Eg eri heystsins seinasta blóma

Ebba Hentze og vinkonan Oddvá Nattestad.

Ebba Hentze og vinkonan Oddvá Nattestad.

Eg eri heystsins seinasta blóma.

Eg varð vaggað í summarsins vøggu,

eg varð sett á varðhald móti norðanvindinum,

reyðir logar spruttu

á mínum hvíta kjálka.

Edith Södergran

Ebba Hentze týddi, Vencil nr. 1, 2006

Summi passa aldrin inn í árstíðina. Tey eru várið um heystið, veturin um summarið, várið um veturin og heystið um summarið. Tey, sum aldrin passa inn í árstíðina, hava livað lívið, stýrd av egnum vitsevnum, og vertin á, hvat onnur halda. Ebba var ein teirra.

Eg plagdi at roykja. Plagdi at roykja illa. Plagdi at roykja Look Menthol – sama merkið, sum Ebba roykti alt sítt lív. Ebburettir, plagdu vit at kalla tær. Hon neyt eisini eitt vínglas av og á – hvítt. Hon neyt eisini góðan skaldskap. Las nógv, og visti altíð um tað nýggjasta í norðurlendskum skaldskapi at siga.

Hon var nágreinilig sum fáur. Í 2004 fekk eg eitt yrkingasavn sendandi frá henni. Tað er tað ótrúliga fína yrkingasavnið In Nomine eftir Klaus Høeck. Savnið er trivaligt, góðar 400 blaðsíður. Inni í bókini lá eitt handskrivað bræv, har Ebba skrivar: Minst nú til at skera bókina upp soleiðis: Helvtina aftanifrá – og helvtina frammanifrá, tí so verður hon ikki skeiv í rygginum. Og ikki við borðknívi, men við pappírsknívi. Commeca!! Fyri Ebbu hevði BÓKIN nógv at siga. Øll BÓKIN! Og rygg hevði hon sterkan.

Tá ið vit báðir, Arnbjørn, fóru undir at gera fyrsta nummarið av Vencli út, settu vit okkum fyri, at fáa Ebbu við. Vit settu okkum fyri at fáa týðingar hennara av Edith Södergran við. Ofta rendi eg meg inn í Ebbu í Miklagarði, serliga tíðliga um morgunin, og tá plagdi hon at nevna týðingarnar, sum hon hevði liggjandi, og sum hon helt seg vera lidna við. Kærleikin og skyldskapur hennara við Södergran kom fram í práti við hana. Tað var týðiligt, at her var ein týðari, sum lærdi um egna lív sítt av tí skaldi, sum hon skuldi týða. Talan var ikki bara um eitt arbeiði, sum skuldi gerast. Ebba vildi vera við í øllum avgerðum. Onki við at tosa saman í telefon. Vit skuldu sita saman: ”tí at tað gjørdu ritstjórar,” helt hon harðliga við okkum báðar.

Vit gjørdu av at hittast á Landsbókasavninum. Har sótu vit og lósu allar 16 yrkingarnar ígjøgnum, og fingu at vita, hví hon hevði valt júst eitt orð og ikki eitt annað. Slíkar løtur eru læruríkar og geva tær innlit í eina arbeiðsgongd, sum ikki nógv hava nú, tá alt er so tekniskt og skal ganga so skjótt fyri seg.

Ebba var aldrin orðleys. Hon hevði altíð okkurt at siga, annars fór hon ikki út. Skuldi hon í Miklagarð, í Rúsuna, í bankan ella hvar hon so fór, so fór hon bara, um hon fekk sagt sína hjartans meining. Fór hon til eitt mentatiltak, so var tað fyri at lurta, men eisini fyri at siga sína hjartans meining. Tey, sum vóru um hana, tey skuldu viðhvørt hava Jobs tol og skuldu tola nógv av henni, men soleiðis var Ebba, og soleiðis góðtóku vit øll Ebbu.

Ebba fer at liva sum ein sterk bókmentarødd, hóast hon ikki er millum okkum meir. Og hevði hon vitað av, at eg siti her og skrivi minningarorð um seg, hevði hon ikki verið blíð. Tað er næstan so, at eg siti við virðing og bíði eftir, at telefonin fer at ringja og eyðkenda røddin á Ebbu sigur: “Eg vil ikki hava, at tú skriva um meg!”

Eg eri hesytsins seinasta blóma.

Eg havi sæð heystsins djúpu stjørnuvegir,

eg havi sæð ljós frá fjarum heitum eldum,

tað er so lætt at ganga sama veg,

eg skal steingja deyðans portur.

Eg eri heystsins seinasta blóma.

Edith Södergran

Ebba Hentze týddi, Vencil nr. 1, 2006

Friður veri við minninum um Ebbu Hentze.

IMG_6419

Avrikið eftir Ebbu livir enn:

Útgávur

Havi altíð skrivað. Debut (haldi eg) við yrkingum í Hvedekorn (Vild Hvede) stutt aftaná studentsprógv.

