Samsýningar

Samsýningarnar verða latnar, alt eftir tekstaslagi. Av tí at vit gjalda samsýningar, loyva vit okkum at viðmerkja og broyta í tekstinum, til vit eru nøgdir.

  • Fyri vanligar prosatekstir verða latnar 350 krónur fyri blaðsíðuna. Hvør blaðsíða er 2000 tekn.
  • Fyri lýrikk og stuttprosa verða latnar í mesta lagi 450 krónur fyri blaðsíðuna. Er yrkingin sera stutt, loyva vit okkum at seta gjaldið lægri.
  • Fyri týðingar verða latnar 250 krónur fyri blaðsíðuna. Hetta gjald er bæði fyri yrkingar og prosa.
  • Fyri permuna verða vanliga latnar 2.000 krónur til avvarðandi listafólk.