Browsing All Posts filed under »temu«

Mánamaðurin

august 25, 2012

0

Neil Armstrong (1930-2012) er farin, og hesa fer er hann ikki farin upp á mánan. Hesin søguligi persónur er farin foldum frá. Maðurin, ið segði: That’s one small step for [a] man, one giant leap for mankind, tá ið hann sum fyrsta menniskja traðkaði á yvirflatan á mánanum, hevur verið ímyndin av, hvat ið menniskja […]

Randi í Beloit Poetry Journal

august 19, 2012

0

Randi Ward hevur havt fleiri yrkingar við í Vencli. Eisini hevur hon tikið rithøvundaportrett av Gunnari Hoydal, Steinbjørn B. Jacobsen, sála, Oddvør Johansen, Jens Paula Heinesen, sála og øðrum, sum vit hava prentað í Vencli nummar 9. Randi Ward er flutt úr føroyum, og býr hon nú í Íslandi, har hon starvast við síni list. […]

Skúlayrkingar

august 14, 2012

0

Nú fara børn og ung aftur í skúla, og lærarar fara at geva framtíðar føroyingum nógv gott í beinið og í heilan, sjálvandi. Um nakrar dagar kemur lív í aftur bý og bygd, tá ið glaðir ungdómar fara í skúla. Tvætl! Eg veit ógvuliga væl, at teir fara ikki at orka út undan dýnuni so […]

Einfeldin í orðum

august 9, 2012

1

Øll, sum eru áhugað í yrkingum, spyrja ofta seg sjálv, hvat er við hesum tekstaslagi, ið fær okkum at dyrka tað? Til hetta kunnu vit spyrja garnarnar úr okkum, men eg rokni ikki við, at vit nakrantíð semjast – tíbetur. Hvat er tað, sum ger, at ein yrking er góð? Soleiðis kunnu vit spyrja, og […]

Hetta er ikki ein flaggrøða eftir Carl Jóhan Jensen

apríl 25, 2012

4

  Røðan á Vaglinum 25. apríl 2012   Lat meg siga tað beinanvegin: Hetta er ikki ein flaggrøða. Og nú tað er sagt fari eg at leggja fyri við trimum minnisbrotum. Tað fyrsta haðani av Vaglinum. Tað var einaferð tíðliga í trýssárunum. Eg var lágur í gøtuni enn. Hátíðardagur mundi vera, kanska var hetta á […]

Íblástur og úrblástur

november 9, 2011

0

Vit hava biðið nakrar hvøundar um at huglaeiða um íblástur. Fyrsta royndin er eftir Katrina Reinert. Myrkur, regn og stormur úti. Liðið er væl út á heystið. Hann oysir úr sær, ruskar í takskeggið og hvínir undir vaðingini. Í teldupostbrævkassanum liggur eitt bræv frá í gjár við áheitan um at skriva um íblástur. Blástur úti […]