Heimsbókmentir og rithøvundaspírar lið um lið

Ummæli í Dimmalætting 2013.
Endurgivið við loyvi høvundsins.

Samlað er Vencil 13 ein áhugaverd og fjølbroytt útgáva.

Vencil er eitt av mest týðandi frambrotum í skaldskaparalmenninum á føroyskum í nýggjari tíð. Nýskapandi og øðrvísi skaldskapur hevur her sæð dagsins ljós, antin sum týðing ella nýskrivað, ofta av rættuliga óroyndum rithøvundaspírum. Góðskan hevur sjálvsagt verið ymisk, men sum heild kann sigast, at tað hevur verið á góðum og hollum góðskustigi.

Trettanda útgávan hevur nú í juli sæð dagsins ljós. Listfrøðiliga útsøgnin er sum altíð, tá ið talan er um Vencil, sera gjøgnumførd. Permuna, sum er sóljugul við einum svørt/hvítum eiturkoppi, hevur Marianna Mørkøre gjørt. Ein sera væleydnað og stílrein perma.

Fyrsta elastutta stuttsøgan í savninum er Vitnið eftir argentinska rithøvundin Jorge Luis Borges í týðing Marionnu Hoydals. Ein hugvekjandi og heimspekilig lýsing av teimum lívssøgum, sum hvørva, tá ið menniskju doyggja. Um týdningin av hendingum á lívsleiðini sigur søgan soleiðis: “Hendingar, sum fara fram millum okkum, og sum halda uppat, tá ið onkur doyr, kunnu hugtaka okkum, men við hvørjum andláti doyr okkurt annað, ella ein óendalig mongd av onkrum øðrum, uttan so at alheimurin hevur eitt minni, soleiðis sum teosofarnir halda”. Týdningurin, sum lívssøgan hjá einstøku menniskjuni hevur, verður sett í kosmiska frásjón. Sjáldan havi eg lisið so stutta søgu, sum sigur so nógv, og Marianna hevur hegnisliga flutt yvir í føroyskt háspekilig hugarensl, sum bæði eru í andsøgn við dýpdina í frásøguni og í góðum samsvari við tann leikpallin, har søgan fer fram.

Onnur søgan í savninum er Flugurnar eftir William Heinesen í týðing Eyðun Waagsteins. Tað krevur dirvi at týða William Heinesen til føroyskt. Orð fyri orð er henda týðingin av Williami í lagi, men musikaliteturin í danska máli Williams kemur ikki rættuliga fram í føroyska málbúnanum. Teksturin verður í so tungur og knortlutur at lesa. Eitt týðandi eyðkenni við Williami er, at hann spælir við orðum og tvítýdningum, og hetta er sera trupult at flyta yvir, uttan at teksturin missir Williamska flogið. Eitt lítið dømi um hetta er hesin stutti setningurin: “En løbebille lod jeg løbe” sum verður til “Eina svartaklukku læt eg fara”. Leikandi lætt bókstavarím og myndin, vit síggja fyri okkum, ger setningin til meira enn eina útsøgn um eina svartaklukku, sum sleppur við lívinum. Frásøgufólkið er komið til Pont-aux-Ảnes 11.9.66, og vit fylgja tí næstu dagarnar, har tað skal skriva ein sjónleik. Men verður hann so órógvaður av sínum innaru kvølum og ymsum flogkyktum, sum hann brúkar nógva tíð og orku at gera enda á, soleiðis at hann einki fær á skafti. Hann verður drigin at grannakonuni og verður av keypmanskonuni ávaraður ímóti henni, tí hon er tjóvsk, men hann lurtar ikki eftir “vælmeintu” ávaringini og endar tískil eftir eitt gott og tølandi kvøld við at sita ribbaður og fullur í íblástri at fara í holt við sjónleikin, sum tað var so striltið at koma í gongd við. Upprunateksturin verður borin uppi av málsliga flognum, og tað hevur tað ikki heilt eydnast at flyta yvir í føroyskt, tí eru Flugurnar ikki sama fragdin at lesa, sum skaldskapur Williams vanliga er.

