At skriva stuttsøgur

Her er nøkur ráð um tað at skriva og byggja upp eina stuttsøgu. Hetta er ikki ein endalig uppskrift, bert nøkur ráð, sum ein kann hugsa um, tá ið ein skrivar stuttsøgur – ella lata vera. Listin er leysliga týddur og tillagaður eftir bókini Slik skriver du noveller (1993), sum er skrivað av Guttorm Nielsen.

Hvaðan stava hugskotini?

  • hav altíð okkurt at notera við og á
  • lýs persónar, støð og hús innan
  • les stuttsøgur, vikubløð, alt møguligt
  • lurta eftir fólkum
  • skriva fyrst, kritisera aftaná

Hvussu byggja søguna upp? (“Plottet er novellens reisverk”)

Plot = Søguflætta, gongd, hendingagongd, søgugongd (tað er: hvussu hendingarnar verða skipaðar í einari søgu, á hvønn hátt hetta ávirkar spenningin / gongdina í søguni?)

Ein góð søguflætta gevur yvirlit

Frymil (krimi):

  1. Søguslag (td. spenningssøga, kærleikssøga) og slag av undirsøgu (td. krimigáta við spori í tekstinum)
  2. Høvuðspersónur /-ar
  3. Aðrir persónar (ikki ov nógvir)
  4. Fráfaringarstaður (nær í søguni kemur lesarin inn?)
  5. Byrjanarpláss /-hending (skal fanga lesaran)
  6. Millumhendingar
  7. Endi / uppgreiðing (savna allar leysar endar)

Tvídráttir, ósemjur stríð

Georges Polti (f. 1868), franskur rithøvundur, savnaði allar hugsandi tvídráttir í 36 dramatiskar støður. Íblásturin fekk hann frá lestri av verkum eftir m.a. italska rithøvundin Carlo Gozzi (1720-1806) og týska rithøvundin Johann Wolfgang von Goethe (1749-1832). Her er skjalið við teimum 36 støðunum (á enskum) >>

Sjónarhorn, frásøgufólk, forteljarar…

Trý sløg av sjónarhornum/frásøgufólkum:

  1. persónur
  2. persónur
  3. alvitandi

1. og 2. eru implisittir forteljarahættir (t.v.s. forteljarin er í søguni), 3. er eksplicittur (t.v.s. forteljarin er uttan fyri søguna).

Tað kann vera torført at velja sjónarhorn, áðrenn ein fer í gongd; kann oftast bíða til umskrivingina

Tala og samtala

  • framsøgn/tala skapar lív og samband
  • vel í skrivingini gásareygu ella tankastriku
  • nógvir hvítir blettir skapa flutning og ferð
  • stuttsøgur krevja tættar samtalur
  • brúka altíð samtaluna við skili:
    1) at eyðkenna/lýsa ein persón
    2) at skapa temposkift (td. við avbroti)
    3) at lýsa tíð og stað
    4) at skapa stemning / huglag
    5) at skapa stuttleika
    6) at planta spor í samtalum
    7) at skapa lív og virksemi
    8) at fanga lesaran við
    9) knapplig/brøtt skifti millum persónar og stemning
    10) být sundur í reglubrot
  • minst til at gera greitt, hvør tað er, sum talar
  • ansa eftir, at persónarnir ikki siga alt møguligt óneyðugt

Afturlit (flash back)

  • ikki ‘forvirra’ lesaran
  • flyt fram og aftur við “hevði”
  • beinleiðis tala gevur livandi afturlit (don’t tell it – show it!)
  • afturlit í eini samtalu
  • at lata ein bi-persón fortelja
  • skilja afturlitið frá restini av ekstinum (td. í gásareygum ella kursiv)
  • ikki avbróta dramatikkin

Kenslur

  • raka kenslur hjá lesaranum (td. set ein sympatiskan høvuðspersón í eina ómøguliga støðu)
  • vís nærleika og konflikt (ósemjur)
  • fimm høvuðskrøv:
    1) ein fullhugaður høvuðspersónur
    2) ein høvuðspersónur, lesarin hevur kenslur fyri
    3) konflikt/ósemja er heilt grundleggjandi
    4) mótsetningar (kontrastir) eru umráðandi
    5) ein broyting/eitt skifti má fara fram

Endin

  • dynamitt ella svávulpinnur?
  • fýra krøv til endan:
    1) ongir ósvaraðir spurningar (lesarin skal vera nøgdur)
    2) endin má samsvara tema og stíl í søguni annars
    3) surprise – yvirraskilsi skal vera
    4) logiskur má hann vera
  • sløg av endum:
    – samanumtøka (happy el. tragic end)
    – idologiskur endi (lesarin má sjálvur loysa konfliktina)
    – krystallkúluendi (lesarin sær inn í framtíðina)
    – anti-klimaks
    – øvutur endi
    – Gimmick-endin (ikki langt! – skal knýtast av einum høvuðspersóni – ikki ‘søgt’)
    – í nøtskal
    – enda mitt í sveiminum (skíhopparin)
    – “a twist at the end” – krúlla á halanum (ein stuttur setningur ella viðmerking, sum yvirraskar og vendir øllum á høvdi)
    – ongir leysir endar, takk!

Tíðin

  • ein stuttsøga kann strekkja seg yvir fleiri ár ella nakrar fáar tímar, ja, minuttir

Longdir á stuttsøgum

Á einari A4 eru 30 reglur (tvs. 1½ reglufrástøða), við 65-70 sløgum á hvørjari reglu (stavir og millumrúm)

Vikublaðsstuttsøgur hava vanliga hesa longd (í Norra):

Kærleikssøgur 7-8 síður
Krimisøgur 8-9 síður
Veruleikafrásøgur 5½ ella 2½ síður
Stuttsøgur um børn 5-7 síður
Stuttsøgur við djórum sum høvuðstema 5-7 síðu

Advertisements