Browsing All Posts filed under »tíðindaskriv«

Vencil 18. er komin

november 23, 2017

0

  Hetta er tíðin, tá ið føroysku lesihestarnir draga bøkurnar heim. Forløgini hava spílað seg út, og tey royna tað dýrasta tey eru ment at fáa allar bøkurnar út til bókadagarnar, sum verða hildnir síðsta vikuskiftið í november. Á hvørjum ári kunnu lesihestarnir afturat øllum hinum bókunum gleða seg til, at ein nýggjur Vencil kemur […]

Nýggjur Varði

november 18, 2017

0

Ársins seinna hefti av Varðanum er komið út. Mentanarritið er sent til haldarar og verður í bókasølum í næstu viku. Millum greinarnar hesaferð eru portrettsamrøða við Tórodd Poulsen, grein um býarvøkstur í Havn eftir Erland Viberg Joensen, grein um føroyavinin John West eftir Óla Olsen og fyrilestur um norska tilknýtið hjá Hans Andriasi Djurhuus eftir […]

Djúpini

juli 7, 2017

0

Nýtt yrkingasavn um at vera tætt at menniskjum, ið eldast ella skulu doyggja   soleiðis leggur kroppurin seg niður á jarðarskorpuna sum jarðarskorpan ber kroppar sínar Hetta brotið úr savninum Djúpini eftir Vónbjørt Vang, sum Forlagið Eksil gevur út, er um tilverunar og náttúrunar vøkru og lívsjáttandi ringrás. Djúpini er eitt savn av prosalyriskum tekstum […]

Vencil 15. leingi livi!

apríl 25, 2015

0

Vencil 15. leingi livi! Í eitt ár hava Føroya fólk bíðað eftir, at Vencil nummar 15 skal koma út. Sum dagarnir, vikurnar, mánaðirnir eru gingnir, so hevur sást á fólki, at tey eru vorðin meira og meira tómoygd, hava gingið í blindum, tí at ikki var tað gamalt at bíða eftir Vencli. Men fattið bringu, […]

Mítt navn við hondskrift

juli 3, 2014

0

MÍTT NAVN VIÐ HONDSKRIFT upplestur, tónleikur og myndlist Orð: Lív Maria Róadóttir Jæger (FO) Tónleikur: Lasse Thorning Jæger (DK) Myndlist: Hanni Bjartalíð (FO)   LP-plátuútgáva fríggjakvøldið 4. juli 2014 klokkan 20 Steinprent, Skálatrøð 16, Tórshavn.   Mítt navn við hondskrift:ein verkætlan, sum umfatar upplestur, tónleik og myndlist. Í samstarvi við grafiska verkstaðin Steinprent kemur út […]

Fyrsti árligi Varðin

mars 5, 2014

0

Fyrsti Varði í ár er á tremur við góðum akademiskum og tónleikatilfari Hesaferð hava vit fjølbroytt úrval av yrkingum, ið allar eru hegnisliga fluttar yvir í føroyskt. Haraftrat presentera vit grein um nationalismugransking eftir Kim Simonsen, ið er doktari og phd-úrmælingur. Eisini hava vit eina aðra grein, ið er fyri teir lesarar, ið duga á […]

Oddfríður gevur út tvey yrkingasøvn

november 11, 2013

0

Oddfríður gevur út tvey yrkingasøvn Bókaframløga Í sambandi við, at Sprotin gevur út yrkingasøvnini: Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen og Tú veitst ongantíð eftir Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt, verður bókaframløga á Býarbókasavninum fríggjadagin 15. november klokkan 17:00. Oddfríður fer at lesa upp yrkingar aftur við basspæli frá Agnari Lamhauge, […]

Vencil við Løkin

oktober 23, 2013

0

Í sambandi við mentanarvikuna í Runavík, skipa Vencil og Bókasavnið við Løkin fyri bókmentatiltaki á bókasavninum fríggjakvøldið 25. oktober kl. 19-21. Á skránni verður upplestur og tónleikur, og ætlandi fer bókasavnið eisini at stovna lesiring hetta kvøldið. Tey sum fara at lesa upp, hava øll havt tekstir við í tíðarritinum Vencli, síðan fyrsta nummarið varð […]

Varðin, bind LXXX

august 30, 2013

0

  Í Varðanum hesaferð taka vit yrkingar úr eystri og úr vestri. Vit hava sera góðar yrkingar úr Estonia, Norra, Føroyum, Belgia, Íslandi, Russlandi og Bulgaria. Eisini er samfelagskjak úr Bretlandi og Føroyum, millum annað kjak um skrásett parlag úr seinasta Varða. Og so er ikki neyðugt at siga, at vit sjálvandi eisini hava nýskrivaðan […]

Útgávukonsert og bók

august 2, 2013

0

Útgávukonsert: The Absent Silver King  Komandi leygarkvøld 3. august verður útgávukonsert  í Sjónleikarhúsinum við The Absent Silver King. Bólkurin gevur út LP plátu og fløgu, sum teir hava upptikið live uppá tveir dagar í Studio Bloch við Benjamin Petersen sum ljóðmeistara. Heft at útgávuni er stuttsøgu- og yrkingasavnið hjá forsangaranum, Trygva Danielsen, sum seinasta árið hevur verið […]