Browsing All Posts filed under »Vencil«

Vencil á veg til haldararnar

desember 5, 2016

0

Onkur haldari heldur kanska, at djórið, sum prýðir permuna á nýggjasta Vencili, djórið kallast ein Axolotlur, heldur átti at verið eitt jólatrøll, nú Vencil framvegis ikki er komin fram til sínar trúgvu haldarar. Og tað við góðari grund, tí Vencil hevur longu fingist til keyps í bókahandlunum í meira enn eina viku. Vit útgevarar mugu taka […]

Licentia Poetica á ólavsøku

juli 26, 2015

0

Yrkingaupplestur ólavsøkudag 29. juli 2015 kl. 15.00-17.00 Kom við á poetiska rundferð í Havnini. Vit byrja ferðina á Føroya Fólkaháskúla ólavsøkudag kl. 15.00. Tveir rithøvundar lesa upp á hvørjum staði, umleið 10 minuttir hvør, síðan verður gingið til næsta stað. Skrá 29. juli kl. 15.00 Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14 Vónbjørt Vang Haldur Suni Johansen kl. […]

So er Vencil 15. klárur!

mars 31, 2015

0

Tá ið langt er millum snapsarnar, eru trý sløg av fólki til: tey, sum sita og tutla í krókunum, um at her dettur man ikki av, tey, sum rýma avstað, og tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Vónandi eru tit tey seinnu; tey, sum sita og bíða eftir næsta snapsinum. Nú er skeinkjarin […]

Vencil á íslendskari appu

oktober 26, 2013

0

Nógv verður gjørt burturúr fyri at koma framat so mongum lesarum sum gjørligt. Eitt er at geva út eitt skaldskaparrit sum Vencil, eitt annað er at fáa boðini so langt út í verðina sum gjørligt. Higartil hava søgur, yrkingar og ritroyndir eftir 150 rithøvundar úr 22 londum staðið í Vencli, 32 týðarar hava týtt søgur […]

Vencil er næstan her!

juni 7, 2013

1

Og í dag, mentanarnáttina, fekk eg í hondina tann 13. Vencilin. Hann varð borin niðan á Bókamiðsøluna í dag, og kemur hann vónandi at fjala seg í postkassanum hjá summum í komandi viku. Hini, sum ikki halda Vencil, og fáa hann sendandi til dyrnar, tey áttu at gjørt tað nú á vencil@vencil.fo, ella fara í […]

Vencil er á gáttini

mai 31, 2013

0

Tíðliga í komandi viku, fer henda perman at finna innmatin á Vencli, og so eru teir ein heilskapað eind. Motivið á permuni er úr søguni “Flugurnar” sum William Heinesen hevur skrivað. Eyðun Waagstein hevur týtt. Nógvir aðrir góðir tekstir eru eisini við. Sjálvandi. Ein søga eftir Mark Twain, sum Gunnar Hoydal hevur týtt, er eisini […]

Gleðiligar páskir

mars 31, 2013

0

Bókmentamaðurin og presturin Axel Tórgarð var føddur 31. mars 1923 í Havn. Og Páskadag 31. mars í ár hevði Axel fylt 90 ár. Sum rithøvundur og yrkjari var Axel ógvuliga virkin. Ritskráin sæst her. Hann verður neyvan tikin sum týðari heldur. Stórar og týðandi heimsbókmentunum týddi hann til føroyskt Nevnast kunnu verkið eftir Tolkien um […]

Óhóskandi til jólagávu

desember 18, 2012

0

  Endiliga! Ikki jólatrøll! Nú er hann her! Vencil tólvti er komin, og 2012 er ikki liðugt. Hvør er so Vencil tólvti? Jú, vit kunnu her siga, at hann ikki er hóskandi til børn og smásárar sálir, ið ikki tola tekstir, ið eru ópolitiskir, óetiskir, ójarðligir, óveruligir, men sum hava stórsligna góðsku, ið røkkur langt […]

Vencil er á gáttini

desember 12, 2012

0

Nógv hava helst spurt seg sjálv, um Vencil tann tólvti yvirhøvur kemur út, áðrenn tann 21. desember, tá ið vit sambært Maya indiánum øll samstundis fara í annan heim. Nógv hugsa við vissu: “Vei og víggj! Tann tunga leið!” Stúrið ikki, sigi eg tykkum. Seinast í hesi vikuni verður Vencil liðugt samansettur. Vit eru komin […]

Jodok letur heilsa

november 1, 2012

0

Nógv halda, at tað at skriva bara er um at skapa tekstin, rætta hann til, prenta hann og geva hann út. Soleiðis er ikki. Ein stórur partur av rithøvundavirkinum og verkinum er, at hann verður lisin upp fyri almenninginum. Ymiskt er, hvussu væl fólk duga at lesa upp ein tekst. Tað er bara Tóroddur Poulsen, […]