Browsing All Posts filed under »tíðarrit«

Vencil á veg til haldararnar

desember 5, 2016

0

Onkur haldari heldur kanska, at djórið, sum prýðir permuna á nýggjasta Vencili, djórið kallast ein Axolotlur, heldur átti at verið eitt jólatrøll, nú Vencil framvegis ikki er komin fram til sínar trúgvu haldarar. Og tað við góðari grund, tí Vencil hevur longu fingist til keyps í bókahandlunum í meira enn eina viku. Vit útgevarar mugu taka […]

Vencil 15. leingi livi!

apríl 25, 2015

0

Vencil 15. leingi livi! Í eitt ár hava Føroya fólk bíðað eftir, at Vencil nummar 15 skal koma út. Sum dagarnir, vikurnar, mánaðirnir eru gingnir, so hevur sást á fólki, at tey eru vorðin meira og meira tómoygd, hava gingið í blindum, tí at ikki var tað gamalt at bíða eftir Vencli. Men fattið bringu, […]

So er Vencil 15. klárur!

mars 31, 2015

0

Tá ið langt er millum snapsarnar, eru trý sløg av fólki til: tey, sum sita og tutla í krókunum, um at her dettur man ikki av, tey, sum rýma avstað, og tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Vónandi eru tit tey seinnu; tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Nú er skeinkjarin […]

Fyrsti árligi Varðin

mars 5, 2014

0

Fyrsti Varði í ár er á tremur við góðum akademiskum og tónleikatilfari Hesaferð hava vit fjølbroytt úrval av yrkingum, ið allar eru hegnisliga fluttar yvir í føroyskt. Haraftrat presentera vit grein um nationalismugransking eftir Kim Simonsen, ið er doktari og phd-úrmælingur. Eisini hava vit eina aðra grein, ið er fyri teir lesarar, ið duga á […]

Vencil á íslendskari appu

oktober 26, 2013

0

Nógv verður gjørt burturúr fyri at koma framat so mongum lesarum sum gjørligt. Eitt er at geva út eitt skaldskaparrit sum Vencil, eitt annað er at fáa boðini so langt út í verðina sum gjørligt. Higartil hava søgur, yrkingar og ritroyndir eftir 150 rithøvundar úr 22 londum staðið í Vencli, 32 týðarar hava týtt søgur […]

Varðin, bind LXXX

august 30, 2013

0

  Í Varðanum hesaferð taka vit yrkingar úr eystri og úr vestri. Vit hava sera góðar yrkingar úr Estonia, Norra, Føroyum, Belgia, Íslandi, Russlandi og Bulgaria. Eisini er samfelagskjak úr Bretlandi og Føroyum, millum annað kjak um skrásett parlag úr seinasta Varða. Og so er ikki neyðugt at siga, at vit sjálvandi eisini hava nýskrivaðan […]

Vencil er á gáttini

mai 31, 2013

0

Tíðliga í komandi viku, fer henda perman at finna innmatin á Vencli, og so eru teir ein heilskapað eind. Motivið á permuni er úr søguni “Flugurnar” sum William Heinesen hevur skrivað. Eyðun Waagstein hevur týtt. Nógvir aðrir góðir tekstir eru eisini við. Sjálvandi. Ein søga eftir Mark Twain, sum Gunnar Hoydal hevur týtt, er eisini […]

Fjalir

apríl 10, 2013

0

Tóroddur Poulsen er ein virkin høvundur. Tað má sigast. Tað fer ikki árið aftur við borðinum og ongin bók eftir Tórodd prýðir útgávutølini. Í fjør legði hann eftir seg tvey góð og ógvuliga ymsik yrkingasøvn, sum bæði vórðu ummæld her: Avgyrgingar, ummæli Heimvitisferðin, ummæli Komandi fríggjadag, tann 12. apríl, kemur Tóroddur so aftur við einum […]

Jóanes Nielsen á japanskum

apríl 9, 2013

0

Fyri okkurt um einum mánaði síðani ringdi Jóanes Nielsen til mín og spurdi, um eg kundi taka hann upp á band, meðan hann las nakrar yrkingar. Ein japansk kvinna, Chiako Kaiho nevnd, hevði týtt nakrar yrkingar til eitt japanskt tíðarrit, og hon vildi hava eina ljóðfílu við, har Jóanes las tríggjar yrkingar. Eg fór við […]

Føroyskir høvundar í The Island Review

februar 24, 2013

0

Randi Ward er amerikanskur høvundur og fotografur, sum hevur búð í Føroyum og í Íslandi, tey seinastu 10 árini. Tað er hon, sum hevur skrivað hesa fínu eygleiðing í The Island Review. Hon leggur út við at siga eitt sindur um, hvør politiska støðan er í dag, hvussu hon hevur verið og greiðir einum lesara, […]