroddur Poulsen er ein virkin høvundur. Tað má sigast. Tað fer ikki árið aftur við borðinum og ongin bók eftir Tórodd prýðir útgávutølini. Í fjør legði hann eftir seg tvey góð og ógvuliga ymsik yrkingasøvn, sum bæði vórðu ummæld her: Avgyrgingar, ummæli Heimvitisferðin, ummæli Komandi fríggjadag, tann 12. apríl, kemur Tóroddur so aftur við einum […]
apríl 9, 2013
Fyri okkurt um einum mánaði síðani ringdi Jóanes Nielsen til mín og spurdi, um eg kundi taka hann upp á band, meðan hann las nakrar yrkingar. Ein japansk kvinna, Chiako Kaiho nevnd, hevði týtt nakrar yrkingar til eitt japanskt tíðarrit, og hon vildi hava eina ljóðfílu við, har Jóanes las tríggjar yrkingar. Eg fór við […]
oktober 30, 2016
0