Böðvar Guðmundsson

Böðvar Guðmundsson er føddur í 1939, er íslendskt skald og rithøvundur, sum síðan 1964 hevur skrivað og útgivið yrkingar, sjónleikir, stuttsøgur og skaldsøgur. Harumframt hevur hann týtt ein hóp av bókmentum til íslendskt. Yrkingin “Nátt á Víkum” er av plátuni: Böðvar Guðmundsson: það er engin þörf að kvarta. Mál og menning. Reykjavík, 1981. Yrkingin er týdd 30. og 31. juli, 2004.

Tekstir í Vencili

Nátt á Víkum (yrking). Nr. 16/2015, s. 166.