John Ashbery

John Ashbery (f. 1927). Hann verður mettur at vera ein tann mest týðandi yrkjarin í USA í nýggjari tíð. Hann hoyrir til ta bóklistagreinina, sum verður nevnd “The language Poets” og hevur verið formaður í “The Academy of American Poets” í nógv ár. John Ashbery hevur vunnið nærum allar virðislønir, ið til eru í USA, eisini fleiri í Evropa, og er ein av teimum heilt fáu yrkjarunum, sum hevur megnað at endurnýggjað sín egna skaldskap í hvørjari bók, hann hevur latið úr hondum.

Advertisements