Rannvá Næs Hoydal hoyrir til unga ættarliðið av høvundum. Hon er ein spennandi høvundur, sum hevur dirvi og evni út um tað vanliga. Stuttsøgan Mjørki snýr seg um lítlu bygdina, sum er huld í mjørka og um ein eg-persón, sum leitar út úr mjørkanum, og har oman fyri mjørkan í frísku luftini hendir ein endurføðing, og eg-persónurin fær fyri fyrstu ferð andað og kroppurin verður fyltur við einari sterkari kenslu av “frælsi og sjálvstøði og klárleika” og hann “sá týðiligari enn áður, hoyrdi betur enn fyrr, hugsaði klárari enn nakrantíð,” men niðri í mjørkanum ljóðar eitt ønskriligt og neyðarsligt djóraskríggj, sum virkar sum eitt kall. Eg-persónurin følir seg noyddan at fara niður í mjørkan aftur og eftir endurføðingina í frísku luftini vil mjørkin bæði kvala og blinda hann. Har finnur eg-persónurin ein hvítan dreka, sum hann fatar sum heilagt djór, og sum hann tilbiður. Heldur hálvhjartað, má sigast, men sum hann tó gerst bæði prestur hjá og verður millumlið millum bygdina og drekan. Dagurin kemur, tá ið drekin hvørvur og við honum keldan, sum hevur verið lívberi í bygdini og verið orsøk til mjørkan. Endin er eitt sindur tvítýddur og ógreiður, tí tú veitst ikki, um fólkini í bygdini doyggja ella um tey ikki fóta sær í tí frælsinum, sum tey fáa, tá ið mjørkin hvørvur og útsýnið klárnar.

Talan er um sveimskaldskap (fantasy), har mýtur og súmbolikkur spæla ein týðandi leiklut. Stuttsøgan hevur nógv spennandi perspektiv, men hon kundi væl verið meiri gjøgnumarbeidd. Ivin og tvístøðan hjá eg-persóninum skuldu verið betur grundað, og týdningurin av vætuni, hitanum og mjørkanum í bygdini mótvegis kuldanum og klárveðrinum á tindinum verður ikki nóg væl undirbygdur. Samlað tykist søgan nakað óliðug, men kundi við meiri ráðgeving og arbeiði gjørst heilt góð.

Hesa ferð eru yrkingar ikki so væl umboðaðar, sum tær plaga í Vencli, men tær sum eru við, eru frálíkar. Oddfríður M. Rasmussen hevur týtt tríggjar yrkingar frá 2008 eftir svian Bruno K. Ӧijer. Innari lív, íblásturin og náttúran verða persónsgjørd og latin í orð og sett í bøkur. Hetta eyðkennir høvuðstemuni í hesum yrkingum. Fínar, einfaldar yrkingar, sum í gerandismyndum og gerandismáli lýsa íblásturin og lyfta á hægri metafysiskiskt stig valini í skaldsligu skapanartilgongdini: […] og eg minnist tað tú einaferð segði / at vit eru í endanum á einum óndum ævintýri / og at vit mugu kunna / blaða okkum aftur / til tær fyrstu lukkuligu síðurnar / har gullið glitrar / í tí svarta grannskóginum / og har hitt skotna rádjórið / reisir seg upp aftur og sleikir blóð sítt / sleikir reyða blómublaðið úr kavanum (brot úr blóðið í kavanum).

Kim Simonsen er umboðaður við 5 yrkingum, sum heilt greitt eru ávirkaðar av spurninginum um veran og tíð og heimspeki Heideggers. Yrkingarnar eru settar upp sum fimm valmøguleikar. Tað er heilt greitt, at tíð og stað eru knýtt at veranini og tilvildini í tíð og samanhangi. Soleiðis er tann smádrongurin, sum býr í húsinum hjá yrkjaraegnum “[…] eg / sjálvur / sum barn, / ið eri / komin at troysta / meg í kvøld”. Tað, sum er hent á leiðini, og tilvildarlig samanfall gera dagin framvegis til hin sama. “[Hann er enn] sama bláa tannbustin, / og bláa anti-plakk-tannkremið, ið smakkar av 1977, / tá eg vitjaði ommu mína á sjúkrahúsinum í Klaksvík. / Fýra ár seinni, / ein annan dag, har vetrarsólin litaði alt gylt, / doyði hon. / Tann dagin spældi Stjørnan javnleik móti Kyndli í KÍ-høllini; / […]”. Fimm fínar yrkingar, sum í sínum einfeldni vísa á margfeldnið í veruheimspekini.

