Browsing All Posts filed under »yrkingar«

Leiftrandi heikur

oktober 26, 2015

0

Hvat kyn er haiku? Eitur tað eitt haiku ella ein heika ella ein heiku? Sprotin sigur eitt. Bøkur siga okkurt annað. Eg veit ikki, men í nýggja savninum, Leiftrandi lotusblóma, sum Agnar Artúvertin hevur týtt, har verður haiku stavað heiku, og hjá honum er tað kvennkyn. Sjálvur vildi eg sagt, at talan var um eitt […]

Apríl

apríl 5, 2015

0

Tey fæstu doyggja um summarið Tú velur aðrar árstíðir Summarið er ókey Men myrki og kaldi veturin er betur Tað er næstan natúrligt at krúpa inn Í myrka hornið og geva upp andan Ella hvat vit geva upp Ella tú sleppur handtakinum á sumrinum Har alt er so opinlýst at onki kann halda fram Alt […]

Norðurlandadagur

mars 23, 2014

0

Úr øllum ættum koma vindar Orð: Rasmus Effersøe Lag: Till Østerland vill jag fara.   Úr øllum ættum koma vindar, tó ættin ein mær dámar best, hon fór ímillum fjallatindar, har sum eg havi vinfólk flest.   Kom, sveima, mjúki vestanvindur, út yvir akrar, gjøgnum skógv! Tú svalir hjarta mítt eitt sindur, tú minnir meg […]

Men tað gongur

februar 21, 2014

0

Í felag vilja vit byggja hetta landið, men tað gongur Vit hava fjøll handan fjøllini og sólina á gólvinum vit hava havið á teldu og hin grábeinta við hondina vit hava vatnið ið drepur og mánan sum eitt mistak vit hava oyggjar í býnum og skemdar breytir vit hava stjørnur í lógva og vinir á […]

Eg traðki ikki í dust

februar 2, 2014

0

Eg traðki ikki í dust blómukrúnuna hjá undrinum í hesum heimiog lati ikki vit drepatey loynimál mær eru fyri á leiðinií blómum, í eygum, á vørr ella í grøv.Ljósið hjá øðrumkøvir gandamáttin í tí ókannaðasum fjalt er í myrkurs dýpi,men egnøri við mínum ljósi um loynimál heimsins,og eins og mánin við sínum hvítu geislumikki minkar […]

Klovin

januar 26, 2014

0

                    Leiðist tær við lagið, einki uttan bæði, yvir sálarvaðið – “kleiv eg eins og barn?” Vistir vóru varnar, vøkkult virðið tarnar, mans og hjarta harðnar – “heiðið” – “kristið” skarn! – Angur ella sorg, bygdist henda borgin, fellur hon í morgin – “kleiv eg eins […]

Líkamikið

januar 21, 2014

0

hvat er at ræðast fyri at øll fara frá tær at missa tíni kæru tryggleikan svikaligur tankin um tankan er hugsaður langt áðrenn hann vaknar tí tankin svevur aldrin í tær soleiðis var tað og er tað í øllum teimum forpestaðu lívunum meðan tey livast á so fitt og elskulig og ræðandi harðrend og óundansleppandi […]

Hesumegin hetta áratúsundið

januar 18, 2014

0

Beint fyri jól gav Kim Simonsen út yrkingasavnið við tí heldur drúgva og spyrjandi heitinum. Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið (Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2013). Her eru tvær yrkingar úr savninum. Hesumegin hetta áratúsindið huldi heglingsælið heimin. Gerandisdagurin er lættari at missa úr eygsjón, nú ár og vikur eru ein trappa av luft, […]

Mandela

desember 6, 2013

0

Invictus Um náttin svørt meg hylja vil, so anir tó mítt lívsins bál, eg takka øllum gudum vil alt fyri mína stældu sál. Eg gráti ei, um lagnan slær, og lívið er mær fátt og grátt, og svangist alt í barmi mær, eg beri tó mítt høvur hátt. Tí handan hesa sorgar verð meg ræðslan […]

Fyrsta stakyrkingin úr komandi savninum eftir Oddfríð

september 15, 2013

0

  Í næstum gevur Sprotin út nýtt yrkingasavn eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Savnið hevur fingið heitið Eg eri næstur. Her er fyrsta stakyrkingin úr savninum, sum væntandi kemur út um ein mánað.    Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið   Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at […]