Skrivað greinir, reportagir, monologar og causarí og eisini valt og týtt eina rúgvu av stuttsøgum og yrkingum til Politiken og Politikens Magasin og onnur tíðindabløð og tíðarrit í Danmark og Svøríki. Egnar stuttsøgur lisnar í Danmarks Radio og Sveriges Radio. Gjørt sendingar í D.R. og í Sveriges Radio, mest um bókmentir.

Litteraturkonsulentur á Gyldendal.

Týtt upp ímóti 100 enskar, amerikanskar, týskar, svenskar og norskar bøkur, íroknað eina rúgvu av bókmentum til Danmarks Radio.

Týtt føroyskar bókmentir.

Havi gjørt eitt stórt arbeiði fyri at gera føroyskar bókmentir kendar uttan fyri Føroyar.

Kann her nevna nakrar av mínum týðingum úr føroyskum.

Jens Pauli Heinesen: Bølgerne leger på stranden, Gyldendal 1980.

Oddvør Johansen: Livets Sommer, Forlaget Vindrose, 1982.

Og aftur eina skaldsøgu hjá Oddvør Johansen, ið var innstillað til Norðurlandabókmentavirðislønina í 2000, men síðani flutt til 2001. Tað er skaldsøgan: I morgen er der atter en dag. Bókin er ikki komin út í Danmark enn.

Hanus Andreassen: Eitt úrval av stuttsøgum (12 í tali). Tittul:

Med Edgar Allan Poe i Solhavn. Husets Forlag 1984.

Jóanes Nielsen: Gjørt eitt úrval av yrkingum úr hansara fyrstu søvnum: Saltet i dampende middagsgryder. Forlaget Vindrose 1988.

Skaldsøguna: Gummistøvlerne er de eneste tempelsøjler vi ejer på Færøerne.

Forlaget Vindrose 1992.

Yrkingasavnið: Kirkerne på havets bund. Forlaget Vindrose 1994.

Yrkingasavnið PENTUR. Á donskum STING. Forlaget Vindrose 1999.

Týtt sjónleikin EITUR NAKA‹ LAND WEEKEND/Hedder noget land Weekend. Sjónleikurin kemur á donskum í 2005. Forlaget DRAMA.

Ólavur Michelsen: týtt Rossini á Skoradali. Á donskum: Færøhesten. Gyldendal1990.

Føroyskar sagnir og føroysk ævintýr (eitt VESTNORDENprojekt). Antologi. Gyldendal

Heðin Brú. Stuttsøgur til Danmarks Radio. M. a. Prædikumaðurin, Krokið og Hin langa Náttin.

Jógvan Isaksen. Skaldsøguna Gráur Oktober. Á donskum GRÅ OKTOBER. Forlaget Vindrose. Gráur Oktober kom út á føroyskum í 1994 og á donskum í 1995.

Tóroddur Poulsen; yrkingasavnið Blóðroyndirr útk. Í 2000. Týtt til danskt; BLODPRØVER. Edition After Hand 2002.

Havi eisini týtt nógv til føroyskt, men fari ikki at reksa alt upp her. Tó vil eg nevna Astrid Lindgren, og serliga 2 skaldsøgur, ið nerta við hennara egna barndóm.

Astrid Lindgren: Dikka hjá okkum. 1997. Og annar partur: Dikka og tey á Junifløtti. 1998

Dikka, hygg Dikka, tað kavar! 19

Lotta í Brakarastræti 1997

Ulf Nielsson: Farvæl harra Muffin og Poppkorn og Frísur – alt um kærleika í 2002

Havi týtt eitt úrval av yrkingum hjá Edith Södergran

Russel: Shirley Valentine, týdd úr enskum

Á Krabbasvalanum (Cances balkongen) týdd úr svenskum, og nú eg skrivi um sjónleik eisini August Strindberg: Kronbruden til danskt fyri Aarhus Teater.

Havi eisini sjálv skrivað bøkur. Skrivi mítt egna á føroyskum og donskum.

Antonia og Morgenstjernen (før. Antonia og Morgunstjørnan)

Antonia Midt i Det Hele (Antonia mitt í verðini).

Skrivaðar á donskum. Týddar til norskt, til svenskt, og eru eisini komnar í Hollandi og Belgia. Lisnar í finska, svenska, norska og íslendska útvarpinum.

Bjørns søn

Skrivaðar á føroyskum:

Mamman eigur meg

Mia, skúlagenta í Havn

Gulleygað

Annars skrivað yrkingar á føroyskum og donskum. Yrkingin KATA, ein seinkaður nekrologur, stendur í onkrari føroyskari skúlabók (red. Les2).

DRASSOWS Legat í 1992 og Norrøna heiðurslegatið: Lachmannska Priset í 2002.

OMR

Be the first to start a conversation

Íkast ella viðmerking til grein

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s