Browsing All Posts filed under »tíðindaskriv«

Útgávukonsert og bók

august 2, 2013

0

Útgávukonsert: The Absent Silver King  Komandi leygarkvøld 3. august verður útgávukonsert  í Sjónleikarhúsinum við The Absent Silver King. Bólkurin gevur út LP plátu og fløgu, sum teir hava upptikið live uppá tveir dagar í Studio Bloch við Benjamin Petersen sum ljóðmeistara. Heft at útgávuni er stuttsøgu- og yrkingasavnið hjá forsangaranum, Trygva Danielsen, sum seinasta árið hevur verið […]

Tíðarfreist til Vencil

juli 26, 2013

0

Tíð er realtiv og absolutt. Vit kunnu sita saman við góðum fólki og hugna okkum inniliga, og áðrenn vit vita av, er klokkan vorðin alt ov nógv. Tá ið vit siga alt ov nógv, so bendir tað á, at vit vónaðu, at klokkan var minni, men tíðin fór undan okkum. Har sita vit so eftir […]

Licentia Poetica á ólavsøku

juli 24, 2013

0

Licentia Poetica – yrkingaupplestur á ólavsøku  Hjá flestum fólkum er ólavsøkan ein høgtíð, har alt er tilrættalagt frammanundan. Eitt tiltak av teimum mongu, sum fara at lita ólavsøkuna, verður ólavsøkudag tann 29. juli. Tað eru Føroya Fólkaháskúli og Vencil, sum skipa fyri yrkingaupplestri á trímumu støðum. Vit eiga nógvar góðar yrkjarar í Føroyum, og teir […]

Útgávur

juli 7, 2013

0

Forlagið GWENDALYN gevur út nýggja søgu í bók Nú kemur út ein sera gátufør upprunaføroysk skaldsøgutrilogi. Nær hevur nøkur upprunaføroysk skaldsøga í fleiri bindum sæð dagsins pappírsljós í Føroyum, síðani Jens Pauli Heinesen gav út Tú upphavsins heim? Men nú kemur nettupp út ein føroysk skaldsøga í trimum pørtum! Hesin partur, ið nú er komin út, […]

Vencil er komin – tíðindaskriv

juni 18, 2013

0

Trettandi Vencilin floyttur    Tíðindaskriv   Hin trettandi Vencilin er nú fermdur og hevur júst lagt frá landi. Umborð eru seks føroyingar og ein argentini, ein svii, ein norðmaður, ein dani, ein amerikumaður og ein bengalari. Átta núlivandi, og fýra fyrrlivandi; tó tekstir teirra liva sum ongantíð fyrr – nú eisini á føroyskum. Og talan […]

Øssur við fløgu og yrkingasavni

januar 3, 2013

0

Við nýggjari solobass og yrkingafløgu Øssur Johannesen hevur gjørt eina nýggja tvífløgu, ið kallast: Vindurin blæsur ígjøgnum markið ímillum tey livandi, og tey deyðu. Onnur fløgan inniheldur solobass við egnum kompositiónum umframt egnar tulkingar av Beethoven, Led Zeppelin, Uriah Heep, Grieg, Mingus, Tjaikovsky, Paul McCartney og ein sálm. Basstónleikurin er melodiøsur, tungur, villur, syrgiligur, við […]

Óhóskandi til jólagávu

desember 18, 2012

0

  Endiliga! Ikki jólatrøll! Nú er hann her! Vencil tólvti er komin, og 2012 er ikki liðugt. Hvør er so Vencil tólvti? Jú, vit kunnu her siga, at hann ikki er hóskandi til børn og smásárar sálir, ið ikki tola tekstir, ið eru ópolitiskir, óetiskir, ójarðligir, óveruligir, men sum hava stórsligna góðsku, ið røkkur langt […]

Rót Tripp

juli 3, 2012

0

Marjun Syderbø Kjelnæs – nýtt, flott avrik Marjun Syderbø Kjelnæs gevur út yrkingasavn fríggjakvøldið í Posthúskjallaranum. Savnið eitur Rót Tripp, og tittulin flirtrar við amerikanska hugtakið Road Trip – sum vísir seg sum eitt helt serligt tripp út av vegnum og niður til røturnar undir beinu asfalteraðu leiðini, har skammlopini sjóða og svíða og titra millum […]

Vencil hin ellivti komin!

mai 21, 2012

0

Tíðin er løgin. Onkuntíð kann tíðin tykjast at aka sum snigil í hálku, aðrar tíðir kann hon renna sum hara í undanvindi. Tey, ið hava bíða eftir, at tíðin skuldi koma, tá ið Vencil hin 11. kom út, hava ikki bíðað til fánýtis. Nú er hann her. Í Vencli 11 eru eins og í hinum […]

Stoltenberg og Vencil

mai 18, 2012

0

Mánadagin kunnu føroyingar eisini njóta tann nýggja Vencilin, tann, sum Jens Stoltenberg so stoltur heldur í. Javnaðarflokkurin hitti Stoltenberg, og frá teimum fekk hann nýggja Vencilin og eitt prent av permuni, sum Brandur Patursson hevur gjørt og prentað á Steinprenti. Aftast í Venclinum eru yrkingar, sum føroysk skøld hava yrkt til norksa fólkið, tá ið […]