Browsing All Posts filed under »tíðindi«

Vencil sum rák og reki

november 25, 2017

0

  Sunnudagin, 26. november klokkan 14.00 fer Vencil og alt hansara harkalið á pallin í Norðurlandahúsinum. Ein heilur tími stendur í navni Vencils. Henda tíman fáa áhoyrararnir møguleika at hoyra, hvat ritstjórarnir halda um Vencil, tað verður ikki bara reyp, siga teir, og tøl verða løgd á borðið, har vit fáa at vita, hvat er […]

Bókadagar

november 20, 2017

0

Vikuskiftið, sum nú kemur, verður stóra bókavikuskiftið. Komandi vikuskiftið verða bøkurnar, orðini og høvundarnir handan orðini í Norðurlandahúsinum. Fyri tann bókagóða er hetta sum at sleppa einum lesihesti inn í bókastallin. Sjálvandi er Vencil eisini á skránni. Sunnudagin klokkan 14.00 kunnu tit fáa nógv gott at vita um Vencil, og upplestur verður eisini. Nærri skrá […]

Send inn til Vencil!

juli 16, 2017

0

Freistin at senda inn tilfar til átjanda nummarið av Vencli er 1. august. Hvør kann senda inn tilfar til Vencil? Jú. Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt. Lýst verður á heimasíðuni við tíðarfreistini, sum vanliga er 1. august. Treytirnar fyri upptøku er, at talan er um skaldskap á […]

Klaus Rifbjerg deyður

apríl 5, 2015

0

Klaus Rifbjerg, ein av virknastu og mest umstríddu donsku rithøvudunum í nýggjari tíð, er deyður, 83 ára gamal. Tað sigst, at tá ið Rifbjerg eina ferð varð spurdur, hvat hann hevði gjørt, um hann varð raktur av skriviblokering, tá svaraði hann, at hann hevði skrivað eina bók um tað. Tá hevði hann givið út einar […]

So er Vencil 15. klárur!

mars 31, 2015

0

Tá ið langt er millum snapsarnar, eru trý sløg av fólki til: tey, sum sita og tutla í krókunum, um at her dettur man ikki av, tey, sum rýma avstað, og tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Vónandi eru tit tey seinnu; tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Nú er skeinkjarin […]

45 ára hald á Býarbókasavninum

mars 29, 2014

0

Livandi og flatar kaninir, fotoframsýning, e-bøkur og aðrar nýggjar nettænastur. Hetta verður nakað av tí, sum tú kanst uppliva á Býarbókasavninum týsdagin 1. apríl, tá ið bókasavnið hátíðarheldur sín 45 ára stovningardag. Býarbókasavnið fer týsdagin 1. apríl at hátíðarhalda sín 45 ára stovningardag. Tað verður gjørt við tiltøkum av ymsum slag fyri bæði børn, ung […]

Heroisma og minimalisma

mars 26, 2014

0

Í ár tilnevna Føroyar Fløtu kaninina eftir Bárð Oskarsson til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs. 26.03.2014Turið Sigurðardóttir Bárður Oskarsson: Flata kaninin 2011Bárður Oskarsson: Flata kaninin 2011 Tilnevning Føroya til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs 2014: Bárður Oskarsson: Flata kaninin Bókadeildin 2011. Í ár tilnevna Føroyar Fløtu kaninina eftir Bárð Oskarsson til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðs. Í føroysku […]

Flata kaninin fyri aðru ferð

mars 26, 2014

0

Fyri aðru fer innan nakrar fáar mánaðir er Flata kaninin eftir Bárð Oskarsson tilnevnd eina virðisløn. Fyrst varð hon tilnevnd Útnorðurlendsku barna- og ungdómsvirðislønina, sum er áljóðandi 60.000 krónur og nú varð hon á bókamessuni í Bologne tilnevnd norðurlendsku barna- og ungdómsvirðislønina, sum er á 350.000 krónur. Hinar bøkurnar, sum eru tilnevndar eru: Danmark Louis Jensen […]

Norðurlandadagur

mars 23, 2014

0

Úr øllum ættum koma vindar Orð: Rasmus Effersøe Lag: Till Østerland vill jag fara.   Úr øllum ættum koma vindar, tó ættin ein mær dámar best, hon fór ímillum fjallatindar, har sum eg havi vinfólk flest.   Kom, sveima, mjúki vestanvindur, út yvir akrar, gjøgnum skógv! Tú svalir hjarta mítt eitt sindur, tú minnir meg […]

Altjóða yrkingadagur og eitt lokalt róp

mars 21, 2014

0

Eg havi tey seinastu mongu árini undirvíst í bókmentum í fólkaskúlanum. Serliga væl dámar mær at undirvísa í yrkingum, hetta inniligasta, ærligasta, bæriligasta og tignarligasta av øllum tekstasløgum. Tá ið eg taki eina yrking fram til næmingarnar at greina og tulka, er ógvuliga vanligt, at tey huffa og suffa og onkur grenjar og tútar um, […]