Arnbjørn Ó. Dalsgarð

Arnbjørn Ó. Dalsgarð (f. 1971) er velbastaðmaður og býarbókavørður í Havn. Hann er bókavørður og cand.mag. í filosofi. Stuttsøgur, barnasøgur og yrkingar eftir hann hava staðið á prenti ymsastaðni. Hevur givið út tvey stuttsøgusøvn og eina bók um føroyska blaðsøgu. Ritstjóri á Vencili.

Tekstir í Vencili

So hon starir inn í veggin (stuttsøga). Nr. 1/2006, s. 61-66.
Ivin (stuttsøga). Nr. 3/2007, s. 46-47.
Eisini slíkt, sum nívir (stuttsøga). Nr. 3/2007, s. 48-53.
Ljósið (yrking). Nr. 5/2008, s. 94-95.
Klokkan er næstan 17 (stuttsøga). Nr. 6/2009, s. 22-23.
Akvarium (yrking). Nr. 6/2009, s. 24-25.
Eingangsyrking (yrking). Nr. 7/2009, s. 60.
Av og ágreitt (yrking). Nr. 7/2009, s. 61.
Triglav (stuttsøga). Nr. 8/2010, s. 82-86.
Brøður (stuttsøga). Nr. 9/2010, s. 38-41.
Albert og uttanroyndarvísindini (stuttsøga). Nr. 11/2012, s. 13-14.
Albert og skaparin (stuttsøga). Nr. 11/2012, s. 15-17.
Albert og almennið (stuttsøga). Nr. 11/2012, s. 18-19.
Albert og útsjóndin (stuttsøga). Nr. 13/2013, s. 78-80.
Albert og bøkurnar (stuttsøga). Nr. 13/2013, s. 81-84.
Albert og rúmið (stuttsøga). Nr. 13/2013, s. 85-86.
Søga søkir maka (stuttsøga). Nr. 15/2015, s. 96-97.
Make-up (stuttsøga). Nr. 17/2016, 22-30.
Eitt kvøld í Paris (yrking). Nr. 17/2016, s. 118.

Týðingar í Vencili

Vælumtóktur mekanikkur / Raymond Carver (stuttsøga). Nr. 1/2006, s. 67-68.
Troja / Henrik Nordbrandt (yrking). Nr. 3/2007, s. 20.
Sum einglarnir flúgva / Naja Marie Aidt (stuttsøga). Nr. 4/2008, s. 36-46.
Dómkirkja / Raymond Carver (stuttsøga). Nr. 9/2010, s. 24-37.

Annað í Vencili

So she stares at the wall (short story). Vencil 2011. Anthology of Contemporary Faroese Literature (2011)
Perman á Vencili Nr. 10/2011
Perman á Vencili Nr. 15/2015 (saman við Oddfríði Marna Rasmussen)