Vikuskiftið, sum nú kemur, verður stóra bókavikuskiftið. Komandi vikuskiftið verða bøkurnar, orðini og høvundarnir handan orðini í Norðurlandahúsinum. Fyri tann bókagóða er hetta sum at sleppa einum lesihesti inn í bókastallin. Sjálvandi er Vencil eisini á skránni. Sunnudagin klokkan 14.00 kunnu tit fáa nógv gott at vita um Vencil, og upplestur verður eisini. Nærri skrá […]
november 18, 2017
Ársins seinna hefti av Varðanum er komið út. Mentanarritið er sent til haldarar og verður í bókasølum í næstu viku. Millum greinarnar hesaferð eru portrettsamrøða við Tórodd Poulsen, grein um býarvøkstur í Havn eftir Erland Viberg Joensen, grein um føroyavinin John West eftir Óla Olsen og fyrilestur um norska tilknýtið hjá Hans Andriasi Djurhuus eftir […]
oktober 4, 2017
Aftur hevur Randi Ward týtt føroyskar yrkingar. Hesa ferð fyri nettíðarritið, Plume. Nú hevur Randi týtt yrkingar eftir Daniellu Louisu Andreasen, Sissal Kampmann, Vónbjørt Vang, Oddfríð Marna Rasmussen, Guðrið Helmsdal og Tórodd Poulsen. Sum týðari er Randi sjáldsama nærløgd, og hon rakar tónan og innihaldið væl. Týðingarnar kunnu lesast her. OMR
august 1, 2017
John Ashbery, ein tann mætasti yrkjarin í USA varð 90 ár herfyri. Tað er sjálvandi við hesi sigandi yrking, at vit á Vencli minna á, at seinasta freistin at lata inn tilfar til Vencil nummar 18 er í dag. Life is a Dream A talent for self-realization will get you only as far as the […]
juli 19, 2017
Kjak Eg vil spýggja av kjaki ”Tú tveitti smørið á pannuna” ”Tað gjørdi eg ikki tú læt tað smelta í ovninum” ”Tú herjaði á Turkaland og drapst allar armenararnar!” ”Tað gjørdi eg ikki! Tú herjaði á Kina og fekst tey bundin av opium!” ”Tú gjørdi eina størri H-bumbu enn eg” ”Tú brúkti eiturgass í […]
juli 16, 2017
Yehuda Amichai er ísraelskur yrkjari. Hann varð føddur í 1924 og doyði í 2000. Amichai skrivaði á hebraiskum, men er týddur til eini fjøruti mál. Hetta ger hann til mest týdda ísraelska yrkjaran síðani Dávid Kong. A Child is Something Else Again BY YEHUDA AMICHAI TRANSLATED BY CHANA BLOCH A child is something else again. […]
juli 16, 2017
Freistin at senda inn tilfar til átjanda nummarið av Vencli er 1. august. Hvør kann senda inn tilfar til Vencil? Jú. Øll kunnu senda inn tilfar til Vencil, og tað kann gerast alt árið runt. Lýst verður á heimasíðuni við tíðarfreistini, sum vanliga er 1. august. Treytirnar fyri upptøku er, at talan er um skaldskap á […]
juli 7, 2017
Nýtt yrkingasavn um at vera tætt at menniskjum, ið eldast ella skulu doyggja soleiðis leggur kroppurin seg niður á jarðarskorpuna sum jarðarskorpan ber kroppar sínar Hetta brotið úr savninum Djúpini eftir Vónbjørt Vang, sum Forlagið Eksil gevur út, er um tilverunar og náttúrunar vøkru og lívsjáttandi ringrás. Djúpini er eitt savn av prosalyriskum tekstum […]
juni 27, 2017
Tøgn Faðir plagdi at siga: “Fólk, ið duga sær hógv, steðga ikki leingi, veri tað seg í grøvini hjá Longfellow ella í glasblómuhøllini í Harward. Lítandi á seg sjálvi sum kettan – ið dragsar fongin avsíðis, og lini halin á rottuni darlar úr kjaftinum sum ein lissa – dámar teimum viðhvørt einsemið og eru kanska […]
mai 3, 2017
William Heinesen- Myndlistamaður mai – 23. juli 2017 Listasavn Føroya Fríggjadagin 5. mai kl. 16 letur framsýningin “William Heinesen – Myndlistamaður” upp á Listasavni Føroya. Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin. Malan Marnersdóttir, professari, setur framsýningina. Svaboino við Angeliku Nielsen og Ólavi Jakobsen spæla nøkur løg. Savnið bjóðar ábit. Øll eru vælkomin. Um framsýningina: William […]
november 20, 2017
0