Browsing All Posts filed under »útgávur«

So er Vencil 15. klárur!

mars 31, 2015

0

Tá ið langt er millum snapsarnar, eru trý sløg av fólki til: tey, sum sita og tutla í krókunum, um at her dettur man ikki av, tey, sum rýma avstað, og tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Vónandi eru tit tey seinnu; tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Nú er skeinkjarin […]

A HUMUMENT

september 11, 2012

0

Kennir tú tað, at tú hevur lisið um eina bók í ørðum bókum, og tú hevur lisið á netinum um bókina, og tú kennir nógv úr bókini, og tú veit, hvussu hon er vorðin til, hvat hon er um, men bókina sjálva hevur tú ikki fingið fatur á? Eg visti tað! Tú kennir eisini til […]

Skaldskaparritið Vencil fyllir runt

juli 6, 2011

0

Vencil hin 10. er komin út. Hetta er fimta árið hjá skaldskaparritinum Vencli. Vencil hevur hesi seinastu fimm árini borið fram fyri føroyska lesaran manga góða yrkingina, manga góða stuttsøguna og manga góða ritroyndina. Vencil 10. stendur ikki aftan fyri hinar undanfarnu. Í hesum Venclinum eru aftur nógvir góðir útlendskir rithøvundar, klæddir í føroyska málið. […]

Vencil 9. komin

juni 2, 2011

0

Nú heystfjøllini eru gingin og ásarnir tyngjast við góðum kjøti, so er aftur ein góður og feitur Vencil komin út. Hetta er níggjundu ferð, at Vencil kemur út til føroysku lesararnar. Meðan kjøtið hongur og ræstnar, er gott at seta seg upp afturá og lesa teir framúr góðu og forvitnisligu tesktirnar, sum Vencil borðreiðir við. […]

Enskur vencil nærkast…

mars 5, 2011

0

Nú verður enski vencilin skjótt klárur! Arbeitt verður við fullari ferð at fáa hann út skjótast gjørligt.