Federico García Lorca

Federico García Lorca (1898-1936). Lorca var føddur í Granada í Andalucia í Suðurspania. Hann var ein ógvuliga fjøltáttaður listamaður, sum umframt at yrkja, eisini teknaði, skrivaði tónleik og sjónleik. Hann var ein natúrligur partur av tí, sum verður kallað 27-ættarliðið. Heitið kom, tá ið sponsk skøld í 1927 hátíðarhildu 300 ára dagin fyri deyða Góngora. Í hesum sambandi helt Lorca eina minniliga røðu um myndberingarnar í verkunum hjá Góngora, men týdningarmesta røða hansara var helst um „duende“-hugtakið, har hann roynir at lýsa, hvat sonn list er, at listin altið má innihalda tað dapra: deyða, sorg og líðing saman við tí rótfesta, traditión, inspiratión o.ø. Lorca arbeiddi eisini saman við surrealistunum, og tí spreingir myndamál hansara tað, sum vanliga er medvitað skilvísi. Hóast tað, so er Lorca altíð trúgvur móti spanskari søguhevd. Federico García Lorca stuðlaði stríðnum móti falangistunum undir Spanska Borgarakrígnum frá 1936 til 1939. Hann varð myrdur í Granada í 1936, tveir dagar eftir at borgarakríggið byrjaði.

Tekstir í Vencili

Kvæði til mánan, mánan (yrking). Nr. 11/2012, s. 71-72.
Kvæði um svørtu sorgina (yrking). Nr. 11/2012, s. 73-74.
Svøvngongukvæði (yrking). Nr. 11/2012, s. 75-77.
Preciosa og vindurin (yrking). Nr. 11/2012, s. 78-79.
Sigoynarakvæði (yrking). Nr. 11/2012, s. 80-84.

Be the first to start a conversation

Íkast ella viðmerking til grein

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out / Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out / Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out / Broyt )

Google+ photo

You are commenting using your Google+ account. Log Out / Broyt )

Connecting to %s