Leiðist tær við lagið, einki uttan bæði, yvir sálarvaðið – “kleiv eg eins og barn?” Vistir vóru varnar, vøkkult virðið tarnar, mans og hjarta harðnar – “heiðið” – “kristið” skarn! – Angur ella sorg, bygdist henda borgin, fellur hon í morgin – “kleiv eg eins […]
januar 21, 2014
hvat er at ræðast fyri at øll fara frá tær at missa tíni kæru tryggleikan svikaligur tankin um tankan er hugsaður langt áðrenn hann vaknar tí tankin svevur aldrin í tær soleiðis var tað og er tað í øllum teimum forpestaðu lívunum meðan tey livast á so fitt og elskulig og ræðandi harðrend og óundansleppandi […]
januar 18, 2014
Beint fyri jól gav Kim Simonsen út yrkingasavnið við tí heldur drúgva og spyrjandi heitinum. Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið (Mentunargrunnur Studentafelagsins, 2013). Her eru tvær yrkingar úr savninum. Hesumegin hetta áratúsindið huldi heglingsælið heimin. Gerandisdagurin er lættari at missa úr eygsjón, nú ár og vikur eru ein trappa av luft, […]
desember 6, 2013
Invictus Um náttin svørt meg hylja vil, so anir tó mítt lívsins bál, eg takka øllum gudum vil alt fyri mína stældu sál. Eg gráti ei, um lagnan slær, og lívið er mær fátt og grátt, og svangist alt í barmi mær, eg beri tó mítt høvur hátt. Tí handan hesa sorgar verð meg ræðslan […]
september 15, 2013
Í næstum gevur Sprotin út nýtt yrkingasavn eftir Oddfríð Marna Rasmussen. Savnið hevur fingið heitið Eg eri næstur. Her er fyrsta stakyrkingin úr savninum, sum væntandi kemur út um ein mánað. Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at […]
september 11, 2013
Á miðrókini Undir mær bládýpi, urðin, beinasor – møðini rindi á rókarknasa – yvir mær eggin, meitilt berg. Orð títt lesningur mín. Hangi í lofti, kreptir armar, storknaður sveitti á brýr – skøvutir skøvningar, lógvar í lepum. Orð títt lesningur mín. Ørmaktað eyguni, blóðið tysur – bjargabruni, í erva har – ovast upp – […]
august 7, 2013
Barndømi gjøgnum ljóðið frá dryppandi krananum hómi eg umhvarvið av eini ógvuliga reyðari marru eg hevði einaferð eg mátti gerast eitt við livandi skuggarnar í blómuta tapetinum á vegginum á mínum kamari har langomman andaðist í barndømi OMR
juli 24, 2013
Licentia Poetica – yrkingaupplestur á ólavsøku Hjá flestum fólkum er ólavsøkan ein høgtíð, har alt er tilrættalagt frammanundan. Eitt tiltak av teimum mongu, sum fara at lita ólavsøkuna, verður ólavsøkudag tann 29. juli. Tað eru Føroya Fólkaháskúli og Vencil, sum skipa fyri yrkingaupplestri á trímumu støðum. Vit eiga nógvar góðar yrkjarar í Føroyum, og teir […]
juli 18, 2013
Í dag, 18. juli, fyllir suðuramerikanska stórmenni, Nelson Mandela, 95 ár. Fátt mennsikja hevur nátt so nógv í lívinum sum Mandela. Hann er ikki bara faðir at Suðurafrikansku tjóðini, hann er eisini vorðin ímyndin av áhaldni, treiskni og menniskjaligari góðsku og tolsemi, sum fær okkum vanligu at blikna av skomm. Tað sigst, at ein yrking […]
januar 26, 2014
0