At senda inn tilfar

Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt. Lýst verður á heimasíðuni við tíðarfreistini, sum vanliga er 1. august.

Treytirn fyri upptøku er, at talan er um skaldskap á bundnum ella óbundnum máli, uppíroknað essays, ella stutt ummælir av nýggjari føroyskum skaldskapi, og at tað er væl og virðiliga arbeitt ígjøgnum og stórt sæð liðugt, áðrenn tað verður sent okkum.

Teksturin, sum verður sendur inn skal verða sendur teldutøkur á til vencil@vencil.fo.

Síðani gera vit viðmerkingar til tekstin og senda hann aftur, so at høvundurin kann arbeiða tekstin lidnan.