A.S. Byatt

A.S. Byatt (f. 1936) er altjóða kendur høvundur. Hon hevur skrivað skaldsøgur, stuttsøgur, útvarpsleikir, ritroyndir o.a. Hon hevur vunnið eina ørgrynnu av virðislønum fyri skaldskap sín. “A Stone Woman” (Ein steinkvinna) finst í tveimum ymiskum longdum. Tann, sum stendur í Vencili nr. 5, er úr The New Yorker 2003. Týtt hevur Pauli Nielsen.