Browsing All Posts filed under »tíðindi«

Fyrsti árligi Varðin

mars 5, 2014

0

Fyrsti Varði í ár er á tremur við góðum akademiskum og tónleikatilfari Hesaferð hava vit fjølbroytt úrval av yrkingum, ið allar eru hegnisliga fluttar yvir í føroyskt. Haraftrat presentera vit grein um nationalismugransking eftir Kim Simonsen, ið er doktari og phd-úrmælingur. Eisini hava vit eina aðra grein, ið er fyri teir lesarar, ið duga á […]

Kim Simonsen á Býarbókasavninum

februar 5, 2014

0

Bókakafé við Kim Simonsen Bókakaféirnar halda áfram á Býarbókasavninum í 2014. Fyrsta bókakaféin í ár verður hóskvøldið 6. februar kl 19.30. Hesaferð er tað Kim Simonsen, sum í samrøðu við Ivan Niclasen fer at práta um bókmentir, bókmentarák og nýggja savnið “Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið”. Savnið er eitt sansandi […]

Skundið tykkum nú!

januar 7, 2014

0

Ikki er Vencil 14. tornaður heilt, og kanska onkur ikki er heilt liðugur at spæla sær við veingjaðu orð Vencils. Tað er ikki lætt at vita, tí at vit hoyra so lítið frá fólki, sum hava lisið Vencil. Tað hevði verið gott, um onkur fortaldi heiminum, hvat tey halda um nýggja Vencilin. Tað kann gerast HER. […]

Vencil 13 og 14 í 2013

desember 30, 2013

0

Tað var gamalt at taka saman um árið, sum fór. Vit, sum liva í nýggjari tíð, plaga eisini at gera tað sama, tí hesi fáu orð. Aftur í ár kunnu vit báðir, sum stjórna Vencli fegnast um, at tveir Venclar sóu dagsins ljós. Beint áðrenn summarfrítíðina kom út Vencil 13. Eisini nevndur, Vencil guli.   […]

Fjúrtandi Vencil er komin

desember 17, 2013

0

Nú tað stundar til jóla, og fólk stuna millum handlar at keypa hvør ørðum gávur, er ein gáva, ein bókagáva komin undan kavi. Hetta er fjúrtandi av slagnum. Talan er um Vencil. Sagt verður, at jólini eru til páska, og tað kann Vencil prógva. Motivið á permuni, sum Tórbjørn Olsen hevur gjørt, er úr stutta […]

Oddfríður gevur út tvey yrkingasøvn

november 11, 2013

0

Oddfríður gevur út tvey yrkingasøvn Bókaframløga Í sambandi við, at Sprotin gevur út yrkingasøvnini: Eg eri næstur eftir Oddfríð Marna Rasmussen og Tú veitst ongantíð eftir Ron Padgett, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt, verður bókaframløga á Býarbókasavninum fríggjadagin 15. november klokkan 17:00. Oddfríður fer at lesa upp yrkingar aftur við basspæli frá Agnari Lamhauge, […]

Randi Ward fingið týðaravirðisløn

oktober 30, 2013

0

At hava góðar týðarar hevur alstóran týdning fyri eitt so lítið máløki sum føroyskt er. Vit hava nógvar dugnaligar týðarar í Føroyum, sum týða bøkur úr øðrum málum til føroyskt. Hetta er samleikaskapandi og tjóðarbyggjandi, og eigur at fáa størri virðing, enn nú er. Vit hava í Føroyum ikki so mangar virðislønir. Tann virðislønin, sum […]

Vencil á íslendskari appu

oktober 26, 2013

0

Nógv verður gjørt burturúr fyri at koma framat so mongum lesarum sum gjørligt. Eitt er at geva út eitt skaldskaparrit sum Vencil, eitt annað er at fáa boðini so langt út í verðina sum gjørligt. Higartil hava søgur, yrkingar og ritroyndir eftir 150 rithøvundar úr 22 londum staðið í Vencli, 32 týðarar hava týtt søgur […]

Vencil við Løkin

oktober 23, 2013

0

Í sambandi við mentanarvikuna í Runavík, skipa Vencil og Bókasavnið við Løkin fyri bókmentatiltaki á bókasavninum fríggjakvøldið 25. oktober kl. 19-21. Á skránni verður upplestur og tónleikur, og ætlandi fer bókasavnið eisini at stovna lesiring hetta kvøldið. Tey sum fara at lesa upp, hava øll havt tekstir við í tíðarritinum Vencli, síðan fyrsta nummarið varð […]

Og Emman fór til …

september 19, 2013

0

Í dag klokkan fimm vórðu virðislønir M.A. Jacobsens handaðar. Á hvørjum ári verða tær handaðar. Á hvørjum ári sita vit spent og bíða til vit fáa at vita, hvør fær hesar gomlu og ógvuliga týdningarmiklu virðislønir. Fagrar bókmentir Mentanarvirðisløn M.A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir 2013 varð latin Katrini Ottarsdóttir fyri yrkingarsavnið “Eru koparrør í himmiríki”. […]