Stuðlarar

Øll kunnu stuðla Vencli. Tað eru ymsir hættir, tú kanst stuðla. Ert tú vanligur lesari, kanst tú tekna hald. Hjá virkjum, stovnum, grunnum og øðrum ber til at stovna eina fasta flyting til okkara konto í Eik Banka 9181 1601638. Tað ber eisini til at seta lýsing í, ella at gera avtalu um at keypa eitt ávíst tal av eintøkum av komandi útgávu ella útgávum.

Send okkum eitt teldubræv til vencil@vencil.fo, so kunnu vit í felag koma fram til ta bestu loysnina fyri júst teg, títt virki ella tín stovn.

Allir stuðlarar, sum veita útgávuni fíggjarligan stuðul, antin í reiðum pengum ella óbeinleiðis á annan hátt, verða nevndir í kolofonini í prentaðu útgávuni av Vencli.

Advertisements