Hvussu ein ávís hending skapar kaotiskan tankafloym er Kossurin eftir svenska høvundin Merete Lindstrøm gott dømi um. Kettan er horvin, og eg-frásøgufólkið fer eftir nýggjari kettu hjá kvinnu, sum tekur sær av djórum, sum fólk hava sett út. Kvinnan vísir seg at knýta eg-persónin til týðandi hending í fortíðini. Hennara fyrsti kossur og kynsligu royndir og lítlasystirin, sum tykist einsamøll og fjálturstungin í ótálmaðu ungdómsveitsluni hjá beiggjanum, koma fram fyri hana. Seinni er beiggin druknaður, men eg-persónurin hevur skúgvað hetta inn í dulvitið, og tað kemur so fram aftur, nú hon stendur framman fyri systrini, sum tekur sær av heimleysum kettum til tær finna eitt nýtt heim. Hon fær við hesum møti við systrina eisini umhugsanir um eitt samband, sum hon árið frammanundan hevði við ein starvsfelaga og sum hon umhugsar at siga manni sínum frá.

Tematiskt snýr stuttsøgan seg um slíkt, sum setur seg fast í sinnið, og sum raknar við aftur av ávísum hendingum. Hon snýr seg eisini um barlastina og tilvildina, sum vit menniskju bera við okkum. Í íbúðini hjá systrini sær eg-persónurin eina mynd av henni og júst tilvildin og løtan verða væl lýst í hesum brotinum: “Eg hugdi at myndini á hillini, hugsaði um løtuna, hon var tikin. Nakrir tímar, hugsaði eg, vóru skornir burtur úr tíðini og lagdir til viks, sum var øll tíð til í ymiskum løgum.” Sambandið millum systrina og eg-persónin lýsir løg í sinninum og hevur stóran týdning fyri søguna. Ein nútíðarsøga, sum á mangan hátt er eitt hugarensl, men sum væl lýsir løgini í sinni menniskjans. Ein spennandi og stillur tekstur, sum snýr seg um sinnisligu trupulleikarnar hjá nútíðarmenniskjanum.

Týðingin, sum Jákup í Skemmuni hevur  gjørt, er merkt av orðavali, sum ikki hoyrir gerandismálinum til, og tað er við til at gera tekstin tyngri at lesa, t.d. verður grind brúkt í staðin fyri portur, køttur fyri ketta, fjølbýlishús fyri háhús ella íbúðahús. “Hann gekk oman eftir rásini í garðinum og út gjøgnum grindina” og “lág fjølbýlishús undirrikin í dusmi við breiðu gøtuna” eru góð dømi um setningar, sum fáa ein ungan lesara at steðga upp. Haldi at málið í tekstinum er gott føroyskt, men háfloygda málbrúkið er ikki í samsvari við innihaldið í tekstinum, tíverri.

Hugmynd eftir Christian F. Djurhuus er ein sterk yrking um neyðtikna kvinnu, sum ber barn undir belti. “Fosturvatnið skvatlar sjómanstónar//Siglir havgraði brennivínspápin/Ikki vitandi um at avkom sítt er til”, og yrkingin lýsir væl tey spor, sum neyðtøkan setur: “Tú neyðtók ein vakurleika/ Sum nú gongur við pentum í heilanum”.

Elly Bærentsen Debes roynir seg fyrstu ferð alment. verð ljós og Tankaflog við jarðarferð eru sterkar yrkingar, sum vísa sinnisstøðuna hjá yrkjara-egnum, sum í fyrru yrkingini er fangað í myrkrinum og vil út. Í seinnu yrkingini fáa vit teir tankar lýstar, sum ein jarðarferð setir í gongd. Svartar yrkingar, men rámandi og sterkar og boða frá, at har eru fleiri yrkingar á veg frá Elly.

Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð heldur fram við stuttsøgum, sum snúgva seg um Albert. Hesin bankamaðurin, sum hevur ilt við at hugsa út um “kassarnar” í tilveruni, dregur fram í ljós tey ytru virðini, sum eru so sjónlig í okkara samtíð: útsjónd, list og at ferðast, sum verða mett eftir einum mátistokki, har undirtøka, reyp og yvirflata hava meiri at siga enn dygd og dýpd. Mær dámar hesar søgur, tí tær siga so nógv um teir kassar, vit verða sett í og verða sitandi í í allar ævir, um eingin ger okkum greitt, hvat tað er, sum heldur okkum føstum í status quo. Tað hendir ikki nógv í søgunum, men tað er, hvussu tingini henda, sum er áhugavert og setur tankar í gongd, tí søgurnar fáa okkum øll at kenna okkum sjálv og onnur aftur. Lekin millum ástøði og praksis og snobb verður sett í frásjón, og tað eitt frískt lot í okkara heimliga støðuhyl.

Tvær stuttar stuttsøgur eftir danan Harald Voetmann Christiansen: Kakumaðurin og Testamenti bera dám av at vera skúlauppgávur og sjónarhornið er áhugavert. Í fyrra førinum er sjónarhornið hjá kakumanninum á føðingardagsborðinum og í seinna hjá einum unglingi, sum ger upp við mammu sína á sera veikum grundalagi og ógvuliga makaburt, men samlað eru hesar stuttsøgur skjótt lisnar og stutt sagt, so dámar mær tær als ikki. Tað besta eg kann siga um hesar stuttsøgurnar er, at tær er væl týddar, og tí hevur Oddfríður Marni Rasmussen staðið fyri.

Stuttsøgan Stjolni, hvíti fílurin eftir Mark Twain í týðing Gunnar Hoydals er ein góð og skemtilig lýsing av, hvussu detektivurin Darley kókar eina stóra søgu burtur úr, at ein hvítur fílur er horvin. Gjøgnum eitt stórt “apparat” av detektivum megnar Darley at uppbyggja eina útbreidda ræðslu fyri fílinum, og søgurnar um tey dráp, sum fílurin hevur framt, koma úr øllum heraðshornum. Ein tragikomisk frásøga, og tað at fílurin er deyður og hevur verið í varðveitslu hjá monnum Darleys ger søguna til eina kritiska lýsing av detektivum og teirra virksemi. Samstundis verður tann, sum varðaði av hvíta fílinum, ið er ein friðargáva til ensku drotningina frá konginum í Siam, gjørdur til láturs saman við teirri heilagu tign, sum verður knýtt at fílinum. Ein góð týðing og ein skemtilig søga, sum hóast gomul setur okkara samtíð við egosentriskari pallseting í perspektiv.

Indiski høvundurin Rabindrabath Tagore eigur seinastu yrkingina í savninum. Rabindrabath Tagore vann bókmentaheiðursløn Nobels í 1930, og yrkingin sigur nógv um tað frælsið, sum hann vónar, at land hansara gongur fram ímóti. Yrkingin setur stór krøv til frælsishugsjónina: “Har sálin er óttaleys og høvur hildið høgt; / Har vitan er fræls; / Har heimurin ikki er tægaður sundur í petti av heimligum / trongskygni; / Har orð koma úr sannleikans dýpi “. Ein áhugaverd yrking, sum kanska sigur okkum føroyingum meira enn fólki, sum hava fult tjóðarfrælsi, men sum samstundis minnir okkum á, at við frælsi fylgir stór ábyrgd. Ein yrking frá teirri tíðini, tá ið stórfingnar frælsiskenslur nærum vóru gudakendar, og tí sigur yrkingin okkum ikki so nógv í dag, men góðu týðingina og tað patos, ið eyðkennir hana, kunnu vit ikki taka frá henni.

Samlað er Vencil 13 ein áhugaverd og fjølbroytt útgáva. Tað er ómetaliga hugaligt at lesa eitt heilt tíðarrit, sum er so væl rættlisið, og hentu og øðrvísi upplýsingarnar aftast í tíðarritinum um høvundar, týðarar og tekstirnar eru sera virðismiklar. Onkur av útgávunum hevur verið meiri fjølbroytt enn hendan og hevur havt breiðari og betri úrval og dygd, men samlað er Vencil 13 á sera góðum góðskustigi.

Vár í Ólavsstovu

 

Be the first to start a conversation

Íkast ella viðmerking til grein

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s