Browsing All Posts filed under »temu«

Norðurlandadagur

mars 23, 2014

0

Úr øllum ættum koma vindar Orð: Rasmus Effersøe Lag: Till Østerland vill jag fara.   Úr øllum ættum koma vindar, tó ættin ein mær dámar best, hon fór ímillum fjallatindar, har sum eg havi vinfólk flest.   Kom, sveima, mjúki vestanvindur, út yvir akrar, gjøgnum skógv! Tú svalir hjarta mítt eitt sindur, tú minnir meg […]

Altjóða yrkingadagur og eitt lokalt róp

mars 21, 2014

0

Eg havi tey seinastu mongu árini undirvíst í bókmentum í fólkaskúlanum. Serliga væl dámar mær at undirvísa í yrkingum, hetta inniligasta, ærligasta, bæriligasta og tignarligasta av øllum tekstasløgum. Tá ið eg taki eina yrking fram til næmingarnar at greina og tulka, er ógvuliga vanligt, at tey huffa og suffa og onkur grenjar og tútar um, […]

Listametingar

september 14, 2013

0

Hesin listin við útsøgnum er til lesarar og rithøvundar at máta sín listarliga smakkisans. Útsøgninrnar, ið verða valdar, kunnu setast saman til ein endaligan smakk um tann góða rithøvundin, listafatan, mál í skaldskapi, stíl, tekstsins endamál og veruleika.    Vel fýra av fylgjandi útsøgnum   1:   Tann góði rithøvundurin er hann, ið hevur vant seg […]

Licentia Poetica í myndum

juli 30, 2013

0

OMR

Ferðist við Vencli

juni 29, 2013

0

Hetta er tíðin, tá ið flest fólk plaga at fara í summarfrí. Tíðin, tá ið vit seta ferðina niður og slappa meir av. Vit vilja fegin síggja heimin. Vilja út. Ymiskt er, hvagar fólk fara at ferðast. Summi fara í útlond, í aðrar mentanir. Onnur ferðast í egnum landi. Vit fara við hesum at heita […]

Per Aage Brandt – altíð væl upplagdur

mai 6, 2013

0

Per Aage Brandt er semiotikari. Hann hevur undirvíst í fleiri londum. Eisini hevur hann givið út fleiri yrkingasøvn, ritroyndarsøvn og hevur undirvíst í Rithøvundaskúlanum í Keypmannahavn. Her er ein maður, sum dugir at teoretisera um alt millum himmal og jørð. Fer hann í gongd, so er hann ikki til at støðga. Her eru nakrar upptøkur […]

Góð ráð til ungar høvundar

apríl 16, 2013

0

Á heimasíðuni poets.org er mangt gott at finna. Nógvar góðar greinar og nógvar góðar yrkingar, ið góðir yrkjarar hava ríkað heimin við. Tey, ið umsita heimasíðuna, hava í seinastuni havt ein tátt, tey nevna “Advice to young poets”. Hetta er kendir høvundar, ið geva minni kendum, ungum høvundum góð og løgin ráð um, hvussu tey skulu leggja […]

Altjóða yrkingadagur

mars 21, 2013

0

“Yrkingar eru ein tann reinasta framsøgnin í málsligum frælsi. Yrkingin er ein lutur av samleikanum hjá menniskjum og hon gevur skapanaorkuni í eini mentan skap, tí at hon kann áhaldandi endurnýggjast.” Soljóðandi er boðskapurin hjá aðalstjóranum í UNESCO, Irina Bokova, í dag, altjóða yrkingadagin hjá UNESCO. Soleiðis skrivaði eg um at yrkja í grein her […]

Sylvia Plath

februar 11, 2013

0

Í dag, 11. februar, eru 50 ár síðani The Beatles gav út fyrstu plátuna við tí tirrandi heitinum, Please, please me. Sama dag fyri 50 árum síðani, stakk ein sinnisliga niðurundirkomin Sylvia Plath høvdið inn í ovnin og tók sítt egna lív. Hon verður mett sum ein av stóru yrkjarunum í nýggjari tíð. Um morgunin […]

Jodok letur heilsa

november 1, 2012

0

Nógv halda, at tað at skriva bara er um at skapa tekstin, rætta hann til, prenta hann og geva hann út. Soleiðis er ikki. Ein stórur partur av rithøvundavirkinum og verkinum er, at hann verður lisin upp fyri almenninginum. Ymiskt er, hvussu væl fólk duga at lesa upp ein tekst. Tað er bara Tóroddur Poulsen, […]